LØGTINGSLÓG NR. 50 FRÁ 4. APRÍL 2002 UM BROYTING Í LØGTINGSLÓG UM ÁSETING OG JAVNING AV ALMANNAVEITINGUM
Løgtingslóg nr. 50 frá 04.04.2002 '); document.writeln(''); } //-->
Nr. 50 4. apríl 2002 Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 4 frá 25. januar 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis: "Tó verður grundupphæddin til fólkapensjón ikki javnað."
2) § 3 verður orðað soleiðis:
"§ 3. Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru: Upphæddir fyri ár 2002
Almannapensjónslógin
Árliga Kr.
Grundupphædd til fólkapensjón - støk
50.028
Grundupphædd til fólkapensjón - gift hvør
39.756
Grundupphædd til fyritíðarpensjón - støk
52.032
Grundupphædd til fyritíðarpensjón - gift hvør
41.352
Viðbót til fólkapensjón - støk
28.224
Viðbót til fólkapensjón - gift hvør
21.840
Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - støk
51.720
Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - gift hvør
46.704
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón - støk
16.788
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón - gift hvør
14.568
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón - støk
15.852
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón - gift hvør
12.732
Hjálparviðbót
25.956
Røktarviðbót
51.804
Avlamisviðbót/avlamisveiting
24.276
Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar
44.500
Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fyritíðarpensjónistar
66.800
Løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
kr.
Upphædd til persónligan tørv
8. 760 (árliga)
Gjald fyri umlætting
96 (um samdøgrið)
Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
Árliga kr.
Upphædd
4.572
Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
Árliga kr.
Barnagjald sbrt. § 5
9.360
Gjald í sambandi við føðing eftir § 6
540 (eingangsupphædd)
Gjald til uppihald fyri og aftaná føðing eftir § 6
924 (eingangsupphædd)
Barnagjald sbrt. § 15, stk. 1 og 2
9.360
Økt barnagjald sbrt. § 15, stk. 3
(Tvær ferðir upphæddina
sambært § 5 )
3) § 5 verður orðað soleiðis: "§ 5. Javnaðu árligu veitingarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 12, tó ikki samdøgursupphæddir og eingangsupphæddir. Frádráttarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 100." § 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingunum fyri januar mánað 2002.
Tórshavn, 4. apríl 2002
Anfinn Kallsberg, (sign.)
løgmaður