LØGTINGSLÓG NR. 87 FRÁ 20. DESEMBER 2004 UM BROYTING Í LØGTINGSLÓG UM ARBEIÐSMARKNAÐAREFTIRLØNARGRUNN

Løgtingslóg nr. 87 frá 20.12.2004
Nr. 87 20. desember 2004

   Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

   Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 14 frá 16. februar 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
1)§ 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Frá 1. januar 2005 verður fæ grunsins fingið til vega við, at allir persónar árliga rinda grunninum 0,75% av teirri inntøkuni, sum myndar grundarlagið undir skattaútrokningini, og allir arbeiðsgevarar árliga rinda grunninum 0,75% av útgoldnum A-inntøkum."
2)§ 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
"Stk. 2. Persónar, sum eru 67 ár ella eldri, rinda einki í grunnin. Arbeiðsgevarir, sum eru 67 ár ella eldri, og hava fólk í vinnu, rinda tó frá 1. januar 2005 grunninum árliga 0,75% av útgoldnum A-inntøkum. Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini, ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2 pkt., í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá."

§ 2

   Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
   Stk. 2. Tíðarfreistin í § 5, stk. 1 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, við seinni broytingum, er ikki galdandi fyri ásetingina av árligu veitingini til eftirlønartakarar fyri 2005

Tórshavn, 20. desember 2004

Jóannes Eidesgaard (sign.)

løgmaður

/Hans Pauli Strøm (sign.)

Lm. nr. 13/2004

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd