LØGTINGSLÓG NR. 65 FRÁ 21.05.1987 UM FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA, UNIVERSITAS FÆROENSIS/OM UNIVERSITAS FÆROENSIS, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 84 FRÁ 13. JUNI 1995.
Løgtingslóg nr. 65 frá 21.05.1987 '); document.writeln(''); } //-->
- I Almennar ásetingar
- II Rektari, vararektari og fyrisiting
- III Setursráð2)
- IV Megindeildarráð
- V Samstarvsnevnd
- VI Samskiftisnevnd
- VII Aðrar ásetingar
- VIII Bráðfeingis- og gildisfyriskipanir
I Almennar ásetingar
§ 1.1) Fróðskaparsetur Føroya er sjálvsognarstovnur, ið hevur til endamáls at inna gransking, geva frálæru á hægri stigi og breiða út kunnleika um vísindalig háttaløg og úrslit.
Stk. 2. Fróðskaparsetrið fyrireikar til og heldur tey prógv og tær royndir, sum eftir fyriskipan landsstýrisins eru løgd undir setrið.§ 2.2) Øllum er heimilt at lýða á almennu fyrilestrar fróðskaparsetursins.
§ 3.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Fyrisitingarliga stendur fróðskaparsetrið beint undir landsstýrinum.
§ 4.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Útreiðslurnar, ið standast av rakstri fróðskaparsetursins, verða bornar av landskassanum við játtan á løgtingsfíggjarlógini.
Stk. 2.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Fróðskaparsetrinum verður heimilað at útvega sær ymsar inntøkur og stuðul til ávís endamál.§ 5.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Leiðsluna av fróðskaparsetrinum hevur rektari saman við setursráð og megindeildarráðum.
II Rektari, vararektari og fyrisiting
§ 6.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Rektarin umboðar fróðskaparsetrið úteftir. Rektarin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og stendur beinleiðis fyri teimum málum, sum ikki sambært lóg ella reglugerð liggja undir ráðunum.
2. stk. Rektarin sær til, at heimild er fyri samtyktum hjá ráðunum.§ 7. Rektarin tekur avgerð í málum, ið ikki tola steðg og ikki kunnu bíða eftir viðgerð í ráðunum. Boð um tiknar avgerðir verða at geva avvarðandi ráð sum skjótast.
§ 8.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Rektarin verður valdur fyri eitt 3 ára skeið í senn millum fasta vísindastarvslið fróðskaparsetursins av limunum í megindeildarráðnum. Leggur rektarin frá sær í valskeiðinum, verður skipað fyri nývali fyri ta tíð, sum er eftir av valskeiðinum. Rektarin kann ikki um somu tíð vera megindeildarformaður.
§ 9.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Fyri rektaran er vararektari, sum verður valdur av setursráðnum millum megindeildarformenninar fyri 1 ár í senn.
§ 10.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Rektaranum til handar er fyrisiting við setursskrivara á odda.
III Setursráð2)
§ 11.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Fróðskaparsetrið verður stýrt av setursráðnum.
Stk. 2.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Limir í setursráðnum eru rektarin og megindeildarformenninir, heruppií tann, ið er vararektari. Rektarin er formaður, og vararektarin er næstformaður.
3. stk.Fejl! Ukendt argument for parameter.) (avtikið)
3. stk.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Setursráðið viðger mál viðvíkjandi fróðskaparsetrinum sum heild og viðurskiftum millum megindeildir.§ 12.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Setursráðið ger uppskot um stýrisskipanarreglur fróðskaparsetursins.
2. stk. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Setursráðið stendur fyri langtíðar ráðlegging um hølis- og búskaparviðurskifti.
3. stk. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Setursráðið ger uppskot til fíggjarætlan og býtir játtanirnar við fyriliti fyri heildarstarvssemi setursins.
4. stk. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Setursráðið tekur avgerð í málum um burturvísing av studentum.
5. stk. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Setursráðið ásetir reglur um at seta vísindastarvsfólk í starv.
6. stk. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Setursráðið tekur eftir tilmæli frá megindeildarráðunum avgerð um starvsseting, starvsloysn ella farloyvi hjá vísindastarvsfólkum.
7. stk. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Setursráðið tekur eftir tilmæli frá megindeildarráðunum avgerð í spurningum um góðskriving við fróðskaparsetrið av útbúgvingum ella pørtum av útbúgvingum, sum studentar hava tikið á øðrum lærustovnum.IV Megindeildarráð
§ 13. Gransking og útbúgving á fróðskaparsetrinum fara fram í megindeildum.
