LØGTINGSLÓG NR. 126 FRÁ 3. OKTOBER 1988 UM NÝTSLU AV FREON / ANVENDELSE AF FREON.

Løgtingslóg nr. 126 frá 03.10.1988

    § 1. Landsstýrinum er heimilað í kunngerð at áseta reglur um bann móti innflutningi, sølu og nýtslu av íløtum við freon sum drívmegi.

    § 2. Brot á reglur, ásettar við heimild í hesi lóg, verða revsað við sekt og hald verður lagt á ólógliga innflutt íløt.

    § 3. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd