LØGTINGSLÓG NR. 75 FRÁ 13. MAI 1992 UM UMHVØRVISGJALD Á SMYRJIOLJU, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 48 FRÁ 2. MAI 2008

Løgtingslóg nr. 75 frá 13.05.1992

Umráði

    § 1. 1) 2) Til landskassan verður at rinda kr. 2,00 fyri hvønn litur av smyrjiolju (tariff-nr. 2710.19.81 og 2710.19.89 í toll- og vøruskránni).

Gjald

    § 2. Gjaldið skal rindast av tí, sum innflytir ella framleiðir nevndu vørur.
    Stk. 2. Gjaldið verður innkravt av tollvaldinum og gjaldsskylda, frítøka, endurrindan, innkrevjing, eftirlit o.a., verða sum ásett í løgtingslóg um toll.

Innsavningarskipan og viðgerð

    § 3. Landsstýrinum verður heimilað at gera avtalu við innsavnara og burturbeinara, um innsavnan og viðgerð av spillolju og um gjald fyri hetta.

Revsireglur

    § 4. Brot á §§ 1 og 2 verða revsað sambært ásetingunum í kap. 10 í løgtingslóg um toll.

Gildi o.a.

    § 5. Landsstýrinum verður heimilað at áseta, at aðrir líknandi oljuúrdráttir, eitt nú hydraulikolja og gearolja eisini koma undir reglurnar í hesi lóg.

    § 6. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst.

 


1) Broytt við løgtingslóg nr. 157 frá 20. desember 2001

2) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 2. juni 2008, har § 2 er soljóðandi: "Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2008."

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd