LØGTINGSLÓG NR. 76 FRÁ 27. MAI 2005 UM AT LEGGJA VIRKSEMIÐ HJÁ POSTVERK FØROYA Í P/F POSTVERK FØROYA, SUM BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 58 FRÁ 16. MAI 2006
Løgtingslóg nr. 76 frá 27.05.2005 '); document.writeln(''); } //-->
Nr. 76 27. mai 2005 Umlegging av virksemi, ogn og skuld v.m.
§ 1. Landsstýrismanninum er heimilað at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya saman við ogn, skuld, rættindum og skyldum. Umleggingin fær roknskaparligan og skattligan virkna frá 1. januar 2005.
Stk. 2. Ognin á matr. nr. 56cd á Argjum er undantikin ognunum, nevndar í stk. 1.
Stk. 3. 1) P/F Postverk Føroya er bundið til, at økisposthús er í Klaksvík, í Saltangará, á Oyrabakka, í Miðvági, í Tórshavn, í Skopun og á Tvøroyri til 31. desember 2015.
Stk. 4. 1) P/F Postverk Føroya er bundið til, at tilknýtt posthús ella postavgreiðsla á avgreiðslustøðum er í Fuglafirði, á Toftum, í Gøtu, á Strondum, á Eiði, í Tórshavn, í Vestmanna, í Kollafirði, í Hvalba, í Vági, í Sørvági, á Sandi, í Sandavági og í Leirvík til 31. desember 2010.Tinglýsingargjald
§ 2. P/F Postverk Føroya er í sambandi við umskipanina undantikið skylduna at rinda tinglýsingargjald fyri tinglýsing av ognarheimildunum fyri fastar ognir, sum verða lagdar til felagið sbrt. § 1.
Treytir viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftunum
§ 3. P/F Postverk Føroya bjóðar teimum starvsfólkum hjá Postverki Føroya, sum hava eftirlønarrætt sbrt. løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í sambandi við yvirtøku, at verða sett í starv í felagnum. Tilboðið er galdandi í upp til tvey ár eftir, at virksemið hjá Postverki Føroya er lagt í P/F Postverk Føroya.
Stk. 2. Í tann mun, tey í stk. 1 nevndu starvsfólk ikki taka av tilboðnum um starvssetan í P/F Postverk Føroya, varðveita hesi starvsfólk sína setan hjá landinum, tó við skyldu at gera tænastu í P/F Postverk Føroya, eins og felagið yvir fyri landinum hevur skyldu at hava tey í tænastu.
Stk. 3. Starvsfólk, sum sbrt. stk. 1 velja at verða starvssett í partafelagnum, varðveita sín eftirlønarrætt í mun til tað lønarstig, tey vóru á, tá tey fluttu yvir til setan í partafelagnum, um tey ynskja at varðveita hendan eftirlønarrætt.
Stk. 4. Landið rindar eftirlønina hjá teimum, sum eru útlænt sbrt. stk. 2, og hjá teimum, sum varðveita eftirlønarrætt sbrt. stk. 3, samsvarandi ásetingunum í løgtingslóg um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í sambandi við yvirtøku.
Stk. 5. Fyri starvsfólk sbrt. stk. 2 endurrindar P/F Postverk Føroya landinum útreiðslur til løn o.a. Harumframt rindar P/F Postverk Føroya landinum leypandi eitt eftirlønargjald fyri tann eftirlønaraldur, sum verður vunnin eftir umskipanina, svarandi til sáttmálasetta eftirlønargjaldið hjá sáttmálasettum starvsmonnum í starvi í P/F Postverk Føroya.
Stk. 6. Fíggjarmálaráðið kann heimila P/F Postverk Føroya í nærri tilskilaðan mun at samráðast um lønar- og setanartreytir fyri tey starvsfólk, sum sbrt. stk. 2 eru útlænt.
Stk. 7. Onnur starvsfólk enn tey í stk. 1 nevndu halda áfram í felagnum við somu lønar- og setanartreytum, sum vóru galdandi, tá umskipanin fór fram.Gildiskoma
§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya.
Tórshavn, 27. mai 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 70/2004
1) Broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 16. mai 2006.