LØGTINGSLÓG NR. 16 FRÁ 23. FEBRUAR 2001 UM DJÓRASJÚKUR, SUM BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 18 FRÁ 8. MAI 2008

Lřgtingslóg nr. 16 frá 23.02.2001
Nr. 16 23. februar 2001

(um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum)

Kapittul 1
Lógarinnar øki

   § 1. Lógin fevnir um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum, herímillum zoonosum og øðrum heilsuskaðiligum evnum í djórum, ið kunnu verða flutt til menniskju við djóraúrdráttum.

   § 2. Lógin fevnir um allar smittandi sjúkur, zoonosur, arvaligar sjúkur, fóðringstreytaðar og umhvørvistreytaðar sjúkur, heruppií tær sjúkur, sum eru tilskilaðar í skjali 1 og 2 til hesa lóg. Við sjúku í hesi lóg er eisini at skilja eitran og dálking av djórum.
   Stk. 2. Við zoonosur er at skilja sjúkur og smitta, ið natúrliga verða fluttar frá djórum til menniskju. Við zoonotisk smittuevni eru at skilja smittuevni, ið kunnu elva til zoonosur.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera broytingar í teimum í stk. 1 nevndu skjølum, soleiðis at skjølini eisini koma at fevna um arðar sjúkur, ella at sjúkur verða fluttar frá einum skjalið ella bólki til annað skjal ella bólk.

   § 3. Lógin fevnir bæði um djór, ið menniskju hava í varðveitslu, og villdjór, eins og djóraúrdráttir.
   Stk. 2. Við djór í hesi lóg er at skilja rygg- og ryggleys djór á øllum menningarstigum, herímillum havbúnaðardjór og fiskar.
   Stk. 3. Við havbúnaðardjór í hesi lóg er at skilja fiskar, krabbadjór og lindjór, ið verða havd í alibrúkum í fesk- ella saltvatni.
   Stk. 4. Við fiskar í hesi lóg er at skilja øll sløg av fiski, krabbadjórum og lindjórum, sum liva í fesk- ella saltvatni.
   Stk. 5. Við djóraúrdráttir í hesi lóg er at skilja allir partar av djórum, heruppií sáð, egg, embryonir og mjólk, eins og matvørur av djórum, fiskar, fiskaúrdráttir og djóraburturkast.

Kapittul 2
Skyldur djóraeigarans

   § 4. Djóraeigarin hevur skyldu til at ansa eftir, at djór hansara ikki gerast sjúk, herímillum at djórini ikki verða smittað við sjúkum, nevndar í fylgiskjali 1 og 2, og at djórini ikki smitta onnur djór.
   Stk. 2. Hann, sum hevur djór undir hond vegna djóraeigaran, hevur somu skyldur, sum djóraeigarin hevur eftir hesi lóg.

   § 5. Djóraeigari, sum hevur djór, sum eru smittað, ella sum illgruni kann vera um eru smittað, við sjúku, nevnd í fylgiskjali 1 og 2, skal beinanvegin boðsenda djóralækna. Til illgrunin er avsannaður ella sannaður, skal eigarin seta í verk tiltøk móti smittuspjaðing til onnur djór, heruppií forða djórunum í at koma í samband við onnur djór.
   Stk. 2. Persónur, ið heldur, at djórini hjá øðrum eru ella kunnu vera fongd við sjúku, nevnd í fylgiskjali 1 og 2, skal boða eigaranum ella tí myndugleika, ið tilnevndur er eftir § 7, frá.
   Stk. 3. Persónur, ið kemur fram á villdjór, sum eru ella kunnu vera smittað ella deyð av sjúku, nevnd í fylgiskjali 1 og 2, skal beinanvegin boða tí myndugleika, ið tilnevndur er eftir § 7, frá.
   Stk. 4. Persónur, ið heldur, at djór í hópatali eru deyð, skal beinanvegin boða tí myndugleika, ið tilnevndur er eftir § 7, frá.
   Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at djóralækni skal boðsendast, um djór hava ávís nærri tilskilað sjúkueyðkenni.

Kapittul 3
Kanning og staðfesting

   § 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at djór og djórahald skulu kannast fyri sjúkur og heilsuskaðilig evni, heruppií veterinerar heilivágsleivdir og dálking.
   Stk. 2. Í reglunum kann vera ásett, at royndir skulu takast av djórum, djóraúrdráttum, djóratøðum, fóðri, avgrøði og fjósinnbúgvi v.m., og at tær skulu kannast á starvsstovu. Í reglunum kunnu eisini vera ásetingar um avlíving av djórum við kanning fyri eyga. Í reglunum kann vera ásett, at royndirnar skulu takast í djórahaldinum, ella á matvøruvirkjum, sum taka ímóti djórum ella djóraúrdráttum frá djórahaldinum.

   § 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvørji tiltøk skulu setast í verk, um illgruni er um sjúku, ella tilburðir eru av sjúku, nevnd í fylgiskjali 1 og 2.
   Stk. 2. Í reglunum kunnu vera ásetingar um avlíving av djórum við kanning fyri eyga, um royndartøku og innsendan av royndum, starvsstovukanningar og fráboðan til myndugleika, tilnevndur av landsstýrismanninum.

   § 8. Boðsendi djóralæknin, sbr. § 5, skal royna at sanna ella avsanna illgrunan um sjúkuna og royna at staðfesta, hvør sjúkan er.
   Stk. 2. Um djóralækni, eftir at hava gjørt kanningar sambært stk. 1, ella í aðramáta í sambandi við sítt arbeiði, fær illgruna um sjúku, nevnd í fylgiskjali 1, skal djóralæknin áleggja djóraeigaranum at seta í verk tey smittuavmarkandi tiltøk, ið eru neyðug, og beinanvegin boða tí myndugleika, ið tilnevndur er eftir § 7, frá..
   Stk. 3. Um djóralæknin, eftir at hava gjørt kanningar sambært stk. 1, ella í aðramáta í sambandi við sítt arbeiði fær illgruna um sjúku, nevnd í fylgiskjali 2, skal djóralæknin gera kanningar, taka royndir, áleggja djóraeigaranum at seta í verk tey smittuavmarkandi tiltøk, ið eru neyðug, og boða tí myndugleika frá, ið tilnevndur er eftir § 7.

Kapittul 4
Fyribyrging og niðurberjing

   § 9. Fyri at beina fyri, hindra, avmarka ella reka aftur vanda fyri spjaðing av zoonotiskum smittuevnum og sjúkum, nevndar í fylgiskjali 1 og 2, kann landsstýrismaðurin áseta reglur og geva boð um, at serstøk tiltøk skulu setast í verk, og seta forboð móti nýtslu av djórum, djóraúrdráttum, djóratøðum, fóðri, avgrøði og lutum, sum kunnu spjaða sjúkur og zoonotisk smittuevni.
   Stk. 2. Tiltøk sambært stk. 1 kunnu m.a. fevna um:
1)Fyri djór:
 a)serligar kanningar, heruppií royndartøku og uppskurð av kroppum fyri at gera av sjúkuna,
 b)umsjón,
 c)merking,
 d)viðgerð,
 e)koppseting,
 f)avbyrging,
 g)serligar treytir fyri avhending,
 h)avlíving ella serligt slakt og fyribeining,
 i)nýtslu av djórum til aling ella natúrligan gitnað,
 j)gjørdan gitnað og eggflutning.
2)Fyri djóraúrdráttir, djóratøð, fóður, avgrøði og lutir, sum kunnu vera smittaðir ella dálkaðir:
 a)serligar kanningar,
 b)viðgerð,
 c)merking,
 d)serliga nýtslu,
 e)serligar treytir fyri avhending,
 f)sóttreinsan,
 g)týning,
 h)goymslu og burturbeining,
 i)fyribeining.
3)Fyri virkir, bygningar, fastar støðir, útbúnað, maskinur, flutningsfør og brunnbátar, ið verða nýtt til djór og djóraúrdráttir:
 a)serlig krøv um innrætting og rakstur,
 b)reingerð og sóttreinsan,
 c)afturtøku av løggilding og góðkenning,
 d)umsjón,
 e)byrging,
 f)turrlegging og til- og frárensl av vatni.
4)Fyri landøki, oyggjar, firðir og havøki:
 a)flutning eftir ávísum flutningsleiðum av djórum, fóðri og djóraburturkasti, tøðum, báshálmi og øðrum tilfari, sum kann hava við sær vanda fyri spjaðing av sjúkum ella zoonotiskum smittuevnum,
 b)sigling við fóðurbátum ella brunnbátum eftir ávísum farleiðum til og frá alibrúkum og virkjum, ið slakta alidjór ella veita fóður,
 c)leysslepping av djórum og djórahaldum uttan girðing ella aðra byrging
 d)veiðu og fiskiskap í økjum, har vandi kann vera fyri spjaðing av sjúkum ella zoonotiskum smittuevnum.

   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera tilbúgvingarætlanir og seta í verk tíðaravmarkað tiltøk fyri at beina fyri, hindra, avmarka ella reka aftur vanda fyri spjaðing av zoonotiskum smittuevnum og sjúkum, nevndar í fylgiskjali 1 og 2.

Kapittul 5
Heilsuskipanir

   § 10. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um eftirlit við heilsustøðuni og um fyribyrging og betring av heilsutrupulleikum hjá djórum (heilsuskipanir).
   Stk. 2. Í reglunum kunnu vera ásetingar um regluligt djóralæknaeftirlit og um innsavnan og fráboðan av upplýsingum um heilsu og heilivágnýtslu.
   Stk. 3. Heilsuskipanir kunnu fevna um tær í § 9 ásettu reglurnar.
   Stk. 4. Heilsuskipanir kunnu fevna um djórahald og virkir, ið framleiða ella virka djóraúrdráttir.

