LØGTINGSLÓG NR. 42 FRÁ 24. MARS 2000 UM ENDURGJALD TIL KOMMUNUR Í SAMBANDI VIÐ, AT SJÓVEGIS FARLEIÐIR HJÁ STRANDFARASKIPUM LANDSINS VERÐA LAGDAR NIÐUR

Løgtingslóg nr. 42 frá 24.03.2000
Nr. 42 24. mars 2000

   Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

   § 1. Verður reglulig sjóvegis farleið hjá Strandfaraskipum Landsins í innanlands sigling løgd niður til/frá kommunalari havn ella bryggju, og verður leiðin ikki samstundis flutt til aðra kommunala havn ella bryggju í somu kommunu, rindar landið viðkomandi kommunu endurgjald í sambandi við, at leiðin verður løgd niður.

   § 2. Endurgoldið verður fyri tann inntøkumiss, sum kommunan hevur av, at skipa- og vørugjøld fyri Strandfaraskip Landsins í regluligari innanlands sigling detta burtur í sambandi við at farleiðin verður niðurløgd..
   Stk. 2. Endurgjaldið verður ásett sum ein roknað upphædd, svarandi til samlaðu inntøkurnar hjá kommununi av skipa- og vørugjøldum fyri Strandfaraskip Landsins seinastu 3 árini undan niðurleggingini býtt við trý faldað við fimm.

    § 3. Um Strandfaraskip Landsins stovnsetir regluliga innanlands sjóvegis farleið áðrenn 5 ár eftir, at farleið varð løgd niður, til somu kommunu, sum hevur fingið endurgjald eftir § 1, rindar kommunan heilt ella lutvíst landskassanum endurgjaldið aftur.
   Stk. 2. Afturrindingin verður ásett, sum munurin millum rindað endurgjald og mettu samlaðu inntøkurnar hjá kommununi fyri skipa- og vørugjøld fyri Strandfaraskip Landsins av stovnsettu farleiðini í 3 ár býtt við 3 falda við tali av heilum árum ella broti av heilum árum, sum íresta, til 5 ár eru gingin, síðani farleiðin, sum endurgjald er rindað fyri, varð løgt niður.

   § 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tórshavn, 24. mars 2000

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd