LØGTINGSLÓG NR. 110 FRÁ 13. DESEMBER 2006 UM KÆRUNEVND Í LENDISMÁLUM
Løgtingslóg nr. 110 frá 13.12.2006
Nr. 110 13. desember 2006 Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismaðurin setir kærunevndina í lendismálum við formanni og 4 øðrum limum. Formaðurin, sum landsstýrismaðurin tilnevnir, skal vera løgfrøðingur. Av hinum nevndarlimunum skulu 2 vera byggikønir, 1 skal vera landmálarakønur og 1 skal vera løgfrøðingur. Fyri hvønn nevndarlim verður valdur ein tiltakslimur. Starvstíðin hjá nevndarlimum og tiltakslimum er 4 ár.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at nevndin fær skrivarahjálp frá almennum kærustovni.
Stk. 3. Limirnir fáa samsýning og ferðaútreiðslur goldnar eftir reglum landsins um fundarpening og ferðapening.
Stk. 4. Kærunevndin er viðtøkufør, tá allir limir eru møttir.§ 2. Kæra til kærunevndina í lendismálum skal vera skrivlig.
Stk. 2. Er ikki annað ásett í serligum reglum, er kærufreistin 4 vikur frá tí, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Í serligum føri kann kærunevndin viðgera kærumál, ið eru latin inn eftir, at kærufreistin er farin.
Stk. 3. Avgerðir hjá kærunevndini í lendismálum kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.
§ 4. Kærur, sum verða móttiknar frá og við 1. januar 2007, verða viðgjørdar av kærunevndini í lendismálum.
Stk. 2. Kærur, sum landsstýrismaðurin hevur móttikið áðrenn 1. januar 2007, verða viðgjørdar og avgreiddar av landsstýrismanninum.Tórshavn, 13. desember 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/Jacob Vestergaard (sign.)
Lm. Nr. 30/2006