Kapittul 6
Meginskrá fyri sjúkur

   § 11. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um stovnan og rakstur av einari meginskrá fyri djórahald og sjúkur hjá djórum (meginskráin fyri djórasjúkur). Reglurnar kunnu hava ásetingar um avmarkingar í høvinum at fáa upplýsingar úr skránni og um høvið at lata víðari stakar upplýsingar ella hópupplýsingar úr skránni til einstaklingar ella til ikki nærri tilskilaðar móttakarar.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skyldur djóraeigarans at lata upplýsingar um djórahald til skránna.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skyldu hjá virkjum, sum eru løggildað ella góðkend sambært hesi lóg og matvørulógini, at lata upplýsingar til skránna.
   Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skyldu at fráboða til skránna um nýtslu av djóraheilivági, kanning av sjúkum hjá djórum og kanning av smittuevnum, eiturevnum, leivdum av heilivági v.m. í djórum og djóraúrdráttum. Reglurnar kunnu fevna um:
1)djóralæknar og persónar, ið eru løggildir ella góðkendir sambært §§ 2-7 í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.
2)almennar starvsstovur og starvsstovur, sum eru løggildar sambært § 31 í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

   Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann eftir samráðing við avvarðandi landsstýrismann áseta reglur um, at apoteksverkið skal lata skránni upplýsingar um sølu av forskriftaskyldugum heilivági og heilivági í handkeypi til djór.
   Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann eftir samráðing við avvarðandi landsstýrismann áseta reglur um skyldu hjá øðrum almennum stovnum at lata skránni upplýsingar um viðurskifti, sum viðvíkja sjúkum hjá djórum og zoonotiskum smittuevnum v.m.

Kapittul 7
Djórahald

   § 12. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av djórahaldi og um djóralæknaeftirlit við djórahaldi.
   Stk. 2. Við djórahald er at skilja djór eins og bygningar og støðir, har djór verða havd varandi ella fyribils.
   Stk. 3. Í reglunum kann vera ásett, hvørji djórasløg loyvt er at hava í viðkomandi djórahaldi.

Kapittul 8
Flutningur og handil við djórum

   § 13. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um smittuverjandi tiltøk í sambandi við flutning og handil við djórum og um djóralæknaeftirlit í hesum sambandi.
   Stk. 2. Í reglunum kann vera ásett, at eigari av djórahaldi skal skráseta frágongd frá og tilgongd til djórahaldið og aðrar upplýsingar, sum hava týdning í sambandi við eftirlit við sjúkum hjá djórum.

   § 14. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at djór, ið verða flutt, seld ella latin til slaktingar, skulu vera merkt ella hava skjalprógv, soleiðis at uppruni djóranna og identitetur teirra kann verða staðfestur, og metast kann um heilsustøðuna.
   Stk. 2. Í reglunum kunnu vera nærri ásetingar um, at ávíst slag av merking ella skjalprógvi skal verða nýtt.

   § 15. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at einans djór, ið koma frá djórahaldum, ið eru við í einari heilsuskipan, jbr. § 10, kunnu sleppast leys, verða flutt, seld, ella latin til slaktingar.
   Stk. 2. Í reglunum kann vera ásett, at onnur djór enn tey, ið eru nevnd í stk. 1, kunnu sleppast leys, verða flutt, seld, ella latin til slaktingar, tá ein djóralækni frammanundan hevur staðfest, at djórini ella upprunaliga djórahaldið eingi sjúkueyðkenni hava.

   § 16. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av fyritøkum, sum flyta livandi djór, herímillum reglur fyri lastbilar, brunnbátar og onnur før, ið verða brúkt til flutning av livandi djórum.
   Stk. 2. Í reglunum kann vera ásett, hvørji djórasløg fyritøkan ella viðkomandi flutningsfar kann flyta.

Kapittul 9
Inn- og útflutningur

   § 17. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um veterinereftirlit við innflutningi og útflutningi av djórum og djóraúrdráttum, jbr. § 3, og djórafóðri, djóratøðum, plantuúrdráttum, og øðrum úrdráttum og lutum, ið kunnu spjaða sjúkur og zoonotisk smittuevni.

   § 18. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um stovnan, innrætting og rakstur av veterinerum marknaeftirlitsstøðum. Landsstýrismaðurin kann heruppií áseta reglur um, at marknaeftirlitið, í sambandi við umsókn um stovnan av marknaeftirlitsstøðum, uttan útreiðslu fyri landskassan fær neyðugt útgjørd høli og útbúnað at ráða yvir. Landsstýrismaðurin kann heruppií áseta, at marknaeftirlitsstøð, ið einans verður nýtt í sera avmarkaðan mun, skal niðurleggjast sum marknaeftirlitsstøð.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at um útreiðslurnar í sambandi við rakstur av teimum í stk. 1, pkt. 2, nevndu marknaeftirlitsstøðum, ið ikki verða rindaðar við tí gjaldi, ið verður kravt sambært § 39, stk. 1, heilt ella lutvíst skulu rindast av teimum, ið standa aftanfyri umsóknina um stovnan av marknaeftirlitsstøðini.

Kapittul 10
Aling, gitnaður, ísáing, eggflutningur og ílegutøkni

   § 19. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um góðkenning av virkjum, ið hava djór við tí endamáli at fremja natúrligan gitnað av djórum hjá øðrum, ella við tí endamáli at savna saman sáð, egg ella embryonir, ið skulu nýtast til gjørdan gitnað, ísáing ella egg- og embryoflutning, og um djóralæknaeftirlit við hesum virkjum.
   Stk. 2. Virkir, jbr. stk. 1, eru eisini virkir, ið klekja egg hjá flogfenaði, og virkir, ið strúka, gita og klekja fiskarogn.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at felagsskapir, feløg ella onnur samtøk, ið verða rikin við tí í stk. 1 nevnda endamáli, skulu vera góðkend.

   § 20. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um heilsulig krøv til djór, ið skulu nýtast til aling, og til sáð, egg ella embryonir, ið eru ætlað til gjørdan gitnað, ísáing, egg- ella embryoflutning.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um merking av djórum, ið verða nýtt sum gevarar og móttakarar av sáð, eggum ella embryonum, eins og av tí avkomi, sum verður.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at djór og sáð, egg ella embryonir frá djórum, sum skulu nýtast til gjørdan sáð- ella eggflutning í djór hjá øðrum, einans kunnu verða havd ella goymd á virkjum, sum eru góðkend til hetta.

   § 21. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innsavnan, tøku, meting, fyrireiking, eyðmerking, varðveitslu, sending av sáð v.m. og gjørdan gitnað, ísáðing, egg- og embryoflutning.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skylduna hjá virkjum at skriva niður og geva fráboðan um viðurskifti viðvíkjandi sjúkutilburðum og eftirliti við kvidni og burðarførleika.

   § 22. Gjørdur flutningur av sáð, eggum ella embryonum í djór ella tøka av eggum ella embryonum úr djórum kunnu einans verða gjørd av løggildum djóralækna ella av persónum, sum eru løggildir ella góðkendir sambært §§ 2-7 í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

   § 23. Broytingar í ílegunum hjá djórum kunnu ikki verða gjørdar, fyrr enn serstøk lóggáva um hetta er sett í gildi, jbr. § 1 í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

Kapittul 11
Djóratøð

   § 24. Djóratøð skulu viðgerast, goymast, flytast, spreiðast og nýtast á slíkan hátt, at smittuevni ella onnur skaðilig evni ikki verða spjadd. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um hetta.
   Stk. 2. Djóratøð fevna um føst tøð, land og flottøð, eins og báshálm og evju frá djórahaldi.

   § 25. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av virkjum, ið savna saman, goyma og viðgera tøð undan djórum við fyribeining og oyðilegging av smittuevnum fyri eyga, um nýtsluna av tøðunum og um djóralæknaeftirlit.
   Stk. 2. Í reglunum kunnu vera ásetingar um skyldu hjá virkjum, sum eru góðkend eftir stk. 1, at taka ímóti og viðgera djóratøð, sum góðkenningin fevnir um.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri lastbilar og onnur før, ið verða nýtt til flutning av tøðum.

Kapittul 12
Djóraburturkast

   § 26. Djóraburturkast skal viðgerast, goymast, flytast v.m. á slíkan hátt, at smittuevni ella onnur skaðilig evni ikki verða spjadd. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hetta.
   Stk. 2. Djóraburturkast fevnir um sjálvdeyð og avlívað djór, slaktiburturkast og fiskaslógv eins og djóraúrdráttir, ið eru óegnaðir til mannaføði, ella sum ætlanin ikki er at nýta til mannaføði.
   Stk. 3. Djóraburturkast kann ikki nýtast til djórafóður, uttan so, at landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til hetta.

   § 27. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um løggilding av virkjum, ið savna saman, goyma, viðgera ella býta út djóraburturkast við fyribeining og oyðilegging av smittuevnum fyri eyga ella við atliti at nýtslu sum djórafóður, og um djóralæknaeftirlit.
   Stk. 2. Í reglunum kunnu vera ásetingar um skyldu hjá virkjum, sum eru løggild eftir stk. 1, at taka ímóti og viðgera djóraburturkast, sum løggildingin fevnir um.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri skip, lastbilar og onnur flutningsfør, ið verða nýtt til flutning av djóraburturkasti.

Kapittul 13
Fóður

   § 28. Fyri at forða smittuspjaðing, ella øðrum heilsuvanda fyri djór, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um viðgerð, goymslu og nýtslu av úrdráttum, ið verða nýttir ella ætlandi verða nýttir til djórafóður, og um royndartøku av hesum eins og reglur um djórahald í sambandi við vinnuliga framleiðslu av fóðri.

   § 29. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um fóðurblandingar til djór og um vørulýsing, heruppií:
1)fóðurvirði, ráprotein og sornbart protein,
2)feitt og stívilsi,
3)træevni og øsku,
4)makro- og mikromineralir,
5)vitaminir,
6)týðandi aminosýrur og ómettaðar feittsýrur.

   Stk. 2. Í reglunum kunnu vera sett boð ella forboð viðvíkjandi nýtsluni av ávísum:
1)plantu- og djóraúrdráttum,
2)lívrunnum og ólívrunnum evnum,
3)íblandingarevnum og hjálparevnum,
4)haldevnum.

   Stk. 3. Í reglunum kunnu vera ásetingar um hámarksvirðir fyri:
1)óynskt og skaðilig evni, heruppií leivdir av skaðakyktaeitri, halogentengdum lívrunnum sambindingum og tungmetallum v.m.
2)smittuevnum og bakteriueiturevnum v.m.

   Stk. 4. Í reglunum kann vera ásett forboð móti:
1)evnum við hormonlíkari ávirkan,
2)vakstrarfremjarum,
3)heilivági og evnum við heiliváglíkari ávirkan.

   § 30. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um løggilding av virkjum, ið framleiða, innflyta ella útflyta djórafóður, beinmjøl, fiskamjøl, fiskalýsi o.l., ella sum innflyta ella útflyta rávøru og hjálparevni til framleiðslu av hesum vørum, og um djóralæknaeftirlit.

   § 31. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skráseting og rakstur av fyritøkum, ið selja og flyta fóður til djór, herímillum reglur fyri lastbilar, skip og onnur før, ið verða brúkt til flutning av fóðri.

Kapittul 14
Veterinerur heilivágur, fóðurheilivágur og afturhaldstíðir

   § 32. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um ella banna innflutningi, goymslu, sølu og nýtslu av veterinerum heilivági, heruppií koppingarevnum, sera, órininfrøðiligum royndartilbúningi, fóðurheilivági og øðrum tilbúningum, virkaðir úr djóraúrdráttum.
   Stk. 2. Í reglunum kunnu vera ásetingar um tíðarfreistir (afturhaldstíðir) fyri, nær aftaná lokna viðgerð við veterinerum heilivági og fóðurheilivági djór kunnu verða tikin úr djórahaldinum,
1)egg og mjólk frá viðgjørdum djórum kunnu verða nýtt til fóður,
2)djór kunnu verða slaktað og nýtt til matvøru ella fóður.

   Stk. 3. Í reglum sambært stk. 1 kann vera ásett, at djóralæknar skulu gera serstakar skrásetingar um fyriskipan og útflýggjan av veterinerum heilivági, sum nevndur er í stk. 1, og at skrásetingarnar skulu fráboðast tí myndugleika, ið er tilnevndur eftir § 7.

   § 33. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um ella forboð móti innflutningi, goymslu, sølu og nýtslu av evnum, heruppií hormonum og hormonlíkum evnum, ið stýra verpingar- og mjólkarevnunum, vøkstrinum ella nøringini hjá djórum.

   § 34. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um goymslu av veterinerum heilivági, fóðurheilivági, sóttreinsanarevnum og eiturevnum í djórahaldum og djóralæknaeftirlit við hesum.

   § 35. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um nýtslu av sóttreinsanarevnum, øðrum vørum og hættum, ið kunnu nýtast til fyribyrging og burturbeining av sjúkuelvandi viðurskiftum í umhvørvinum hjá djórum.

   § 36. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um nýtslu av tilfari, ið kann elva til sjúku, við granskingar- og royndarendamáli fyri eyga, ella við tí fyri eyga at gera lívfrøðiligar tilbúningar.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um inn- og útflutning av tilfari, ið kann elva til sjúku, og um viðgerð, goymslu og sølu av slíkum tilfari.

   § 37. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um útsetan, nýtslu, sølu, innflutning og útflutning av djórum, ið eru ílegutøkniliga framleidd, heruppií djórum, ið eru tillagað við organismum, ið eru framleiddar við ílegutøkni, og um fráboðan ella góðkenning frammanundan.

Kapittul 15
Kjøteftirlit og slátureftirlit

   § 38. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um løggilding av virkjum, ið avlíva og slakta djór, og framleiða djóraúrdráttir við sølu til heilsølur ella smásølur fyri eyga, og um veterinert eftirlit.
   Stk. 2. Í reglunum kunnu vera ásetingar um avmarkingar í ella forboð móti, at djór verða slaktað við hús við sølu til matna fyri eyga um heilsølur ella smásølur.

   § 38 a. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um løggilding ella góðkenning av virkjum, flutningsførum o.ø. rúmun, sum verða nýtt til fiskaarbeiði, goymslu, flutning, frysting, konservering, pakking ella aðra virking av fiski og fiskaúrdrátti til matna ella til dýrafóður, fiskamjøl, fiskaolju o.a.
   Stk. 2 Reglurnar kunnu t.d. fevna um:
1.góðkenning av etablering og innrætting av virkjum,
2.heilsufrøðilig góðsku- og flokkingarkrøv til fisk og fiskaúrdrátt og krøv um merking av fiskaúrdrátti,
3.heilsufrøðilig krøv til rakstur og til høli og útgerð á virkjum, herundir krøv um viðlíkahald og heilsufrøðilig krøv til fiskakassar og pakkitilfar,
4.krav um innaneftirlit og um alment eftirlit,
5.krøv um heilsueftirlit og reinførisviðurskifti hjá fólki, sum fáast við stk. 1 nevndu arbeiði.

Kapittul 16
Gjald og endurgjald

   § 39. Gjald fyri tiltøk eftir hesi lóg ella reglum við heimild í hesi lóg liggur á viðkomandi djóraeigara ella virki, um ikki landsstýrismaðurin ásetir annað. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hetta.
   Stk. 2. Um gjøld sambært stk. 1 ikki verða rindað innkrevjandi myndugleikanum rættstundis, verður rindað renta eftir § 5 í rentulógini. Landsstýrismaðurin kann áseta gjald fyri áminningarskriv.
   Stk. 3. Gjøld sambært stk. 1-2 kunnu verða heintað inn við panting.

   § 40. Verða djór, fiskur á øllum menningarstigum undantikin, avlívað eftir boðum frá myndugleikunum, verður endurgjald, svarandi til virðið á djórunum, rindað av tí almenna eftir reglum, ásettum av landsstýrismanninum.
   Stk. 2. Fíggjarligt tap, ið djóraeigari ella virki hevur, orsakað av tiltøkum, ið verða áløgd eftir lógini, og sum ikki kemur undir stk. 1, verður ikki endurgoldið av tí almenna, um ikki landsstýrismaðurin ásetir annað. Fíggjarligt tap, ið eigari hevur orsakað av, at seyður ella neyt verða avlívað orsakað av sjúku, ið kann staðfestast er komin frá innfluttum livandi djórum, verður tó endurgoldið av tí almenna.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at eigarar av djórum hava skyldu at tekna trygging móti møguligum tapi í sambandi við tiltøk, ið verða áløgd eftir lógini.

Kapittul 17
Eftirlit, latan av upplýsingum, kærur v.m.

   § 41. Starvsstovukanningar, ið verða gjørdar við heimild í lógini, skulu verða gjørdar av:
1)almennum starvsstovum,
2)starvsstovum, sum hava altjóða góðkenning á viðkomandi øki,
3)øðrum starvsstovum, sum eru løggildar eftir § 31 í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um kanningarhættir, analysuhættir, starvsreglugerð, royndartøku v.m.

   § 42. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um umsjón og eftirlit við, at lógin ella reglur, ásettar við heimild í lógini, verða hildnar.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um eftirlit við teimum upplýsingum, ið eru neyðugar fyri innkrevjing av gjøldum sambært reglum við heimild í hesi grein.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tað bókhald v.m., ið virkir skulu hava í sambandi við innkrevjing av gjaldi sambært § 39, stk. 1, ella reglum við heimild í hesi grein.

   § 43. Eigarar av djórahaldi og virkir skulu eftir áheitan frá eftirlitsmyndugleikanum lata tær upplýsingar, ið hava týdning fyri eftirlitið, heruppií serstakliga upplýsingar um keyp og sølu av djórum, djóraúrdráttum og matvøru av djórum, og uttan kostnað veita eftirlitsmyndugleikanum neyðuga hjálp í sambandi við eftirlit, kanningar og royndartøku og onnur tiltøk, ið verða framd sambært lógini.

   § 44. Tað áliggur virkjum, ið taka ímóti djóraúrdráttum frá landbúnaðar- og alibrúkum eftir áheitan at lata upplýsingar um tað djórahald, sum úrdráttirnir koma frá. Upplýsingarnar skulu fevna um navn eigarans og bústað, eyðmerking av ognini, og slag og samanseting av djórahaldinum.

   § 45. Um neyðugt, hevur landsstýrismaðurin, ella hann, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað til tess, nær tað skal vera, við hóskandi lógváttan og uttan rættarúrskurð atgongd til almenna og privata ogn og øki fyri at útinna tær heimildir, ið givnar eru í lógini ella reglum við heimild í lógini.
   Stk. 2. Um neyðugt veitir løgreglan hjálp. Landsstýrismaðurin kann eftir samráðing við avvarðandi myndugleika áseta nærri reglur um hetta.
   Stk. 3. Eftirlitsfólk frá Evropeiska Samveldinum hava rætt at gera eftirlit við tí endamáli at kanna, um Føroyar útinna sínar skyldur sambært reglunum í teim fyriskipanum, Føroyar hava bundið seg til at seta í verk. Eftirlitið skal verða gjørt í samstarvi við føroyskar myndugleikar.

   § 46. 1) Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
   Stk. 2. 1) Eftir samráðing við avvarðandi landsstýrismann, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at aðrir almennir myndugleikar ella stovnar skulu vera við til at røkja uppgávur eftir lógini. Landsstýrismaðurin kann áseta, at avgerðir hjá hesum stovnum ella myndugleikum kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
   Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at privatir stovnar skulu vera við til at røkja uppgávur sambært lógini ella reglum við heimild í lógini, og um kæru um avgerðirnar til Vinnukærunevndina.

Kapittul 18
Aðrar ásetingar

   § 47. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, sum eru neyðugar, til tess at fremja fyriskipanir, direktiv og avgerðir frá ES, innan fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum, sbr. §§ 1-3, sum Føroyar við einum av Løgtinginum góðkendum sáttmála við ES hava bundið seg til at seta í verk.

Kapittul 19
Revsireglur

   § 48. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður hann revsaður við bót, sum:
1)ikki boðsendir djóralækna sambært § 5, stk. 1, pkt. 1,
2)ikki boðar frá sambært § 5, stk. 2-4,
3)brýtur § 4, stk. 1, § 5, stk. 1, pkt. 2, § 8, § 22, § 23, § 24, stk. 1, § 26, stk. 1, og stk. 3,
4)ikki lýður boðum ella forboðum sambært § 9
5)ikki veitir hjálp sambært § 43,
6)ikki letur upplýsingar, nevndar í § 43 og § 44.

   Stk. 2. Í reglum, ið verða givnar við heimild í hesi lóg, kann vera ásett, at brot á reglurnar kunnu verða revsað við bót.
   Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.

   § 49. Strikað.

   § 50. Verður mett, at eitt brot ikki fer at hava við sær hægri revsing enn bót, kann landsstýrismaðurin boða frá, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um hann, sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar innan eina nærri ásetta freist, ið eftir umbøn kann verða longd, at rinda eina í fráboðanini ásetta bót.
   Stk. 2. Í teimum í stk. 1 nevndu málum verður § 752 í rættargangslógini at nýta samsvarandi. Fyri ta í stk. 1 nevndu fráboðan verða ásetingarnar í § 931, stk. 2, at nýta samsvarandi.
   Stk. 3. Verður bótin rindað rættstundis, ella verður hon eftir váttanina heintað inn ella rindað, fellur onnur rættarsókn burtur.

Kapittul 20
Gildiskoma v.m.

   § 51. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2001, og samstundis fara úr gildi hesar lógir:
1)Lov nr. 36 af 28. februar 1908 for Færøerne om Foranstaltninger mod smitsomme Sygdomme hos Husdyrene m.m.
2)Lov nr. 245 af 27. mai 1908 om Tilsyn med Udførsel af Kød m.m.
3)Lov nr. 349 af 23. december 1935 om Indførsel af forskellige Dyrearter.
4)Løgtingslóg nr. 26 frá 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum.

Fylgiskjal 1.

Bólkur A sjúkur

Bólkur A sjúkur fevnir um sjúkur, sum skulu fráboðast myndugleikunum sambært §§ 5, 7 og 8, stk. 2, í lógini. Sjúkurnar eru settar í stavrað undir tí ella teimum djórasløgum, har sjúkan oftast kemur fyri. Fráboðanarskyldan er galdandi, óansæð hvørjum djóraslagi, sjúkan verður ávíst hjá. Av tí at fáar av sjúkunum hava føroysk nøvn, eru tær allar nevndar við altjóða heitinum, ið aloftast er enskt.

Sjúkur, sum koma fyri hjá fleiri djórasløgum

Anthrax

Aujeszky's disease

Bluetongue

Foot and mouth disease

Heartwater

Leishmaniosis

Leptospirosis

Lumpy skin disease

New World screwworm (Cocchliomyia hominivorax)

Old World screwworm (Chrysomya bezziana)

Paratuberculosis

Q Fever

Rabies

Rift Valley fever

Vesicular stomatitis

Ađrar sjúkur, iđ av Landsdjóralćknanum ella řđrum myndugleika, sum hevur fingiđ heimild til hetta frá landsstýrismanninum, verđa mettar at hava stóran samfelagsligan týdning.

Sjúkur hjá neytum v.m.

Bovine anaplasmosis

Bovine babesiosis

Bovine cysticercosis

Bovine genital campylobacteriosis

Bovine spongiform encephalopathy

Bovine tuberculosis

Contagious bovine pleuropneumonia

Dermatophilosis

Enzootic bovine leucosis

Haemorrhagic septicaemia

Infectious bovine rhinotracheitis / infectioua pustular vulvovaginitis

Malignant catarrhal fever

Rinderpest

Theileriosis

Trichomonosis

Trypanosomosis (tsetse-borne)

Sjúkur hjá seyði ella geitum

Sheep pox and goat pox

Caprine and owine brucellosis (excluding Brucella ovis)

Caprine arthritis / encephalitis

Contagious agalactitis

Contagious caprine pleuropneumonia

Echinococcosis/hydatidosis

Enzootic abortation of ewes (ovine chlamydiosis)

Maedi-visna

Nairobi sheep disease

Ovine epididymitis (Brucella ovis)

Ovine pulmonary adenomatosis

Pest des petits ruminants

Salmonellosis (Salmonella abortusovis)

Scrapie

Sjúkur hjá rossum

African horse sickness

Contagious equine metritis

Durine

Epizootic lymphangitis

Equine encephalomyelitis (Eastern and Western)

Equine infectious anaemia

Equine influenza

Equine piroplasmosis

Equine rhinopneumonitis

Equine viral arteritis

Glanders

Horse manage

Horse pox

Japanese encephalitis

Surra (Trypanosoma evansi)

