LØGTINGSLÓG NR. 64 FRÁ 10. MAI 2000 UM BROYTING Í LØGTINGSLÓG UM INNFLUTNING OG SØLU AV RÚSDREKKA

Løgtingslóg nr. 64 frá 10.05.2000
Nr. 64 10. mai 2000

   Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

   Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 4. juni 1996 og løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 1996, verða gjørdar hesar broytingar:
1)Í § 4, stk. 2, verða orðini "eftir samráðing við rúsdrekka- og narkotikaráðið" strikað.
2)Í § 8, stk. 2, verða orðini "eftir samráðing við rúsdrekka- og narkotikaráðið" strikað.
3)Í § 9, stk. 3, verður "ein lækni" broytt til: "eitt umboð úr Fyribyrgingarráðnum".
4)§ 13, nr. 1, verður strikað.
5)Í § 13, nr. 2, sum verður broytt til § 13, nr. 1, verður "rúsdrekka- og narkotikaráðið" broytt til: "loyvisnevndina".
6)Í § 13, nr. 3, sum verður broytt til § 13, nr. 2, verður "rúsdrekka- og narkotikaráðið" broytt til: "loyvisnevndina".
7)§ 13, nr. 4, verður broytt til § 13, nr. 3.

§ 2

   Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002 og samstundis verður danski teksturin í løgtingslógini strikaður.

Tórshavn, 10. mai 2000

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd