LØGTINGSLÓG NR. 42 FRÁ 27.MARS 1990 UM AVTØKU AV LØGTINGSLÓG UM PRÍSTALSVIÐGERÐ AV ARBEIÐSLØN V.M. / OM PRISTALSBEHANDLING AF ARBEJDSLØNNINGER M.V.

Løgtingslóg nr. 42 frá 27.03.1990

    § 1. Løgtingslóg nr. 36 frá 21. mai 1975 um prístalsviðgerð av arbeiðsløn við seinni broytingum verður sett úr gildi. Reglur í arbeiðsviðurskiftum sambært sáttmála, siðvenju, gerðardómi ella tílíkt um prístalsviðgerð av lønum fara úr gildi. Dýrtíðarviðbøtur, sum rættur er vunnin til, áðrenn henda lóg er komin í gildi, verða varðveittar.

    § 2-6. (broytingar í ymsum lógum, sum eru gjørdar í hesar)

    § 7. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd