LØGTINGSLÓG NR. 82 FRÁ 8. MAI 2003 UM BROYTING Í LÓG UM ALMENNA FORSORG

Løgtingslóg nr. 82 frá 08.05.2003
Nr. 82 8. mai 2003

   Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í lóg fyri Føroyar um almenna forsorg, sbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 02.03.1988 sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 10.02.2003 verða gjørdar hesar broytingar:
1)Í § 17, stk. 1 verður sett inn eftir orðið "merudgifter,": "herundir útreiðslur til ávísar viðgerðir,".
2)Sum nýtt § 17, stk. 3 verður sett:
"Stk. 3. Stuðul kann verða veittur sum endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku til persónar, sum heima uppihalda barni við likamligum ella sálarligum breki ella sjúku. Stuðulin er treytaður av, at tað er ein avleiðing av sjúkuni ella brekinum, at tað er neyðugt at ansa barninum heima."
3)Sum nýtt § 17, stk. 4 verður sett:
"Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur í kunngerð viðvíkjandi útreiðslum til ávísar viðgerðir sambært stk. 1 og endurgjaldi fyri inntøkumiss sambært stk. 3 og heruppií áseta, hvørji brek og sjúkur koma undir lógina."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tórshavn, 8. mai 2003

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður

Lm. 121/2002

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd