13. november 2022Nr. 143
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
(Landsstýrismaður loystur úr starvi)
§ 1
Í fráboðan nr. 128 frá 16. september 2019 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 141 frá 8. november 2022, verður § 1, stk. 1, nr. 6 orðað soleiðis:
“6) Í almannamálum: Løgmaður.”
§ 2
Fráboðanin fær gildi 13. november 2022 kl. 13.
Løgmansskrivstovan, 13. november 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)