LØGTINGSLÓG NR. 138 FRÁ 1. NOVEMBER 2001 UM BROYTING Í LØGTINGSLÓG UM KRINGVARP

Løgtingslóg nr. 138 frá 01.11.2001
Nr. 138 1. november 2001

   Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1.

   Í løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 17. mai 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
1)Í § 6, stk. 3 verður "9 manna nevnd" broytt til: "11 manna nevnd"
2)Í § 18, stk. 3 verður "9 manna nevnd" broytt til: "11 manna nevnd"

§ 2

   Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tórshavn, 1. november 2001

Anfinn Kallsberg, (sign.)

løgmaður

Lm. 10/2001

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd