Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. november 2022Nr. 140
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
(Rætting viðvíkjandi lóggávu sum er farin úr gildi, dátuvernd hjá løgreglu og dómstólum, skráseting av arbeiðstíð og viðurskifti viðvíkjandi navnalóggávu í kirkjubókini)
§ 1
Í fráboðan nr. 128 frá 16. september 2019 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 107 frá 5. juli 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður nr. 1 strikað.
Nr. 2-45 verða eftir hetta nr. 1-44.
2. Í § 2 verður sum nr. 45 sett:
“45) A. nr. 1034 frá 29. juni 2022 om ikrafttræden for Færøerne af lov om retshåndhævende myndigheders behandling af personoplysninger, § 37 a.”
3. Í § 13, stk. 2, nr. 1 verður aftan á “um starvsfólkapolitikk,” sett: “um skráseting av arbeiðstíð o.a.,”.
4. Í § 27, stk. 1 verður aftan á “kirkjumál og onnur trúarsamfeløg,” sett: “tó ikki, hvussu kirkjubókaførandi sóknarprestar skulu skráseta í kirkjubókini sambært navnalógini”.
5. Í § 39, stk. 1 verður aftan á “navnamál,” sett: “heruppií eisini, hvussu kirkjubókaførandi sóknarprestar skulu skráseta í kirkjubókini sambært navnalógini”.
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 4. november 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)