Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. oktober 2005Nr. 113
Kunngerð um yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling
Við heimild í § 4, stk. 1, § 5, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 16, stk. 2 og § 17, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29.desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26.mars 2002, verður ásett:
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Sett verður á stovn yrkisútbúgving innan fiskavirking og fiskaaling.
§ 2. Útbúgvingin skal við skúlaundirvísing og upplæring á læruplássi
1) geva lærlinginum førleikar í ávikavist sergreinunum fiskavirking og aling,
2) nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið um ræður fakligan førleika og almennan kunnleika,
3) leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving, og
4) menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan
§ 3. Yrkisútbúgvingin hevur tvær sergreinir. Sergreinin fiskavirking fevnir um yrkisøkini: fiskavirki, góðskingarvirki og kryvjivirki og sergreinin aling fevnir um yrkisøkini: smoltstøðir og alistøðir.
§ 4. Útbúgvingin skal geva lærlinginum førleika at:
1) útinna tað handverk, ið er knýtt at arbeiðinum,
2) økja framhaldandi um sín dugnaskap gjøgnum arbeiði og við útbúgving,
3) samstarva við sínar arbeiðsfelagar og leiðsluna í fyritøkuni,
4) vísa neyðug fyrilit fyri heilsu, trygd og umhvørvi,
5) tilrættisleggja arbeiðið á skilagóðan hátt,
6) fáa sær innlit í fíggjarviðurskifti, og
7) seta seg inn í galdandi reglur og lóggávu innan starvsøkið.
Stk. 2. Í sergreinini fiskavirking verður dentur lagdur á:
1) rávøru og rávørustýring,
2) ymiska virking av fiski,
3) merking og goymslustýring,
4) reinhald og reinføri,
5) stýringsskipanir, og
6) tøknina á fiskavirkjum.
Stk. 3. Í sergreinini aling verður dentur lagdur á:
1) neyðuga vitan um tey ymsu fiskasløgini og hvussu alifiskur fæst at trívast,
2) innlit í fóðring,
3) vitan um sjúkur og sjúkufyribyrging,
4) stýringsskipanir innan aling og
5) framleiðslugongdina frá rogni til tøkufisk.
§ 5. Lærutíðin er til samans 3 ár og 2 mánaðir. Útbúgvingin fer fram á skúla og á læruplássi, ið myndugleikarnir hava góðkent, og fevnir um hesar partar:
1) Byrjanarupplæring á læruplássinum í 3 mánaðir frá 15. mai, tá sáttmáli verður undirskrivaður. Innskriving til fyrra skúlaskeiðið í útbúgvingini fer tó fram samstundis við samskipaðu innskrivingina til miðnámsskúlarnar, har freistin vanliga er 15. mars á hvørjum ári.
2) Eitt 40 vikur samanhangandi fyrra skúlaskeið, ið verður samskipað við Støðisútbúgvingina Innan Fiskivinnu.
3) Upplæring á læruplássinum í eitt ár.
4) Upplæring á læruplássinum og seinna skúlaskeið í tilsamans eitt ár. Hetta seinasta árið verða umleið 60% nýtt til upplæringina og 40% til skúlaskeiðið.
Kapittul 2
Innihaldið í útbúgvingini
Skúlaparturin, fyrra skúlaskeið
§ 6. Almennu lærugreinirnar eru kravdar fyri báðar sergreinirnar, tó ikki har góðskrivað verður fyri ávísar lærugreinir.
Stk. 2. Almennu lærugreinirnar eru á C-stigi, tó kann lærugreinin støddfrøði eisini verða vald á D-stigi, og eru tilsamans umleið 40 % av samlaðu skúlaundirvísingini.
Stk. 3. Almennu lærugreinirnar skulu geva útbúgvingini almenna breidd, persónsmenning, menning av lestrarførleika lærlingsins og fatan hansara av samfelagnum og samfelagsmenningini.
Stk. 4. Almennu lærugreinirnar eru hesar:
Lærugrein |
Tímatal |
Alis-/evnafrøði C |
140 |
Enskt C |
140 |
Føroyskt C |
140 |
Lívfrøði C |
105 |
Samfelagsfrøði C |
105 |
Støddfrøði D/C |
140/175 |
Tilsamans |
770/805 |
Stk. 5. Tilskilaða tímatalið í stk. 4 fevnir ikki um tíðina, ið nýtt verður til próvtøku.
