LØGTINGSLÓG NR. 92 FRÁ 4. JUNI 1996 UM STUÐUL TIL POLITISKT VIRKSEMI OG POLITISKA UPPLÝSING.

Løgtingslóg nr. 92 frá 04.06.1996

   § 1. Endamálið við hesi lóg er at styrkja politiska arbeiðið og politiska upplýsing við at veita stuðul úr landskassanum, sum kann brúkast til
 a)rakstur av einum politiskum flokki, herundir útvegan av fastari ogn til politiskt virksemi,
 b)skeið- og fundarvirksemi um politisk/samfelagslig mál,
 c)útgávu av bløðum, tíðarritum, bókum, bondum og fløgum við politiskum/samfelagsligum innihaldi, ella
 d)kanning av viðurskiftum, sum hava við føroyska samfelagið at gera.

   § 2. Úr landskassanum verður veittur stuðul til teir politisku flokkar, sum sambært hvørt seinasta løgtingsval hava fingið umboð á tingi.
   Stk. 2. Stuðul verður eisini veittur tingmanni, sum er valdur uttanflokka.

   § 3. Stuðulin verður veittur sambært játtan á fíggjarløgtingslógini á hvørjum ári.
   Stk. 2. Upphæddin verður býtt millum flokkar og uttanflokkatingmann eftir atkvøðutali teirra á seinasta løgtingsvali. Hjá valdum uttanflokkstingmanni verða allar atkvøður, sum hann, listin og onnur valevni fingu, taldar við í uppgerðini.
   Stk. 3. Stuðul verður veittur landsnevndini hjá flokki, smb. tó stk. 5 og 6, ella uttanflokkstingmanni eftir umsókn, sum skal sendast landsstýrinum í seinasta lagi 6 mánaðir eftir hvørt løgtingsval. Stuðul verður síðani veittur uttan umsókn, til løgtingsval aftur er, smb. tó stk. 5 og 6.
   Stk. 4. Stuðul verður veittur frá 1. í mánaðinum eftir, at løgtingsval hevur verið, og til endan á tí mánaði, tá løgtingsval er.
   Stk. 5. Tingmaður, sum fer úr ella verður koyrdur úr einum tingbólki í valskeiðinum, fær eftir umsókn stuðul sambært hesi lóg frá 1. í mánaðinum eftir, at løgtingið hevur fingið skrivliga fráboðan um hetta. Upphæddin, sum goldin verður honum, verður býtt eftir tingmannatali floksins. Stuðulin, sum viðkomandi flokkur fær, minkar samsvarandi.
   Stk. 6. Tingmaður, sum er í tingbólki hjá einum flokki, hevur eftir umsókn rætt til at fáa part av floksins stuðli útgoldnan í staðin fyri, at allur stuðulin verður goldin landsnevnd floksins. Tingmaður skal í hesum føri boða løgtinginum og landsstýrinum skrivliga frá hesum. Stuðul verður veittur hesum tingmanni frá 1. í mánaðinum eftir, at Landsstýrið hevur fingið fráboðan um hetta. Upphæddin, sum goldin verður honum, verður býtt eftir tingmannatali floksins. Stuðulin, sum viðkomandi flokkur fær, minkar samsvarandi.

   § 4. Landsstýrið rindar stuðul sambært hesi lóg í eins stórum mánaðargjøldum, smb. tó § 3, stk. 3.

   § 5. Tann, sum fær stuðul sambært hesi lóg, skal seta upphæddina á serstaka banka-, sparikassa- ella girokonto, sum ikki kann brúkast til onnur endamál.
   Stk. 2. Tann, sum fær stuðul, skal í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum ári senda landsstýrinum fráboðan um, at stuðulin í álmanakkaárinum fyri er nýttur til tey endamál, sum eru nevnd í § 1.
   Stk. 3. Heldur landsstýrið, at peningurin er ikki nýttur til nevndu endamál, kann tað steðga útgjaldingini fyribils.

   § 6. Landsstýrið kann í kunngerð áseta nærri reglur sambært hesi lóg.

   § 7. Henda lóg hevur gildi frá 1. januar 1996. Tó kann útgjaldingin í § 3, stk. 5 og 6 galda frá gildiskomu lógarinnar, um tingmaður sendir tær nevndu fráboðanir inn í seinasta lagi 14 dagar eftir, at henda lóg er komin í gildi. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 18 frá 27. apríl 1967.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd