Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. juni 2025Nr. 111
Kunngerð um ábyrgd, uppgávur og eftirlit í sambandi við, at Undirvísingarstýrið viðger persónupplýsingar í almennu talgildu umsitingarskipanini Kervi+ vegna dátuábyrgdara
Við heimild í § 3, stk. 3 í løgtingslóg nr. 33 frá 10. mai 2024 um Kervi+ verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð ásetir, hvussu Undirvísingarstýrið skal viðgera persónsupplýsingar í almennu talgildu umsitingarskipanini Kervi+, hereftir nevnt Kervi+, vegna dátuábyrgdaran.
Dátuábyrgdari og dátuviðgeri
§ 2. Undirvísingarstýrið veitir, við Kervi+, goymslu og flutning av persónsupplýsingum vegna almennar stovnar og løgfrøðiligar persónar. Endamálið við hesi viðgerð er, at geva atgongd til m.a. at skráseta, lesa og flyta upplýsingar í Kervi+.
Stk. 2. Almennir stovnar og løgfrøðiligir persónar eru dátuábyrgdarar fyri viðgerð av teimum persónsupplýsingum, ið hesir skráseta í Kervi+.
Stk. 3. Undirvísingarstýrið er dátuviðgeri vegna dátuábyrgdaran sbrt. stk. 2.
Stk. 4. Dátuábyrgdarar, sbrt. stk. 2, hava ábyrgdina av, at øll viðgerð av persónsupplýsingum, knýtt til teirra nýtslu av Kervi+, er í samsvari við dátuverndarlógina.
§ 3. Viðgerðin hjá Undirvísingarstýrinum kann fevna um øll sløg av persónsupplýsingum, undir hesum vanligar persónsupplýsingar, viðkvæmar persónsupplýsingar sbrt. dátuverndarlógini § 11, revsiverd viðurskifti, sbrt. § 13 í dátuverndarlógini og persónstøl, sbrt. § 16 í dátuverndarlógini.
Dátuviðgerð sambært boðum
§ 4. Undirvísingarstýrið kann einans viðgera persónsupplýsingar eftir boðum frá dátuábyrgdaranum.
Stk. 2. Um Undirvísingarstýrið metir, at eini boð frá dátuábyrgdaranum eru í ósamsvari við galdandi lóggávu, boðar Undirvísingarstýrið uttan drál dátuábyrgdaranum frá hesum.
Stk. 3. Viðgerðin av persónsupplýsingum frá Undirvísingarstýrinum er ikki tíðaravmarkað, men varir inntil dátuábyrgdarin strikar allar persónsupplýsingar í Kervi+.
Tagnarskylda
§ 5. Persónar, ið viðgera persónsupplýsingar, knýttar at lógini um Kervi+ og hesi kunngerð, hava tagnarskyldu og koma undir revsiábyrgd sambært §§ 152-152 f í revsilógini.
Viðgerðartrygd
§ 6. Undirvísingarstýrið skal seta í verk hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk, ið eru kravd sbrt. dátuverndarlógini § 46 í mun til váðarnar, sum standast av viðgerðini av persónsupplýsingum. Endamálið er at tryggja áhaldandi trúnað, integritet, atkomu og rættleika í Kervi+. Dátuábyrgdarin kann ikki áleggja Undirvísingarstýrinum eyka trygdarkrøv.
Stk. 2. Undirvísingarstýrið skal hava innanhýsis mannagongdir um verksettu tøkniligu og bygnaðarlig tiltøkini, sbrt. stk. 1. Mannagongdirnar skulu eftirhyggjast árliga umframt at starvsfólk, ið viðgera persónupplýsingar knýttar til Kervi+, altíð eru kunnað um galdandi mannagongdir.
Stk. 3. Einstaki dátuábyrgdarin sbrt. § 2, stk. 2, hevur ábyrgdina av at fremja hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk, ið knýta seg til leiklutin sum dátuábyrgdari í sambandi við nýtslu av Kervi+.
Stk. 4. Undirvísingarstýrið hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar um dátuvernd ígjøgnum sniðgeving og dátuvernd ígjøgnum standardstillingar í dátuverndarlógini § 38, verða fylgdar í mun til at menna, reka, viðlíkahalda og fyrisita Kervi+.
Atgongd til persónsupplýsingar
§ 7. Bert persónar, ið Undirvísingarstýrið hevur góðkent, skulu hava atgongd til tær persónsupplýsingar, ið verða viðgjørdar sbrt. § 2, stk. 3. Atgongd skal altíð avmarkast í mun til einstaka tørvin.
Stk. 2. Eftirlit við, um góðkendu persónarnir, sbrt. stk. 1, framvegis skulu hava atgongd, skal fremjast eftir tørvi og í minsta lagi eina ferð um árið.
Stk. 3. Persónar við góðkenning sbrt. stk. 1 hava loyvi at geva viðkomandi starvsfólkum, ið viðkomandi varðar av, atgongd til Kervi+ eftir reglunum í dátuverndarlógini. Persónarnir skulu eftir tørvi og í minsta lagi eina ferð um árið hava eftirlit við, um hesi starvsfólk framvegis skulu hava atgongd.
