13. juni 2022Nr. 104
Kunngerð um broyting í kunngerð um ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi
(Annar kærumyndugleiki)
§ 1
Í kunngerð nr. 10 frá 27. januar 2021 um meirvirðisgjald fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi, verður í § 9, 1. pkt. “Skatta- og avgjaldskærunevndina” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 13. juni 2022
Uni Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)