Venezuelan equine encephalomyelitis

Sjúkur hjá svínum

Atrophic rhinitis of swine

African swine fever

Classical swine fiver

Porcine brucellosis

Porcine cysticercosis

Porcine reproductive and respiratory syndrom

Swine vesicular disease

Sjúkur hjá kaninum

Myxomatosis

Tularemia

Rabbit haemorrhagic disease

Sjúkur hjá hundum, kettum og øðrum rovdjórum

Ongar

Sjúkur hjá flogfenaði

Avian tuberculosis

Fowl typhoid

Highly pathogenic avian influenza

Newcastle disease

Pullorum disease

Sjúkur hjá fiski

Channel catfish disease

Enteric septicaemia of catfish

Epizootic haematopoietic necrosis

Epizootic ulcerative syndrome

Furunculosis (Aeromonas salmonicida subsp. salmonicida)

Gyrodactylosis (Gyrodactylus salaris)

Infectious haematopoietic necrosis

Infectious pancreatic necrosis

Infectious salmon anemia (ISA, ILA)

Oncorhynchus masou virus disease

Piscirickettsiosis

Spring viraemia of carp

Viral encephalopathy and retinopathy

Viral haemorrhagic septicaemia

Sjúkur hjá lindjórum

Bonamiosis

Haplosporidiosis (Haplosporidiun nelsoni or H. costale )

Prekinosis

Marteiliosis

Mikrocystosis (Mikrocytos mackini)

Sjúkur hjá krabbadjórum

Taura syndrome

White spot disease

Yellowhead disease

Sjúkur hjá býflugum

Acariosis of bees

American foulbrood

European foulbrood

Nosemosis of bees

Varroosis

Fylgiskjal 2.

Bólkur B sjúkur

Bólkur B sjúkur fevnir um sjúkur, sum skulu fráboðast myndugleikunum sambært §§ 5, 7 og 8, stk. 3, í lógini. Sjúkurnar eru settar í stavrað undir tí ella teimum djórasløgum, har sjúkan oftast kemur fyri. Fráboðanarskyldan er galdandi óansæð hvørjum djóraslagi, sjúkan verður ávíst hjá. Av tí at fáar av sjúkunum hava føroysk nøvn, eru tær allar nevndar við altjóða heitinum, ið aloftast er enskt.

Sjúkur, sum koma fyri hjá fleiri djórasløgum

Botulism

Salmonellosis

Tetanus

Sjúkur hjá neytum

Bovine virus diarrhoea (Mucosal disease complex)

 

Sjúkur hjá seyði og geitum

Clostridial diseases (Bacillary hemoglubinuria, Big head, Blackleg, Infectious necrotic hepatitis, Lamb dysenteria, Malignant edema, Pulpy kidney disease, Struck)

Caseous lymphadenitis

Listeriose

Pasteurellosis

Sjúkur hjá rossum

Ongar

Sjúkur hjá svínum

Ongar

Sjúkur hjá kaninum

Ongar

Sjúkur hjá hundum, kettum og øðrum rovdjórum

Canine distemper

Canine adenovirus infection

Canine herpesvirus infection

Canine malignant lymphoma

Canine parvovirus infection

Canine rickettsial diseases

Feline infecrious anemia

Feline infectious peritonitis and pleruritis

Feline lymphosarcoma and leukemia

Feline panleukopenia

Sjúkur hjá flogfenaði

Avian infectious bronchitis

Avian chlamydiosis

Avian larhyngotracheitis

Avian mycoplasmosis (Mycoplasma gallisepticum)

Duck virus enteritis

Duck virus hepatitis

Fowl cholera

Fowl pox

Infectious bursal disease (Gumboro disease)

Marek's disease

Sjúkur hjá fiski

Atypical funcurolosis (Aerononas spp.)

Bacterial kidney disease

Cold water disease (Flexibacter psychrophilus)

Cold water vibriosis (Hitra disease, Vibrio salmonicida)

Columnaris disease (Flexibacter columnaris)

Erythrocytic inclusion body syndrome

Infectious pancreatic necrosis

Pancreas disease

Plasmacytoid leukaemia

Rainbow trout fry anenia (Cytophaga psychrophila)

Salmonoid rickettsial septicaemia

Vibriosis (Vibrio anguillarum)

Yersinosis (Enteric redmouth, Yersinia rukeri)

Sjúkur hjá lindjórum

Ongar

Sjúkur hjá krabbadjórum

Graffkemi (Aeromonas viridans)

Sjúkur hjá býflugum

Ongar

Tórshavn, 23. februar 2001

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður

 


1) Broytt viđ lřgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 er soljóđandi:"Stk. 1. Henda lřgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjřrd. Stk. 2. Kćrumál, sum eru reist, tá henda lřgtingdslógin kemur gildi, verđa viđgjřrd av kćrumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áđrenn henda lógin kom í gildi."

 

 

 

Evnisskipađ valmynd Stavrađađ valmynd Tíđarskipađ valmynd