§ 7. Yrkislærugreinirnar eru lutvís felags og lutvís serskildar fyri hvørja sergrein. Hetta er nærri lýst í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð.
Stk. 2. Yrkislærugreinirnar eru umleið 60 % av samlaðu undirvísingartíðini og kunnu annaðhvørt skipast sum undirvísing, skeið ella námsferðir.
Stk. 3. Yrkislærugreinirnar í báðum sergreinunum eru hesar:
Lærugrein |
Vegleiðandi tímatal |
Fyriskipan (leiðsla og umsiting) |
35 |
Góðskulæra 1 |
35 |
Heilsa, trygd og umhvørvi |
35 |
KT |
70 |
Smáverulívfrøði |
35 |
Tilsamans |
210 |
Stk. 4. Sergreinin fiskavirking fevnir harafturat um hesar yrkislærugreinir:
Lærugrein |
Vegleiðandi tímatal |
Framleiðsla 1 |
140 |
Rávørulæra |
35 |
Vinnulæra |
35 |
Tilsamans |
210 |
Stk. 5. Sergreinin aling fevnir harafturat um hesar yrkislærugreinir:
Lærugrein |
Vegleiðandi tímatal |
Framleiðsla av alifiski 1 |
175 |
Vinnulæra |
35 |
Tilsamans |
210 |
Skúlaparturin, seinna skúlaskeið
§ 8. Seinna skúlaskeiðið, sum í vavi svarar til 12 vikur, kann annaðhvørt skipast sum undirvísing, skeið ella virkisvitjanir.
Stk. 2. Í seinna skúlaskeiðnum er innihaldið í sergreinini fiskavirking serliga hetta:
- Fíggjarstýring
- Framleiðsla 2
- Góðskulæra 2
- Lógarverkið innan framleiðsluvinnu
- Vørumenning
- Tilsamans 455 pultstímar
Stk. 3. Í seinna skúlaskeiðnum er innihaldið í sergreinini aling serliga hetta:
- Endurnýtsla av vatni
- Fíggjarstýring
- Framleiðsla av alifiski 2
- Góðskulæra 2
- Lógarverkið innan aling
- Sjúka og sjúkufyribyrging
- Tilsamans 455 pultstímar
Stk. 4. Innihaldið í seinna skúlaskeiði sbrt. stk. 2 og 3 verður samskipað við undirvísingina í viðkomandi breytalærugreinum í HIF-útbúgvingini.
§ 9. Høvuðsevnini í yrkislærugreinunum eru nevnd í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð.
§ 10. Skúlin kunnar læruplássið um fráveruskipanina á skúlanum, sbr. reglurnar um næmingaskyldur í kunngerð um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu, og sendir hvønn ársfjórðing læruplássinum yvirlit yvir møguliga fráveru hjá einstaka lærlinginum.
Verkligi parturin
§ 11. Á læruplássinum skal lærlingurin fara ígjøgnum og arbeiða við øllum teimum viðkomandi arbeiðsuppgávunum, sum eru á virkinum. Hesar eru nærri lýstar í fylgiskjali 2 til hesa kunngerð.
Stk. 2. Um læruplássið ikki kann geva lærlinginum møguleika at arbeiða við øllum arbeiðsuppgávunum í sergreinini, skal læruplássið gera avtalu við útisetavirki, at lærlingurin har fær upplæring í teimum arbeiðsuppgávum, sum vanta. Yrkisnevndin góðkennir slíkar avtalur sbrt. § 16, stk. 1 í lógini.
Stk. 3. Upplæringin innan tey ymsu arbeiðsøkini verður váttað í eini loggbók, sum upplæringarfyritøkan hevur skyldu at føra.
§ 12. Skúlin og læruplássið nýta loggbókina, sbr. § 11, stk. 3, eins og støðumet, ársmet og próvúrslit, í samskiftinum sínámillum, so hvørt sum útbúgvingin líður.
Kapittul 3
Próvtøka og yrkisroynd
Próvtøka fyri støðisárið
§ 13. Próvtøka fyri støðisárið verður hildin í mai-juni (vanligt próvtøkuskeið) og í september-oktober (sjúkrapróvtøkuskeið).
