LÓG NR. 79 FRÁ 12. MAI 2005 UM MÁL OG MÁLSØKI FØROYSKRA MYNDUGLEIKA AT YVIRTAKA

Løgtingslóg nr. 79 frá 12.05.2005
Nr. 79 12. mai 2005

   Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa lóg:

   Henda lóg hevur støði í sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn sum javnsettar partar.

   § 1. Henda lóg fevnir um øll mál og málsøki, sbr. tó stk. 2.
   Stk. 2. Lógin fevnir ikki um hesi mál og málsøki:
1)Stjórnarskipan danska ríkisins.
2)Heimarætt danska ríkisins.
3)Hægstarætt danska ríkisins.
4)Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk.
5)Gjaldoyra- og peningapolitikk.

   § 2. Føroyskir myndugleikar gera av, nær mál og málsøki, ið henda lóg fevnir um, verða yvirtikin, sbr. tó stk. 2 og 3.
   Stk. 2. Føroyskir myndugleikar gera av, eftir tinging við danskar myndugleikar, nær mál og málsøki á lista I í fylgiskjali lógarinnar verða yvirtikin.
   Stk. 3. Málsøki, ið standa undir sama tali á nevnda lista I í stk. 2, verða yvirtikin samstundis.

   § 3. Føroyskir myndugleikar hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málum og málsøkjum, ið verða yvirtikin eftir § 2.
   Stk. 2. Føroyskir myndugleikar yvirtaka útreiðslurnar og føstu ognirnar, ið hava beinleiðis samband við eitt mál ella eitt málsøki, sum yvirtikið verður.

   § 4. Dómstólar, sum føroyskir myndugleikar seta á stovn, hava dómsvaldið á øllum málum og málsøkjum í Føroyum.

   § 5. Ásetingarnar í § 5, § 6, § 10, stk. 2, 2. pkt., og § 13 í lóg um Føroya heimastýri virka á sama hátt í mun til mál og málsøki, ið henda lóg fevnir um.
   Stk. 2. Ásetingin í § 2, 4. pkt. í lóg um Føroya heimastýri virkar á sama hátt í mun til mál og málsøki, sum § 2, stk. 1 í hesi lóg fevnir um.

   § 6. Føroyskir myndugleikar kunnu sambært sáttmála við danskar myndugleikar taka yvir Vága Floghavn og ábyrgdina av at reka hana.

   § 7. Lógin fær gildi 29. juli 2005.

   § 8. Avvarðandi føroyskur myndugleiki viðger mál liðug, ið eru til viðgerðar hjá donskum myndugleika, tá ið málsøkið verður yvirtikið, sbr. tó stk. 2.
   Stk. 2. Avvarðandi danskur myndugleiki kann í serligum førum og eftir semju við avvarðandi føroyskan myndugleika gera av, at danskir myndugleikar viðgera ávís mál liðug.

Listi I
1)Brotsmálaumsorgan.
2)Fíggjarrættur.
3)Flogferðsla.
4)Fólkakirkja.
5)Ídnaðarhugverksrættur.
6)Leiðarbræv.
7)Løgregla og ákærumyndugleiki og atknýttu partarnir av revsirættarganginum.
8)Persóns-, húsfólka- og arvarættur.
9)Revsirættur.
10)Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar.
11)Sakførarastarvsemi.
12)Útlendingaøki og marknaeftirlit.

Tórshavn, 12. mai 2005

Jóannes Eidesgaard (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 91/2004

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd