Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2023Nr. 30
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 5 frá 24. januar 2023 og fráboðan nr. 13 frá 10. februar 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Løgmaður hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:
1) BankNordik P/f.
2) Elektron P/f.
3) Eystur- og Sandoyartunlar P/f.
4) Føroya Realkreditstovnur (Realurin).
5) Føroyagrunninum frá 1971, vinnurekandi grunnur.
6) Norðoyartunnilin P/f.
7) Norðuratlantsbryggjuni, vinnurekandi grunnur.
8) Íleggingargrunnurin fyri Føroyar.
9) Smyril Line P/f.
10) Suðuroyartunnilin P/f.
11) Tryggingarfelagið LÍV P/f.
12) Vágatunnilin P/f.”
2. § 8, nr. 23 verður strikað.
Nr. 24-82 verða eftir hetta nr. 23-81.
3. § 8, nr. 83 verður strikað.
Nr. 84-99 verða eftir hetta nr. 82-97.
4. Í § 8 verður aftan á nr. 99, sum verður nr. 97, sum nýtt nr. sett:
“98) Ab. nr. 1032 af 8. oktober 2019 om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed § 125 f, stk. 1, § 343 s, stk. 4 og 5, § 345, stk. 15, § 354, stk. 6, nr. 34 og 36.”
Nr. 100-111 verða eftir hetta nr. 99-110.
5. § 20, nr. 40 verður strikað.
Nr. 41-73 verða eftir hetta nr. 40-72.
6. § 20, nr. 74 verður strikað.
Nr. 75-85 verða eftir hetta nr. 73-83.
7. Í § 32 verður aftan á nr. 13 sum nýtt nr. sett:
“14) Ll. nr. 86 frá 14. desember 1998 um útjavningarstuðul til útjaðaraøki.”
Nr. 14-20 verða eftir hetta nr. 15-21.
8. Í § 32 verður aftan á nr. 20, sum verður nr. 21, sum nýtt nr. sett:
“22) Ll. nr. 137 frá 13. desember 2005 um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum.”
Nr. 21-34 verða eftir hetta nr. 23-36.
9. Í § 33, stk. 1 verður “inntøkutrygd fiskimanna,” broytt til: “inntøkutrygd fiskimanna, útoyggjastuðul og útjaðarastuðul,”.
10. § 49, nr. 37 verður strikað.
Nr. 38-43 verða eftir hetta nr. 37-42.
11. § 49, nr. 44 verður strikað.
Nr. 45-71 verða eftir hetta nr. 43-69.
12. Í § 50, stk. 1 verður “útjaðaramál” broytt til: “útoyggjamenningarmál”.
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 8. mars 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)