17. november 2026Nr. 103
Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin)
(Strika týskt sum upptøkukrav til hugbreyt)
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 7. apríl 2014, kunngerð nr. 19 frá 23. mars 2015, kunngerð nr. 60 frá 11. mai 2016, kunngerð nr. 14 frá 5. mars 2019, kunngerð nr. 120 frá 19. juli 2019 og kunngerð nr. 14 frá 2. mars 2020, verður § 4, stk. 1, nr. 4, litra b strikað.
Litra c-e verða eftir hetta litra b-d.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 17. november 2026
Bárður á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)