Undirdátuviðgerar
§ 8. Undirvísingarstýrið kann gera avtalur við undirveitarar um at viðgera dátur. Undirvísingarstýrið skal boða dátuábyrgdaranum frá ætlaðari broyting av undirdátuviðgera við fráboðan minst ein mánað frammanundan, so at dátuábyrgdarin kann mótmæla.
Stk. 2. Undirvísingarstýrið skal í dátuviðgeraravtalu tryggja, at undirdátuviðgerin, sbrt. stk. 1, heldur tilsvarandi dátuverndarskyldur sum tær, ið eru ásettar Undirvísingarstýrinum í hesi kunngerð.
Stk. 3. Dagført yvirlit yvir undirdátuviðgerar skal altíð vera tøkt á einari av heimasíðunum, ið Undirvísingarstýrið varðar av. Nærri kunning um einstøku undirdátuviðgerarnar, kann sendast til dátuábyrgdaran eftir skrivligari umbøn.
Stk. 4. Undirvísingarstýrið skal hava eftirlit við, at undirdátuviðgerar halda sínar skyldur sbrt. stk. 2.
Stk. 5. Dátuábyrgdarin kann ikki hava beinleiðis eftirlit við undirdátuviðgera uttan skrivligt loyvi frá Undirvísingarstýrinum.
Stk. 6. Um undirdátuviðgerin ikki lýkur sínar dátuverndarskyldur, verður Undirvísingarstýrið verandi fult ábyrgdarhavandi mótvegis dátuábyrgdaranum í mun til at lúka skyldurnar álagdar í hesi kunngerð.
Flutningur til triðjalond ella millumtjóðafelagsskapir
§ 9. Undirvísingarstýrið kann sum dátuviðgeri flyta persónsupplýsingar til triðjalond ella millumtjóðafelagsskapir, ið hava eitt nøktandi verndarstøði, sbrt. § 60 í dátuverndarlógini, ella um fullgóð trygd kann veitast, sbrt. § 61 í dátuverndarlógini.
At stuðla dátuábyrgdaranum
§ 10. Undirvísingarstýrið skal hjálpa dátuábyrgdaranum m.a. við at veita dátuábyrgdaranum upplýsingar um tøknilig og bygnaðarlig tiltøk, sum eru sett í verk, og aðrar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at dátuábyrgdarin er førur fyri at halda sínar skyldur sbrt. §§ 46-52 í dátuverndarlógini og svara umbønum, sum skrásett seta fram sbrt. kapittul 4 í dátuverndarlógini. Hetta merkir m.a., at Undirvísingarstýrið skal hjálpa dátuábyrgdaranum at halda:
1) Skylduna til uttan óneyðugt drál og um neyðugt innan 72 tímar eftir at verða vorðin varugur við eitt brot á persóndátutrygdina at boða Dátueftirlitinum frá hesum uttan so, at tað er ósannlíkt, at brotið á persóndátutrygdina hevur við sær ein váða fyri skrásetta.
2) Skylduna til, uttan óneyðugt drál, at boða skrásetta frá um brotið í teimum førum, tá brotið sannlíkt hevur við sær ein stóran váða fyri tann skrásetta.
3) Skylduna at gera eina avleiðingagreining av ætlaðari viðgerð, sbrt. §§ 49 og 50 í dátuverndarlógini
4) Skylduna at biðja um ummæli frá Dátueftirlitinum, áðrenn viðgerð verður sett í verk, sbrt. § 52 í dátuverndarlógini.
Fráboðan um brot á persóndátutrygdina
§ 11. Undirvísingarstýrið skal, uttan óneyðugt drál, eftir at vera vorðið kunnugt við brot á persóndátutrygdina, boða dátuábyrgdaranum frá hesum.
Stk. 2. Undirvísingarstýrið skal boða dátuábyrgdaranum frá skjótast gjørligt og í seinasta lagi 48 tímar eftir, at Undirvísingarstýrið er vorðið kunnugt við brotið, so at dátuábyrgdarin kann halda sínar skyldur, sbrt. § 47 í dátuverndarlógini.
Stk. 3. Undirvísingarstýrið kann vegna fleiri dátuábyrgdarar, fevndir av hesi kunngerð, senda eina felags fráboðan til Dátueftirlitið, um brotið á persóndátutrygdina er av slíkum slag, ið rakar ein størri skara av skrásettum upp á tvørs av dátuábyrgdarum. Dátuábyrgdarin skal kunnast um felags fráboðanina, áðrenn fráboðanin verður send Dátueftirlitinum.
At strika persónsupplýsingar
§ 12. Persónsupplýsingar verða strikaðar sambært galdandi reglum.
Eftirlit
§ 13. Undirvísingarstýrið skal geva dátuábyrgdaranum allar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at vísa á, at krøvini til Undirvísingarstýrið í hesi kunngerð verða hildin.
Stk. 2. Undirvísingarstýrið skal á hvørjum ári útvega eina skoðanarváttan frá óheftum triðjaparti um, at Undirvísingarstýrið lýkur krøvini í hesi kunngerð. Úrslitið av skoðanini skal vera atkomuligt fyri dátuábyrgdarum eftir umbøn.
Stk. 3. Undirvísingarstýrið hevur ikki skyldu til at geva dátuábyrgdarum atgongd til at fremja egið eftirlit av fysisku kørmunum, har viðgerðin av persónsupplýsingunum fer fram.
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 18. juni 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)