LØGTINGSLÓG NR. 56 FRÁ 10. MAI 2000 UM FÓLKAHEILSURÁÐ, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 111 FRÁ 11. DESEMBER 2007
Løgtingslóg nr. 56 frá 10.05.2000 '); document.writeln(''); } //-->
Nr. 56 10. mai 2000 § 1. 1)Fólkaheilsuráðið er ráð undir landsstýrismanninum og hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Heruppií liggur á ráðnum:
1) at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk, 2) at styrkja heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk við ráðgeving og stuðuli til royndar- og menningararbeiði kring landið, 3) at taka stig til kanningar og útgreiðingar, sum eiga at verða framdar sum liður í einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum liður í eini meting av verandi heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøkum, 4) at stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum. 5) 1)at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd.
Stk. 2. 2) (úr gildi).
Stk. 3. 2) (úr gildi).§ 2. 3) 1) Í Fólkaheilsuráðnum sita 7 limir, tilnevndir av landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn. Ein limur umboðar undirvísingarverkið, ein limur umboðar almannaverkið, 3 limir eru heilsustarvsfólk, og ein limur umboðar løgregluna. Landsstýrismaðurin velur sjeynda limin, sum eisini skal hava serligt innlit í almanna- og heilsuviðurskifti. Landsstýrismaðurin velur formann og næstformann millum limirnar í ráðnum.
§ 3. Landsstýrismaðurin kann seta aðrar sakkønar nevndir til stuðuls í sambandi við uppgávur ráðsins. Limir í slíkum nevndum kunnu veljast millum fólk og feløg, ið ikki eru limir í ráðnum.
§ 4. Landsstýrismaðurin ásetir starvsskipan ráðsins eftir tilmæli frá ráðnum.
§ 5. 1) Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum hjá Fólkaheilsuráðnum og hjá møguligum øðrum sakkønum nevndum.
Stk 2. Landskassin rindar limunum í ráðnum eina samsýning eftir almennum reglum.§ 6. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at ráðið fær neyðuga skrivarahjálp og avger, um sjálvstøðug skrivstova skal setast á stovn.
§ 7. 1) Fólkaheilsuráðið almannakunnger minst annað hvørt ár frágreiðing um virksemi ráðsins.
§ 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000.
Stk. 2. Rúsdrekka- og Narkotikaráðið virkar framvegis síðustillað fyribyrgingarráðnum fram til 1. januar 2002 sbr. reglunum í kunngerð. nr. 133 frá 25. oktober 1990 um Rúsdrekka- og Narkotikaráð.Tórshavn, 10. mai 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
1) Broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 11. desember 2007, har § 2 er soljóðandi: "Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008."
2) Broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 23. mai 2005, har § 2 er soljóðandi: "Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2006."
3) Broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 9. mai 2005.