LØGTINGSLÓG NR. 77 FRÁ 8. MAI 2001 UM SJÁLVBODNAR KOMMUNUSAMANLEGGINGAR

Løgtingslóg nr. 77 frá 08.05.2001
Nr. 77 8. mai 2001

   Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

 Øki lógarinnar

   § 1. Henda løgtingslóg ásetir treytirnar fyri sjálvbodnum kommunusamanleggingum.

  Sjálvboðin kommunusamanlegging

   § 2. Avtalur um kommunusamanlegging skulu hava fyrilit fyri:
1) at stovnseta kommunueindir, sum eru samfeldar landafrøðiliga og samferðsluliga,
2) møguleikunum fyri at menna fólka-, vinnu- og búskaparviðurskifti,
3) at røkja kommunuuppgávur, og
4) at fólkatalið helst skal vera í minsta lagi 2000 borgarar.

   Stk. 2. Reglurnar í stk. 1, nr. 1 og 4, eru ikki galdandi fyri útoyggjakommunur, ið hava ætlanir um kommunusamanlegging sínámillum.

   § 3. Áðrenn avtalur um kommunusamanleggingar verða góðkendar av landsstýrismanninum sambært § 4, skal semja í minsta lagi vera um:
1) kommununavnið, har heitið "kommuna" skal vera ein partur av navninum,
2) staðseting um, hvar og hvussu kommunustýrið finnur sær sæti,
3) mannagongd um samanlegging av fyrisiting,
4) uppgerð av ognar- og fíggjarviðurskiftum,
5) tíðarfesting um, nær samanleggingin skal vera fullførd, og
6) um staðbundnar nevndir skulu verða settar.

Heimildir

   § 4. Avtalur um sjálvbodnar kommunusamanleggingar skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann, eftir góðkenning frá viðkomandi kommunum, umskipa og tillaga kommunumark, har kommunusamanleggingin ber við sær óhóskilig marknaviðurskifti. Eru ivamál um kommunumark, tekur landsstýrismaðurin avgerð í málinum.
   Stk. 3. Avgerðir sambært stk. 1 og 2 eru endaligar innan fyrisitingina.

   § 5. Uttan mun til, um talan er um kommunusamanlegging, kann landsstýrismaðurin góðkenna eina umskipan av markinum í millum kommunur, um semja er í millum hesar.

 Gildiskoma

   § 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

    § 7. Tá henda løgtingslóg kemur í gildi, eru tær føroysku kommunurnar hesar:

Fugloyar-, Svínoyar-, Viðareiðis-, Hvannasunds-, Klaksvíkar-, Kunoyar-, Mikladals-, Húsa-, Elduvíkar-, Oyndarfjarðar-, Fuglafjarðar-, Leirvíkar-, Gøtu-, Runavíkar-,

Nes-, Skála-, Sjóvar-, Sunda-, Eiðis-, Gjáar-, Funnings-, Haldarsvíkar-, Saksunar-, Hvalvíkar-, Hósvíkar-, Kvívíkar-, Vestmanna-, Tórshavnar-, Kirkjubøar-, Hests-, Nólsoyar-, Sandavágs-, Miðvágs-, Sørvágs-, Bíggjar-, Mykines-, Skopunar-, Sands-, Húsavíkar-, Skálavíkar-, Skúvoyar-, Hvalbiar-, Tvøroyrar-, Fámjins-, Hovs-, Porkeris-, Vágs- og Sumbiar kommuna.

Tórshavn, 8. mai 2001

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd