Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juli 2021Nr. 111
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2021
(Kvotutøl stillað og atgongd til íslendskan sjógv)
§ 1
Í kunngerð nr. 205 frá 22. desember 2020 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2021 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 1 verður “230.958 tons” broytt til: “233.458 tons”.
2. Í § 3, stk. 2 verður “195.095 tons” broytt til: “197.595 tons”.
3. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “146.321 tons” broytt til: “148.196 tons”.
4. Í § 4, stk. 4 verður “146.321 tonsini” broytt til: “148.196 tonsini”.
5. § 5, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.”
6. Í § 6, 1. pkt. verður “19.900 tons” broytt til: “20.155 tons”.
7. § 7, stk. 1, 4. pkt. verður orðað soleiðis:
“Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.”
8. Í § 8, 1. pkt. verður “28.874 tons” broytt til: “29.244 tons”.
9. § 8, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 7. juli 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)