Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. juli 2025Nr. 123
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 5 frá 24. januar 2023, fráboðan nr. 13 frá 10. februar 2023, fráboðan nr. 30 frá 8. mars 2023, fráboðan nr. 86 frá 28. juni 2023, fráboðan nr. 138 frá 12. desember 2023, fráboðan nr. 3 frá 1. februar 2024, fráboðan nr. 73 frá 18. juni 2024, fráboðan nr. 106 frá 8. november 2024, fráboðan nr. 109 frá 25. november 2024, fráboðan nr. 17 frá 27. februar 2025 og fráboðan nr. 25 frá 10. mars 2025, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 8, nr. 23 verður strikað.
Nr. 24-51 verða eftir hetta nr. 23-50.
2. § 8, nr. 52 verður strikað.
Nr. 53-116 verða eftir hetta nr. 51-114.
3. Í § 8 verða sum nr. 115-117 sett:
“115) Ll. nr. 44 frá 27. mars 2025 um at umleggja lán til Framtak.
116) Ll. nr. 54 frá 11. apríl 2025 um at umleggja lán til P/F Firum.
117) Ll. nr. 89 frá 7. mai 2025 um landbúnaðarstuðul.”
4. Í § 9, stk. 2, nr. 3 verður “Fiskaaling” broytt til: “Firum”.
5. Í § 14 verður aftan á nr. 52 sum nýtt nr. sett:
“53) Ll. nr. 73 frá 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin).”
Nr. 53-65 verða eftir hettar nr. 54-66.
6. Í § 15, stk. 1 verður “almannaøkið” broytt til: “almannaøkið og tvingsil á sosiala økinum”.
7. Í § 20 verða sum nr. 89-91 sett:
“89) Ll. nr. 77 frá 2. mai 2025 um lántøku til landskassan fyri 2025.
90) Ll. nr. 78 frá 2. mai 2025 um Talgildu Føroyar 2.0.
91) Ll. nr. 80 frá 2. mai 2025 um tænastugjald á tóm býli, § 2, stk. 3.”
8. Í § 21, stk. 1 verður “kunningartøkni” broytt til: “kunningartøkni og vitlíki”.
9. Í § 26, nr. 5 verður “og heilivág” strikað.
10. § 26, nr. 9 verður strikað.
Nr. 10-38 verða eftir hetta nr. 9-37.
11. Í § 26 verða sum nr. 38-41 sett:
“38) Ll. nr. 64 frá 28. apríl 2025 um at umvæla og umbyggja starvsfólkabygningin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
39) Ll. nr. 66 frá 28. apríl 2025 um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum.
40) Ll. nr. 67 frá 28. apríl 2025 um heilivág.
41) A. nr. 775 af 20. juni 2025 om ikrafttræden for Færøerne af lov om assisteret reproduktion i forbindelse med behandling, diagnostik og forskning m.v., § 6 a, stk. 5.”
12. Í § 38 verður sum nr. 44 sett:
“44) Ll. nr. 63 frá 28. apríl 2025 um at byggja aulu til Tekniska skúla í Klaksvík.”
13. § 49, nr. 57 verður strikað.
Nr. 58-70 verða eftir hetta nr. 57-69.
14. § 49, nr. 64, sum verður nr. 63, verður orðað soleiðis:
“63) A. nr. 433 af 8. april 2022 om ikrafttræden for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine, § 3, stk. 3, § 10, stk. 3, § 14, stk. 2, § 20, § 29, stk. 3 og § 30, stk. 2.”
15. Í § 49 verður sum nr. 70 sett:
“70) Ll. nr. 80 frá 2. mai 2025 um tænastugjald á tóm býli, §§ 4 og 5.”
16. Í § 50, stk. 1 verður “tvingsil á sosiala økinum,” strikað.
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 8. juli 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)