LØGTINGSLÓG NR. 46 FRÁ 21. JUNI 1985 UM MATVØRUR V.M., SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 18 FRÁ 8. MAI 2008

Løgtingslóg nr. 46 frá 21.06.1985
Nr. 46 21. juni 1985

1. kapittul.
Allýsingar, lógarinnar øki v.m.

   § 1. Við matvørur verður í hesi lóg sipað til føðievni, drekkingarvørur, herundir drekkivatn, njótingarvørur ella aðrar vørur, ið ætlaðar eru til fólkamat.

   § 2. Við liðugt pakkaðar matvørur verður í hesi lóg sipað til matvørur, sum áðrenn og uttan beinleiðis samband við sølu eru bjálvaðar í smásølupakkar, ið fyrst eru ætlaðir at verða brotnir av brúkarunum.

   § 3. Við tilsetingarevni verður í hesi lóg sipað til evni, sum uttan í sær sjálvum at vera matvørur ella vanligir lutir í samansettari matvøru, eru ætlað at verða sett til matvørur fyri at ávirka teirra føðsluvirði, haldgóðsku, konsistens, lit, smakk ella lukt ella annars við teknologiskum ella øðrum endamáli.

   § 4. Við dálkingarevni verður í hesi lóg sipað til onnur biologisk, fysisk ella kemisk evni enn tilsetingarevni, so sum bakteriur, bakteriu- og soppaeiturevni, partar av ella sundurloyst evni úr tæðingarevnum, fóðri, útruddingarevnum, evnum við biologiskum árini á dýr, ætlað til fyribyrgingar ella heilsubótar ella reingerðar- ella sóttreingeringarevnum, sum eru tey á ella í matvørum, kunnu verða til vanda fyri heilsuna, gera matvøruna óegnaða til fólkamat ella broyta vanligu samanseting og eginleikar hjá matvøruni.

   § 5. Lógarinnar reglur um sølu eru eisini galdandi fyri søluútboð og goymingar í søluendamáli, tilboð og alla flýggjan til onnur.

   § 6. Lógarinnar reglur um viðgerð eru eisini galdandi fyri tilvirking, goyming, áfylling, pakking, um pakking og flutning.

   § 7. Uttan so at landsstýrið avger annað, eru ásetingarnar í hesi lóg ikki galdandi fyri matvørur til útflutnings. Um landsstýrið avger, at ein vøra ella ein vørubólkur til útflutnings skal koma undir hesa lóg, kann landsstýrið áseta reglur í samband við útflutning av hesum vørum ella taka avgerð hesum viðvíkjandi.

   § 8. Forboð er fyri innflutningi av matvørum v.m., ætlaðar til sølu her á landi, um ikki krøvini í hesi lóg ella í reglum við heimild í hesi lóg eru lokin. Landsstýrið kann í serligum føri gera frávik hesum viðvíkjandi.

   § 9. Lógin er ikki galdandi fyri matvørur, sum eru framleiddar í øðrum londum og einans koma til landið sum transitgóðs og verða goymdar ella fluttar sum transitgóðs undir eftirliti frá eftirlitsmyndugleikunum.
   2. stk. Avger landsstýrið ikki annað, er lógin eisini galdandi fyri matvørur, sum eru ætlaðar føroyskum skipum og flogførum.
   3. stk. Lógin er ikki galdandi fyri matvørur, sum verða virkaðar í privatum húsarhaldi, um hesar ikki verða virkaðar til sølu.
   4. stk. Lógin er ikki galdandi fyri tubbak, smb. tó § 13, 6. stk., ella fyri vørur, ið einans verða nýttar sum heilivágur.

   § 10. Í teimum førum, har landsstýrið sambært hesa lóg hevur heimild til at áseta reglur, skal verða biðið um ummæli frá avvarðandi landsfevnandi vinnu- og brúkarafelag. Landsstýrið kann áseta ummælisfreist.

2. kapittul.
Samanseting av og eginleikar v.m. hjá matvørum.

   § 11. Forboð er fyri sølu av matvørum, um tær, nýttar á vanligan hátt, kunnu ætlast at bera ella verða atvold til sjúku ella kunnu hava eitran sum fylgju, ella um matvørurnar vegna sjúkligar broytingar, spillu, dálkingarevni, skeiva virking ella av aðrari orsøk kunnu ætlast at vera óegnaðar til fólkamat.

   § 12. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, í hvønn mun og undir hvørjum treytum matvørur við dálkingarevnum kunnu verða seldar ella nýttar.
   2. stk. Tá vandi er fyri, at ávísar matvørur frá ávísum økjum hava í sær dálkingarevni ella hava verið fyri radioaktivari geisling, kann landsstýrið seta forboð fyri sølu ella nýtslu av slíkum matvørum.

   § 13. Í matvørum, ið verða seldar, kunnu bert slík evni nýtast sum tilsetingarevni, sum landsstýrið hevur góðkent til nýtslu í viðkomandi matvørum ella matvørubólkum.
   2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um nýtslu av tilsetingarevnum í matvørum í tí vanliga, í einstøkum matvørum ella matvørubólkum.
   3. stk. Landsstýrið ger skrá yvir tey góðkendu tilsetingarevnini og nýtslu teirra við tilskilan av møguligum krøvum til evnanna samleika og reinleika Í serligum førum kann verða vikið frá skráseting. Landsstýrið kann avgera, at tann við heimild í § 14, smb. § 43, í lóg nr. 310 frá 6. juni 1973 "om levnedsmidler m.m." av stjóranum fyri statens levnedsmiddelinstitut í Danmark gjørdu skráir yvir góðkend tilsetingarevni ella kunngerðir um tilsetingarevni skulu galda fult ella lutvíst her á landi. Hesar skráir og kunngerðir og seinni broytingar og uppískoyti eru undantikin kunngering.
   4. stk. Við ásetan av reglum samb. 1. stk. og 2. stk., skal serligur dentur verða lagdur á, at brúkararnir verða vardir fyri heilsuvanda, at rímiligur teknologiskur tørvur verður nøktaður, og at brúkararnir ikki verða villleiddir.
   5. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um, at ásetingarnar í stk. 1-4 og § 14 eisini skulu verða galdandi fyri annað enn tilsetingarevni.
   6. stk. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, at nærri tilskilað evni ikki eru loyvd sum tilsetingarevni í tubbaki.

   § 14. Tilsetingarevni kunnu einans verða seld við tilskilan av teirra vanliga kemiska heiti. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, at tilsetingarevni kunnu verða seld undir øðrum heiti, um serlig grundgeving er fyri hesum. Í hesum sambandi kann verða ásett, at slík tilsetingarevni skulu skrásetast.
   2. stk. 1. stk. og § 13 eru eisini galdandi fyri sølu av tilsetingarevnum, ætlað til matgerð o.t. í privatum húsarhaldi.

   § 15. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um samanseting av føðievnispreparatum, ið verða seld sum ískoyti til vanligan kost. Í hesum sambandi kunnu reglur verða settar ella avgerðir verða tiknar um, at preparatini kunnu ella skulu verða undir eftirliti.

   § 16. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um ávísa mannagongd og um nýtslu av ávísum tilsetingarevnum í samband við viðgerð av matvørum fyri at tryggja brúkaranum týdningarmikil føðievni.

   § 17. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um nýtslu av ávísum lutum ella ávísari mannagongd í samband við viðgerð av matvørum, herundir viðvíkjandi nýtslu av geislingarkonservering og øðrum konserveringar- og viðgerðarhættum.

   § 18. Við sølu og viðgerð av matvørum og tilsetingarevnum er ikki slíkum fólki loyvt at starvast, sum hava ella kunnu ætlast at hava sjúku, at bera smittu ella eru fyri øðrum breki, ið kunnu gera vørurnar óegnaðar til fólkamat.
   2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um læknakanning ella annað heilsueftirlit av slíkum starvsfólkum og um reinførisviðurskiftini annars hjá starvsfólkum.