2. stk. Hvør megindeild verður stýrd av einum megindeildarráði.
Stk. 3.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Hvørt megindeildarráð hevur 6 limir, sum tey, ið eru knýtt at megindeildini, velja sínámillum soleiðis: Fasta vísindastarvsliðið velur 2 limir sínámillum og uttanseturslærararnir 1 lim sínámillum fyri 3 ár í senn. Er eingin uttanseturslærari uppstillaður, velur fasta vísindastarvsliðið 3 limir. Starvsfólkið velur 1 lim sínámillum fyri 3 ár í senn. Studentarnir velja 2 limir sínámillum fyri 1 ár í senn. Tann, ið er næstur í atkvøðutali, er tiltakslimur.
Stk. 4. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Hvørt megindeildarráð velur megindeildarformann fyri 3 ár í senn og næstformann fyri 1 ár í senn millum limirnar, ið umboða fasta vísindastarvsliðið á megindeildini.§ 14. Megindeildarráðini taka hvørt í sínum lagi avgerð um býtið av teimum verkevnum, ið liggja til megindeildina.
2. stk. Megindeildarráðini seta við heimild í galdandi fyriskipanum reglur fyri próvtøku, próvtalagávu og frálæru, eins og tey evna til námsskipanir.
3. stk. Megindeildarráðini taka avgerð í málum um undantaksloyvi frá próvskipan og námsskipan.
4. stk. Megindeildarráðini síggja til, at námini kunnu verða avrikað eins og fyrisett í galdandi reglum og eftir ásettari tíð, og at tann frálæra, ið givin verður, er í samsvari við endamál námsins og ásettar próvskipanir.
5. stk. Megindeildarráðini stíla fyri frálæru og próvtøkum.
6. stk. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Megindeildarráðini geva setursráðnum tilmæli um starvsseting, starvsloysn og farloyvi hjá vísindastarvsfólkum.
Stk. 7. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Megindeildarráðini taka avgerð í málum um starvssetan, starvsloysn og farloyvi hjá starvsfólki.
8. stk. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Megindeildarráðini geva setursráðnum tilmæli í spurningum um góðskriving við fróðskaparsetrið av útbúgvingum ella pørtum av útbúgvingum, sum studentar hava tikið á øðrum lærustovnum.
Stk. 9. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Megindeildarformaðurin tekur avgerð í málum, ið ikki tola steðg og ikki kunnu bíða eftir viðgerð í megindeildarráðnum. Boð um tiknar avgerðir verða at geva ráðnum sum skjótast.V Samstarvsnevnd
§ 15. Samstarvsnevndin skal vera liður millum landsstýrið og fróðskaparsetrið.
2. stk.Fejl! Ukendt argument for parameter.) Í samstarvsnevndini sita 3 limir.
3. stk. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Rektari Fróðskaparsetursins og setursskrivarin eru fastir nevndarlimir.
4. stk. Landsstýrið tilnevnir harumframt ein lim at umboða landsfyrisitingina.
5. stk. Nevndin heldur fund í minsta lagi 2 ferðir um árið.
6. stk. Heildarfíggjannaruppskotið fyri Fróðskaparsetrið verður lagt fyri nevndina til kunningar, áðrenn tað verður sent landsstýrinum.
7. stk. Í minsta lagi eina ferð um árið verður í nevndini greitt frá starvsemi fróðskaparsetursins, m.a. nýggjum útbúgvingarætlanum.VI Samskiftisnevnd
§ 16. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Settar kunnu verða samskiftisnevndir millum stovnar, felagsskapir, almenna yvirvøld og Fróðskaparsetrið til kunningar um viðurskifti av sínamillum áhuga.
VII Aðrar ásetingar
§ 17. Gjørd verður reglugerð, ið dýpir lógina og ásetir ískoytisreglur, m.a. reglur um skipan av deildum.
VIII Bráðfeingis- og gildisfyriskipanir
§ 18. Fejl! Ukendt argument for parameter.) Eftir tilmæli frá setursráðnum kann landsstýrið veita undantaksloyvi frá fyriskipanum lógarinnar, so langt sum neyðsynt er, meðan fróðskaparsetrið er í uppbygging.
§ 19. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, sum hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi lóg nr. 28 frá 20. mai 1965 um at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya (Academia Færoensis).
2. stk. Reglur, ið eru givnar við heimild í § 1 í lógini frá 1965, verða verandi í gildi, til tær eru avloystar av reglum, ið eru givnar við heimild í hesi lóg.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 13. juni 1995.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1990.