LØGTINGSLÓG NR.115. FRÁ 15. AUGUST 2001 UM BROYTING Í LØGTINGSLÓG UM VINNULIGAN FISKISKAP
Løgtingslóg nr. 115 frá 15.08.2001 '); document.writeln(''); } //-->
Nr.115. 15. august 2001 Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 27 verður orðað soleiðis : "§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi, undantikið lemmatrolarar størri enn 1000 HK, frá 1. september 2001 til 31. august 2002." 2) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt javnt millum fiskiførini tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin: Bólkur 2: Partrolarar 6.839 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.527 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons 4.461 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons 4.400 fiskidagar Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiði 22.444 fiskidagar" § 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 15. august 2001
Anfinn Kallsberg, (sign.)
løgmaður