   § 19. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um vatn og ís, ið verða nýtt í samband við viðgerð av matvørum ella til reingerð av tólum, amboðum, pakkitilfari v.m.

   § 20. Av heilsumáls-, føðslunnar- og góðskunnarávum ella fyri at tryggja rímilig kor fyri framleiðarar og handilsfólk, kann landsstýrið áseta reglur ella taka avgerð um, hvussu tey einstøku matvørusløgini skulu verða viðgjørd, herundir um teirra samanseting, innihald ella eginleikar annars.
   2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, at vørur, ið verða seldar í staðin fyri ella sum eftirgerðir av vælkendum úrdráttum av dýra- ella plantuuppruna, einans kunnu verða seldar, um eyðkennisevni er sett til vøruna. Hetta er eisini galdandi fyri matvørur, sum innihalda slíkar vørur.
   3. stk. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, at í tilsetingarevnum ella í øðrum evnum, ið verða nýtt í samband við viðgerð av matvørum, skal eyðkennisevni vera tilsett.

3. kapittul.
Búnyttur og brúkslutir.

   § 21. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um fyribyrgjan av heilsuvanda í samband við nýtslu av búnyttum og brúkslutum, ið verða seld til nýtslu í privatum húsarhaldi, herundir eisini um merking av slíkum lutum.

4. kapittul.
Heiti á merking v.m. av matvørum.

   § 22. Forboð er fyri sølu av matvørum undir umstøðum, har brúkararnir kunnu verða villleiddir viðvíkjandi matvørunnar uppruna, tilvirkingarmundi, líki, slagi, nøgd, samanseting, viðgerð, eginleikum og ávirkan.
   2. stk. Tá meting verður gjørd hesum viðvíkjandi, skal serligur dentur verða lagdur á heitið, ið vøran gongur undir, tær munnligu og skrivligu upplýsingar, ið verða givnar í hesum sambandi, tær tekningar og myndir og tann tekstur, ið er festur á vøruna, á vørunnar pakkitilfar, á reklamu ella skelti, ið snúgva seg um vøruna, í annoncum ella í reklamutilboðum e.l.

   § 23. Merking skal vera gjørd á greiniligan og haldgóðan eins og fyri brúkararnar sjónligan og eyðsæddan hátt. Upplýsingarnar skulu vera á pakkitilfarinum, á sjálvari matvøruni ella á einum viðfestum seðli.
   2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um, hvussu merking av og møguligar felags upplýsingar um matvørur skulu vera gjørdar, herundir um, á hvørjum máli tær fyriskrivaðu upplýsingarnar kunnu vera kravdar.

   § 24. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, at liðugt pakkaðar matvørur skulu merkjast við upplýsingum, ið eru av týdningi fyri brúkararnar, herundir í hvønn mun matvørurnar skulu vera merktar við upplýsingum um:
1)matvøruslag,
2)fyri matvørur, ið eru samansettar av ymiskum rávørum, samansetingina av matvøruni,
3)nettovekt á matvøruni, lýst í g/kg ella rúmmálið, lýst í cl/dl/l,
4)vegleiðing um, hvussu matvøran skal goymast, um goymsluhátturin er av týdningi fyri haldgóðskuna á vøruni,
5)tíðarmund fyri framleiðslu og pakking,
6)seinasta søludag ella um, nær haldgóðskutíðin er úti og um
7)navn og heimstað hjá virkinum, ið hevur framleitt, pakkað ella selt vøruna.

   2. stk. Landsstýrið kann harumframt áseta ella taka avgerð um, í staðin fyri ta undir 1. stk. nr. 7 umrøddu upplýsing, at nýta eina tal- ella bókstavasamanseting, ið eintýtt sigur frá virkinum, ið hevur framleitt pakkað ella selt vøruna.
   3. stk. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um merking av øðrum enn liðugt pakkaðum matvørum.

   § 25. Liðugt pakkaðar matvørur, ið eru merktar við tilskilan av einum seinasta søludegi ella av, nær haldgóðskutíðin er úti, kunnu ikki merkjast umaftur við longdari freist, pakkast umaftur ella verða seldar í pakkunum, eftir at freistin er úti.

   § 26. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, at eitt heiti, herundir eitt longu vanliga nýtt heiti, skal vera tilskilað matvørum av einum ávísum slagi og samanseting, sbr. § 20, 1. stk.
   2. stk. Tá eitt heiti eftir 1. stk. er tilskilað eini ávísari matvøru, kunnu matvørur við aðrari samanseting ella í øðrum líki annars ikki verða seldar undir tí tilskilaða heitinum ella undir øðrum heiti, ið kann elva til misskiljingar við hesum.
   3. stk. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, at ávís vøruheiti skulu vera galdandi, fyri at tryggja brúkararnar fyri misskiljing við vøru av aðrari samanseting.

   § 27. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um sølu av matvørum, ið serliga ganga fyri at vera ætlaðar fólkum við tørvi fyri serkosti vegna sjúku, aldur ella av øðrum orsøkum.
   2. stk. Forboð er fyri í lýsingum v.m. ella á pakkitilfari at nevna:
1)tilskilanir, ið kunnu vekja ella misnýta óttakenslur hjá brúkarunum, og
2)tilskilanir, ið kunnu elva til iva, um tað er ráðiligt at nýta aðrar líknandi matvørur.

   3. stk. Forboð er fyri uttan landsstýrisins loyvi í lýsingum ella á pakkitilfari at nevna:
1)at ein matvøra vegna tilsetingarevni hevur fingið hægri ella serligt føðsluvirði,
2)at ein matvøra er tilrádd av læknum, ella at matvøran kann fyribyrgja, linna um ella hava gagnligt árin á sjúkur ella sjúkueyðkenni, og
3)myndir av heilsutænastufólkum og tílíkum.

   § 28. Tilskilan af føðsluvirðinum á eini matvøru skal vera reiðilig og sannfør, um so tilskilanin er ætlað náttúrligum íverandi ella tilsettum føðsluevnum.
   2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, hvussu føðsluvirði á eini matvøru eigur ella skal verða tilskilað á pakkitilfari ella á annan hátt, t.d. í reklamu fyri matvøruna.

   § 29. Landsstýrið kann áseta ella taka avgerð um, á hvønn hátt virkir, ið viðgera ella selja matvørur ella tilsetingarevni, kunnu umrøða, at virkið er undir eftirliti ella umsjón av tí almenna, hevur fingið lóggilding ella góðkenning av almennum myndugleika, ella at vørurnar eru góðkendar ella kannaðar av slíkum myndugleika.

5. kapittul.
Tilvirking, søla og innflutningur av matvørum og tilsetingarevnum.

   § 30. Ikki kann vera farið undir tilvirking av matvørum og tilsetingarevnum í søluendamáli fyrr enn lóggilding er fingin til hetta frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Fiskifør skulu, áðrenn tey byrja fiskiskap, lóggildast.
   2. stk. Lóggilding verður ikki kravd til framleiðslu av matvørum í tí privata húsarhaldinum í søluendamáli, til dyrking av avgrøði innan landbúna, urtagarðsvinnu o.l. ella fyri aling av húsdýrum, flogfenaði o.l.
   3. stk. Lóggilding verður ikki kravd fyri tilvirking av matvørum í smásøluhandlum, eitt nú í bakarahandlum, fiskahandlum, sláturhandlum, matstovum v.m. í søluendamáli beinleiðis til brúkaran frá tí handilsstaði, har tilvirkingin fer fram.
   4. stk. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, at virkir herundir fiskifør, ið koma undir 1. stk., kunnu sleppa undan kravinum um lóggilding. Slík virkir herundir fiskifør skulu tá, uttan so at landsstýrið avger annað, søkja um góðkenning eftir reglunum í § 32.

