LØGTINGSLÓG NR. 105 FRÁ 24. AUGUST 1994 UM BROYTING Í LØGTINGSLÓG UM VINNULIGAN FISKISKAP

Løgtingslóg nr. 105 frá 24.08.1994
Nr. 105 24. august 1994

   Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

   Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap verður gjørd henda broyting:

   § 27 verður soljóðandi:

   "Heildarkvotur á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi verða ásettar soleiðis fyri hesar fiskastovnar fyri tíðarskeiðið frá 1. september 1994 til og við 31. august 1995:

Tons rund vekt:

 

Toskur á Føroya Banka

1.000

Toskur á landgrunninum

8.500

Hýsa

6.000

Upsi

41.500

Kongafiskur

13.300"

§ 2

   Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tórshavn, 24. august 1994

Finnbogi Ísakson (sign.)

varaløgmaður

/Jóannes Eidesgaard (sign.)

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd