7. juli 2021Nr. 110
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2021
(Seta áður strikaðar orðingar um hjáveiðu av norðhavssild inn aftur í kunngerðina)
§ 1
Í kunngerð nr. 209 frá 22. desember 2020 um fiskiskapin hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2021, sum broytt við kunngerð nr. 46 frá 27. apríl 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 20 verður orðað soleiðis:
“§ 20. Í fiskiskapi eftir makreli kann hjáveiðan av sild í mesta lagi vera 49% av samlaðu veiðuni fyri hvørja landing.”
2. Í § 21, stk. 1 verður aftan á “makreli” sett: “, sbr. §§ 19 og 20,”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 7. juli 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)