Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. september 2026Nr. 81
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrisfólkini
§ 1
Í fráboðan nr. 33 frá 13. apríl 2026 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrisfólkini, sum broytt við fráboðan nr. 42 frá 21. mai 2026, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 8 verður sum nr. 5 sett:
“5) Ll. nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., § 1, stk. 5.”
Nr. 5-25 verða eftir hetta nr. 6-26.
2. § 9, stk. 2 verður strikað.
3. § 13, nr. 1 verður strikað.
Nr. 2-4 verða eftir hetta nr. 1-3.
4. § 14, nr. 21 verður orðað soleiðis:
“21) Ll. nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., § 3, § 7, stk. 1 og 3 og § 8.”
5. Í § 26 verða sum nr. 42-44 sett:
“42) Ll. nr. 50 frá 1. juni 2026 um fyrra byggistig í verkætlan um at byggja tvey sambýlir í Miðvági til fólk við ávikavist menningartarni og samansettum avbjóðingum, harímillum autismu, og til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum.
43) Ll. nr. 52 frá 1. juni 2026 um bráðfeingis bústaðir og serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar.
44) Ll. nr. 53 frá 1. juni 2026 um leigustuðul.”
6. § 31, nr. 3 verður orðað soleiðis:
“3) Arbeiðseftirlitið.”
7. Í § 32 verður sum nr. 74 sett:
“74) Ll. nr. 51 frá 1. juni 2026 um at útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.”
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 16. september 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)