Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. desember 2008Nr. 112
Kunngerð um at avgerðir kunnu kærast til Vinnukærunevndina
Við heimild í § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð og § 19, stk. 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 30. apríl 2007 um spreingievni og spreingiarbeiði v.m., verður ásett:
§ 1. Avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið hevur tikið eftir løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð ella reglum, settum við heimild í lógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
§ 2. Avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið hevur tikið eftir løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði v.m. ella reglum, settum við heimild í lógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 11. desember 2008
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)