Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. juli 2021Nr. 115
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2021
(Kvotutøl stillað og loyvt at flyta allar avlopskvotur frá 2020 til 2021)
§ 1
Í kunngerð nr. 85 frá 26. mai 2021 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2021 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 22, stk. 1, § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4 og 6-10 og stk. 3-5, § 38, stk. 3, § 39, stk. 2, § 50, stk. 4 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020 og løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, verður ásett:”
2. Í § 2 verður “107.396 tons” broytt til: “167.048 tons”.
3. Í § 3, stk. 1 verður “69.996 tons” broytt til: “144.648 tons”.
4. Í § 3, stk. 2 verður “56.567 tons” broytt til: “126.349 tons”.
5. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “25.644 tons” broytt til: “51.944 tons”.
6. Í § 5, 1. pkt. verður “5.429 tons” broytt til: “10.997 tons” og í 2. pkt. verður “5.429 tonsini” broytt til: “10.997 tonsini”.
7. Í § 6, 1. pkt. verður “1.363 tons” broytt til: “2.760 tons” og í 2. pkt. verður “1.363 tonsini” broytt til: “2.760 tonsini”.
8. Í § 7, 1. pkt. verður “1.363 tons” broytt til: “2.760 tons” og í 2. pkt. verður “1.363 tonsini” broytt til: “2.760 tonsini”.
9. Í § 8, 1. pkt. verður “9.427 tons” broytt til: “19.096 tons” og í 2. pkt. verður “9.427 tonsini” broytt til: “19.096 tonsini”.
10. Í § 9, 1. pkt. verður “2.772 tons” broytt til: “5.616 tons” og í 2. pkt. verður “2.772 tonsini” broytt til: “5.616 tonsini”.
11. Í § 10, 1. pkt. verður “970 tons” broytt til: “1.966 tons” og í 2. pkt. verður “970 tonsini” broytt til: “1.966 tonsini”.
12. Í § 11, 1. pkt. verður “923 tons” broytt til: “1.869 tons” og í 2. pkt. verður “923 tonsini” broytt til: “1.869 tonsini”.
13. Í § 12, stk. 1 verður “192 tons” broytt til: “389 tons” og í stk. 2 verður “192 tonsini” broytt til: “389 tonsini”.
14. Í § 15, 1. pkt. verður “3.564 tons” broytt til: “7.960 tons”.
15. Í § 16, stk. 1, 1. pkt. verður “9.129 tons” broytt til: “14.199 tons”.
16. Í § 17, stk. 1, 1. pkt. verður “4.921 tons” broytt til: “10.992 tons”.
17. Aftan á § 18 verður sett:
“§ 18 a. Persónur, felag ella eigari av ávísum fiskifari kann flyta egna árskvotu av makreli, sum ikki er fiskað í 2020, til at verða fiskað í 2021.
Stk. 2. Nøgd av felags árskvotu av makreli, sum í 2020 var tillutað ávísum bólki av fiskiførum, men sum ikki varð fiskað, verður flutt til 2021. Tann, sum í 2020 hevði loyvi at fiska makrel undir skipan við felagskvotu við hámarki, kann í 2021 fiska eina nøgd, ið er eftir, tá tað, ið viðkomandi er skrásettur at hava fiskað í 2020, er drigið frá 1.632 tonsum.”
18. § 22, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Partroling er bert loyvd millum fiskifør í sama bólki. Bólkarnir eru hesir:
1) Fiskifør 1.000 bruttotons, BT, og størri sambært málibrævi skipsins.
2) Fiskifør minni enn 1.000 bruttotons, BT, sambært málibrævi skipsins.”
19. Í § 35, stk. 6 verður “á føroysku landleiðunum” strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 13. juli 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)