LØGTINGSLÓG NR. 121 FRÁ 1. DECEMBER 2003 UM BROYTING Í LØGTINGSLÓG UM LANDSSKATT OG KOMMUNUSKATT OG YMSUM ØÐRUM SKATTA- OG AVGJALDSLÓGUM (BROYTT RENTUSTIG)

Løgtingslóg nr. 121 frá 01.12.2003
Nr. 121 1. december 2003

   Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 6. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar:
1)Í §§ 79, stk. 4, 80, stk. 3, 81, stk. 2 og 3 og 135, stk. 1 verður "1%" broytt til: "0,7 %".
2)Í § 135, stk. 2 verður "1,5%" broytt til: "0,7%".

§ 2

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2000, verður gjørd henda broyting:

Í § 1, stk. 3 verður "1,5%" broytt til: "0,7%".

§ 3

Í løgtingslóg nr. nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 29. desember 1998, verður gjørd henda broyting:

Í § 1, stk. 4 verður "1,5%" broytt til: "0,7%".

§ 4

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, verður gjørd henda broyting:

Í § 3, stk. 3 verður "1,0%" broytt til: "0,7%".

§ 5

Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

Í §§15, stk. 2, 16, stk. 3 og 18, stk. 3 verður "1%" broytt til: "0,7%".

§ 6

Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 29. desember 1998, verður gjørd henda broyting:

Í § 6, stk. 5 verður "1,5%" broytt til: "0,7%".

§ 7

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

Í §§ 22, stk. 2 og 32, stk. 4 verður "1%" broytt til: "0,7%".

§ 8

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 10. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

Í § 30a verður tvær staðni "1%" broytt til: "0,7%".

§ 9

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.

Tórshavn, 1. december 2003

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd