Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mars 2026Nr. 28
Fráboðan um dag, tíð, o.a. fyri løgtingsvalið 26. mars 2026
Við heimild í § 6, stk. 3 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið, sum broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 11. mai 2009, verður boðað frá:
§ 1. Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 2026.
Stk. 2. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart, og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
§ 2. Vallistar skulu liggja frammi til alment eftirlit hjá kommununum í minsta lagi í eina viku skjótast gjørligt eftir at løgtingsvalið er útskrivað.
§ 3. Valkort verða send veljarum, sum eru førdir á vallista.
§ 4. Kærur um, at persónur ikki er komin á vallista, at persónur av órøttum er komin á vallista, um manglandi valkort ella valkort við feili ella mangli, skulu sendast til avvarðandi kommunu.
Stk. 2. Kommunustýrið skal uttan drál viðgera innkomnar kærur hesum viðvíkjandi.
Stk. 3. Vísir tað seg, at mangul ella feilur eru í valkorti ella vallista, skal mangul ella feilur rættast við at útskriva nýtt valkort, og rætting gerast í vallista. Tílíkir feilir kunnu rættast til og við valdagin.
Fíggjarmálaráðið, 9. mars 2026
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)