Stk. 2. Próvtøkukrøv og próvtøkuhættir eru ásett í lærugreinakunngerðum og í kunngerð nr. 97 frá 8. juni 2001 um próvtøku á Støðisútbúgving Innan Fiskivinnu (SIF) og Hægri próvtøku Innan Fiskivinnu (HIF).
Stk. 3. Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Mentamálaráðnum frá, hvørjir lærlingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðnum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar á oyðublaði, ið Mentamálaráðið ger. Skúlin skal boða Mentamálaráðnum frá møguligum broytingum alt fyri eitt.
Skipan av próvtøku
§ 14. Próvtøka aftaná støðisárið fer fram sbrt. Kunngerð nr. 97 frá 8. juni 2001 um próvtøku á støðisútbúgving innan fiskivinnu og hægri próvtøku innan fiskivinnu.
Stk. 2. Farið verður til próvtøku 5 ferðir í lærugreinum, ið Mentamálaráðið tekur út. Farið verður altíð til skrivliga próvtøku í føroyskum, støddfrøði á C-stigi og í eini samansettari próvtøku í yrkislærugreinum.
§ 15. Próvtøka aftaná seinna skúlaskeið fer somuleiðis fram sbrt. Kunngerð nr. 59 frá 16. apríl 2003 um Støðisútbúgving og Hægri próvtøku innan fiskivinnu og kunngerð nr. 97 frá 8. juni 2001 um próvtøku á støðisútbúgving innan fiskivinnu og hægri próvtøku innan fiskivinnu.
Stk. 2. Farið verður til próvtøku tvær ferðir í seinna skúlaskeiðið í lærugreinum, ið Mentamálaráðið tekur út. Farið verður altíð til skrivliga próvtøku í matvørulæru A-stig ella í alilívfrøði A-stig
Stk. 3. Í sambandi við árið, har lærlingurin er á læruplássinum, skrivar hann eina virkisfrágreiðing, sum er partur av grundarlagnum undir yrkisroyndini. Skúlin ger nærri reglur um virkisfrágreiðingina.
§ 16. Fyri styttri kravd skeið, ið eru partur av útbúgvingini, fær lærlingurin váttan fyri luttøku, um hann hevur fylgt skeiðnum í minsta lagi 90% av ásetta tímatalinum.
Yrkisroyndin
§ 17. Yrkisroyndin fer fram sbrt. Kunngerð um próvtøkur í yrkis- og serlærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir og eftir ásetingunum í Kunngerð um felagsreglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Lærlingarnir fara einsæris til yrkisroyndina. Støðið verður í mestan mun tikið í innihaldinum í yrkislærugreinunum sbrt. § 7, stk. 3-5, og í virkisfrágreiðingini sbrt. § 15, stk. 3, umframt í upplæringini á læruplássinum. Skúlin og yrkisnevndin gera eina vegleiðing um yrkisroyndina, sum skúlin kunnar lærlingin um áðrenn royndina.
Stk. 3. Tað er ein treyt fyri at kunna luttaka í yrkisroyndini, at lærlingurin hevur staðið próvtøkuna í støðisárinum og próvtøkuna aftaná seinna skúlaskeið, sbr. § 13, stk 2 og § 15, stk 1.
§ 18. Lærlingurin skal út frá givnari uppgávu, ið skal svarast eftir 1- 2 døgum, vísa, at hann sjálvstøðugt megnar at standa fyri eini framleiðslugongd ella einum arbeiðsøki.
Stk. 2. Tíðin, ið nýtt verður til próvtøku og til yrkisroyndina, er ikki roknað uppí tær 12 vikurnar, ið seinna skúlaskeiðið tilsamans fevnir um.
Kapittul 4
Lærubræv
§ 19. Við lokna útbúgving fær lærlingurin útflýggjað lærubræv sbrt. reglunum um útbúgvingarskjøl í Kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar. Lærubrævið verður skrivað við støði í úrslitinum av skúlapartinum og av verkligu upplæringini.
Kapittul 5
Aðrar ásetingar
§ 20. Yrkisnevnd fyri útbúgvingina er Yrkisnevndin fyri fiskavirking og aling.
Kapittul 6
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 21. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer kunngerð nr. 68 frá 13. juni 2002 um yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling úr gildi.
Stk. 2. Lærlingar, sum eru undir útbúgving eftir kunngerð, sum fer úr gildi, halda fram eftir hesi nýggju kunngerðini.
Mentamálaráðið, 3. oktober 2005
Jógvan á Lakjuni, (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)