LØGTINGSLÓG NR. 154 FRÁ 20. DESEMBER 2001 UM BYGGING AV NÝGGJARI SUÐUROYARFERJU, SUM BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 10 FRÁ 14. FEBRUAR 2002
Løgtingslóg nr. 154 frá 20.12.2001 '); document.writeln(''); } //-->
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur um bygging av nýggjari ferju til suðuroyarleiðina. Byggiútreiðslurnar fyri ferjuna kunnu í mesta lagi verða 310 mió. kr.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 10 frá 14. februar 2002