   § 31. Í treytum fyri lóggilding av einum virki kann tað verða avgjørt, at virkið fyri egnu rokning skal fáa gjørt bakteriologiskt, kemiskt ella annað rakstrareftirlit við teimum vørum, ið verða tilvirkaðar, ella við reinførisviðurskiftunum á virkinum.
   2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um fremjan av eftirliti við teimum virkjum, ið koma undir § 30.

   § 32. Smásøluvirki, ið fevnir um sølu ella viðgerð av matvørum, og heilsøluvirki, ið fevnir um sølu, goyming, áfylling, pakking, umpakking ella flutning av matvørum, kann ikki byrja, fyrr enn Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur veitt góðkenning hesum viðvíkjandi.
   2. stk. Sama regla er galdandi fyri sølu av matvørum á gistingarhúsum, matstovum, virkismatstovum og á gistingarhúsum við fleiri enn 12 føstum kostgangarum og fyri høli, ið verða leigað út til matgerð og/ella borðreiðing.

   § 33. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann áleggja teimum virkjum, ið koma undir § 30 ella § 32, tey boð ella forboð, ið verða roknað fyri at vera neyðug fyri at tryggja, at lógin og reglur við heimild í lógini verða hildnar. Herundir kann verða avgjørt, at hald skal verða lagt á, ella at beint skal verða fyri vørum, ið ikki lúka tey krøv, ið eru ásett í lógini ella í reglum við heimild í lógini.

   § 34. Hann, ið ætlar at innflyta matvørur ella tilsetingarevni í søluendamáli, skal melda virkið til skrásetingar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Við hesi tilmelding skal verða upplýst, hvørjar vørur verða innfluttar.

   § 35. Virkini, ið koma undir §§ 30 og 32, skulu, hóast tey eru lóggild ella góðkend, til eina og hvørja tíð lúka tey krøv, ið verða roknað sum sjálvsøgd, fyri at reinførisviðurskiftini kunnu verða tryggjandi.
   2. stk. Í fylgjandi førum skal nýggj lóggilding ella góðkenning fáast:
1)við eigaraskifti,
2)um munandi broytingar verða gjørdar av bygninginum,
3)um munandi broytingar verða gjørdar í innrættingini á virkinum, og
4)um munandi broytingar verða gjørdar í framleiðslu ella vøruúrvali hjá virkinum.

   3. stk. Ein lóggilding ella góðkenning kann verða viðgjørd av nýggjum, tá 5 ár eru liðin, síðan seinasta lóggildingin ella góðkenningin var givin.
   4. stk. Lóggilding ella góðkenning kann verða tikin aftur, um virkið ikki lýkur ásett krøv, ella um tað út frá reinførisviðurskiftunum verður mett neyðugt.

   § 36. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um innrætting av húsbúnaði í og um rakstur av virkjum, ið koma undir reglurnar í §§ 30 og 32.
   2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, herundir krevja forhondsgóðkenning av pakkitilfari, maskinum, amboðum, knívum og gaflum o.t., búnyttum og flutningstólum, ið verða nýtt við sølu ella viðgerð av matvørum og tilsetingarevnum.

   § 37. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um nýtslu av reingerðingar- og sóttreinsingarevnum á virkjum, ið koma undir §§ 30 og 32. Herundir kunnu reglur verða ásettar um, at íløt við slíkum reingerðingar- og sóttreinsingarevnum skulu hava upplýsingar um samansetingina av evnunum.
   2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, at á teimum í 1. stk. nevndu virkjum ikki kunnu goymast onnur tilsetingarevni enn tey, ið eru góðkend til nýtslu í teimum avvarðandi matvørunum samb. § 13.

   § 38. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um sølu, viðgerð og framsýning av matvørum uttandura.

   § 39. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avger um, at ávís sløg av matvørum ella tilsetingarevnum verða løgd undir eitt serligt eftirlit og at avvarðandi virki skal gjalda útreiðslurnar, ið standast av hesum.
   2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um gjalding v.m. av teimum í 1. stk. nevndu útreiðslum.

6. kapittul.
Matvøruráðið.

   § 40. Landsstýrið kann seta eitt matvøruráð, ið er ráðgevandi hjá landsstýrinum innan matvøruumráðið í síni heild.

7. kapittul.
Myndugleikarnir.

   § 41. Landsstýrið hevur yvireftirlitið við, at lógin og tær við heimild í lógini ásettu reglur verða hildnar. Landsstýrið kann fult ella lutvíst áleggja uppgávur sínar eftir lógini til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
   2. stk. Við røktini av uppgávum sínum verður landsstýrið stuðlað av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, yvirheilsunevndini, landslæknanum, landsdjóralæknanum, gjaldstovuni, vrakarastovninum, apoteksverkinum og prísráðnum. Landsstýrið kann áseta reglur um hesa stuðulsveiting.
   3. stk. Landsstýrið kann áseta reglur um tað eftirlits- og umsjónararbeiði, ið eftirlitið á staðnum, smb. § 42 skal fremja.
   4. stk. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann fremja beinleiðis eftirlit uttan um eftirlitsmyndugleikarnar á staðnum.
   5. stk. Heilsufrøðiliga Starvsstovan tekur avgerð um, hvørt tað vegna staðfest brot í lógini ella tær við heimild í lógini ásettu reglum ella tiknum avgerðum skal verða biðið um, at ákæra verður reist.

   § 42. Eftirlitið á staðnum við, at lógin og tær við heimild í lógini ásettu reglur ella tiknum avgerðum verða hildnar, liggur hjá heilsunevndini.
   2. stk. Heilsunevndin hevur skyldu til at geva Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skrivliga frágreiðing um framda umsjón, eftirlitstiltøk v.m. við upplýsingum um staðfest brot á lógina ella tær við heimild í lógini ásettu reglur og um tiknar avgerðir.
   3. stk. Heilsunevndin kann við samtykt frá bý- ella bygdarráðnum heimila Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til heilt ella lutvíst at røkja eftirlitsuppgávurnar hjá heilsunevndini.
   4. stk. Landsstýrið kann taka avgerð um, at tað eftirlitið á staðnum, heilt ella lutvíst, í eini kommunu skal verða framt av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
   5. stk. Í teimum í 3. og 4. stk. nevndu førum, har Heilsufrøðiliga Starvsstovan heilt ella lutvíst fremur eftirlitið á staðnum í eini kommunu, verður hetta framt fyri kommununnar rokning eftir reglum, ásettum av landsstýrinum.

   § 43. Eftirlitsmyndugleikarnir, smb. §§ 41 og 42, og fólk, ið av hesum myndugleikum hava fingið heimild hesum viðvíkjandi, hava atgongd til almennar og einstaklinga eigindómar, harundir skip, øki og flutningstól fyri at fáa upplýsingar til vega, ið nýtast skulu til avgerðir eftir lógini, reglum ella avgerðum við heimild í lógini.
   2. stk. Løgreglan veitir stuðul í hesum sambandi. Eftir samráðing millum landsstýrið og landfútan kunnu reglur verða ásettar um stuðulsveitingina frá løgregluni.
   3. stk. Lógváttan skal verða víst fram.

   § 44. Hann, ið hevur ábyrgd av viðurskiftum, ið koma undir hesa lóg ella tær við heimild í lógini ásettu reglur ella tiknum avgerðum, skal eftir áheitan frá eftirlitsmyndugleikunum geva allar upplýsingar, herundir um fíggjarlig og roknskaparlig viðurskifti, ið hava týdning fyri fremjingina av umsjónini ella eftirlitinum.
   2. stk. Eftirlitsmyndugleikarnir kunnu áleggja tí avvarðandi at lata prøvar uttan samsýning av rávørum, hálvvirkaðum vørum, liðugt virkaðum vørum, pakkitilfari, tilsetingarevnum, útruddingarevnum eins og sóttreinsingarevnum og reingerðarevnum. Tann avvarðandi skal eftir áheitan frá eftirlitsmyndugleikunum veita stuðul við sending av prøvunum og bera útreiðslurnar av hesum.

   § 45. Avgerðir hjá eftirlitsmyndugleikunum skulu fráboðast skrivliga.
   2. stk. Avgerðir hjá eftirlitsmyndugleikunum skulu geva upplýsing um, til hvønn myndugleika kæra kann reisast um avgerðina og freistina fyri hesum.
   3. stk. Fevnir avgerðin um eitt boð ella eitt forboð, skal tað í avgerðini verða ásett ein freist at fylgja avgerðini.

Kapittul 7a
Aðrar ásetingar

   § 45a. 1) Landsstýrismaðurin kann, innan fyri lógarinnar karmar, áseta tær reglur, sum eru neyðugar til tess at fremja fyriskipanir, direktiv og avgerðir frá ES, innan handfaring og tilgerð av matvørum, matvørutrygd, reinføri o.a., sum Føroyar við einum av Løgtinginum góðkendum sáttmála við ES hava bundið seg til at seta í verk.

8. Kapittul.

Kæra og undantaksloyvi.

   § 46. 2) Avgerðir hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eftir hesi lóg ella við heimild í lógini ásettum reglum, kunnu kærast til Vinnukærunevndina. Avgerðir hjá eftirlitsmyndugleikunum á staðnum kunnu kærast til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Avgerðir hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sum kærustovnur eru endaligar.

   § 47. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, avvarðandi hevur fingið boð um avgerðina.
   2. stk. Kærumyndugleikin kann í upp til 6 mánaðir eftir avgerðina vera óheft av, at kærufreistin er farin, tá serlig grundgeving er fyri hesum.

   § 48. Ein kæra setir steðg í avvarðandi mál, til avgerð frá kærumyndugleikanum fyriliggur.
   2. stk. Avgerast kann, tá serlig grundgeving er fyri tí, at samstundis sum avgerð verður tikin um eitt boð ella forboð, at boðið ella forboðið skal verða lýtt, hóast kæra verður reist. Verður kæra eisini reist um hesa avgerð, skal boðið ella forboðið verða lýtt, til kærumyndugleikin avger annað.

   § 49. Kæra verður send tí myndugleika, ið hevur tikið avgerðina. Hesin myndugleiki sendir kæruna til kærumyndugleikan saman við tí evnisfangi, ið er nýtt í samband við viðgerðina av málinum.

   § 50. Landsstýrið kann, tá serlig grund er fyri tí, geva boð um undantaksloyvi frá ásetingunum í § 13, 1. stk., § 14, 2. stk., § 23, § 25, § 32 og § 35, 2. stk.

9. kapittul.
Ásetingar um straff og um, nær lógin fær gildi v.m.

   § 51. Uttan so at harðari straffur er ásettur fyri lóggávuni annar, kemur hann undir bót, hefting ella fongsul upp í 1 ár, sum
1)selur, viðger ella innflytur matvørur ella tilsetingarevni ímóti ásetingunum í § 8, § 11, § 12, § 13, 1. stk., § 14, § 22, § 23, § 24, 1. stk., § 25, § 26, 2. stk., § 27, § 29, 1. stk., og § 35, 1. stk.,
2)setir fólk ímóti ásetingini í § 18, 1. stk.,
3)tilvirkar matvørur ella tilsetingarevni uttan lóggilding eftir § 30 ella setir til viks treytir, ið álagdar eru í samband við lóggildingina,
4)selur, viðger ella innflytir matvørur ella tilsetingarevni uttan góðkenning ella tilmelding eftir § 32 og § 34 ella setir til viks treytir, ið álagdar eru í samband við góðkenningina,
5)letur vera við at fylgja boði ella forboði eftir § 33,
6)letur vera við at geva upplýsingar eftir § 44, 1. stk., at geva prøvar ella veita eftirlitsmyndugleikunum stuðul eftir § 44, 2. stk.

   2. stk. Í reglum, ið verða givnar við heimild í hesi lóg, kann straffur verða ásettur antin sum bót ella sum bót ella hefting ella sum bót, hefting ella fongsul upp í 1 ár.
   3. stk. Fyri brot á lógina, ið verða gjørd av partafeløgum, lutafeløgum ella líknandi, kann verða áløgd felagnum sum slíkum bótaábyrgd.

   § 52. Málini fara fram sum politimál. Tey í rættargangslógini, kap. 68 (at leggja hald á), kap. 69 (rannsókn), kap. 71 (handtøka) og kap. 72 (fongsling) nevndu tiltøk koma tó eisini í nýtslu í sama mun, sum í málum, sum statsákærin søkir at.

   § 53. Myndugleikar og persónar, ið útinna uppgávur eftir lógini, eins og hvør, ið annars veitir stuðul í hesum sambandi, er undir tagnarskyldu eftir § 152 og § 264b í borgarligu straffilógini.

   § 54. 3) 4) Landsstýrið avger, nær lógin fær gildi í síni heild ella í pørtum.

   § 55. Hesar lógir fara úr gildi smb. tó § 56 og § 57:
1)Lóg nr. 125 frá 14. apríl 1905 "om forbud mod anvendelse af kunstige sødestoffer."
2)Lóg nr. 108 frá 18. apríl 1910 "om undersøgelse af levnedsmidler m.m.", sum broytt við lóg nr. 664 frá 15. desember 1920 og lóg nr. 127 frá 15. apríl 1930.
3)Løgtingslóg nr. 24 frá 6. mai 1965 um eftirlit við virking og útflutningi av frystum fiski til matna, sum broytt við løgtingslóg nr. 6 frá 14. januar 1974.
4)Løgtingslóg nr. 41 frá 22. juni 1972 um lóggilding av virkjum og fiskiførum til framleiðslu av mati, sum broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 1. juni 1978. Tó verður dagurin fyri avtøku av hesi lóg ásettur av landsstýrinum.

   § 56. Reglur, ið eru ásettar við heimild í teimum í § 55 nevndu lógum, verða verandi í gildi, til tær verða avloystar av reglum, ið eru ásettar við heimild í hesi lóg.
   2. stk. Brot á reglur ásettar við heimild í lóg nr. 108 frá 18. apríl 1910 _om undersøgelse af levnedsmidler m.m." við seinni broytingum, løgtingslóg nr. 24 frá 6. mai 1965 um eftirlit við virking og útflutningi av frystum fiski til matna við seinni broytingum og løgtingslóg nr. 41 frá 22. juni 1972 um lóggilding av virkjum og fiskiførum til framleiðslu av mati við seinni broytingum verður straffað sambært reglunum í nevndu lógunum við seinni broytingum.
   3. stk. Málini verða viðgjørd eftir ásetingini í § 52.

   § 57. Landsstýrið fær heimild til at seta úr gildi reglur í heilsusamtyktunum, sum koma undir hesa lóg.

   § 58. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um, nær virkir, ið eru, tá lógin fær gildi, skulu søkja um lóggilding, smb. § 30, ella góðkenning, smb. § 32.

 


1) Broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 12. desember 2007.

2) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 er soljóðandi:"Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi."

3) Sett í gildi við kunngerð nr. 10 frá 24. februar 1989 at galda í síni heild frá 15. februar 1989 smb. bls. 718

4) Sett í gildi fyri útflutningsvørur við kunngerð nr. 124 frá 27 september .1990, smb. bls. 718

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd