LØGTINGSLÓG NR. 57 FRÁ 5. JUNI 1984 UM HVALAVEIÐU, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 54 FRÁ 20.05.1996.
Løgtingslóg nr. 57 frá 05.06.1984 '); document.writeln(''); } //-->
Nr. 57 5. juni 1984 § 1. Á landleiðini er tað forboðið við skipum, sum hava heimstað og eru skrásett í fremmandum landi og fremmandum ríkisborgarum at røkja vinnuliga hvalaveiðu yvirhøvur, herundir at fáast við slíkt, ið stendur í samband við hvalaveiðu, so sum umskiping av veiðu, virking, pakking ella onnur handfaring av hvali ella hvalaúrdrátti, umskiping av útgerð ella ankring við tí í hyggju at taka lut í umskiping av hvali ella hvalaúrdrátti ella at taka inn útgerð.
2. stk. Landsstýrinum er heimilað at gera undantak frá forboðnum í 1. stk. til fremmandar ríkisborgarar, búsettir í Føroyum.§ 2. Veiðifør, sum hava heimstað og eru skrásett í fremmandum landi, skulu á landleiðini, eisini í havn, tá ið havarí er undantikið, hava allan hvalaveiðureiðskap burturstúgvaðan, sum vanligt er.
§ 3. 1) At skipa fyri veiðuni av hvali, ið ikki er undir friðing, við skipum, sum hava heimstað og eru skrásett í kongaríkinum, og við bátum, er landsstýrinum heimilað við kunngerð at áseta reglur um, hvussu veiða skal fremjast á landleiðini, tað er m.a. reglur um minstamát, friðað økir, friðingartíðir, veiðureiðskap og nýtslu teirra, veiðuhættir, avmarking av veiðunøgd og veiðuorku.
§ 4. 1) 2) Allur hvalur (Cetacea) er friðaður fyri veiðu uttan mun til veiðuhátt.
2. stk. Landsstýrinum er í serstøkum føri heimilað at undantaka ávís hvalasløg frá friðingini.
3. stk. 3) Friðaður hvalur, sum ger landgongd ella kemur í líknandi støðu og má avlívast smb. lóg um vernd av dýrum, er ogn hjá landinum. Landsstýrinum er heimilað at gera reglur ella taka avgerð um, hvussu slíkur hvalur skal skiftast.
4. stk. 3) Hvalur, sum ger landgongd ella kemur í líknandi støðu, og sum verður funnin deyður ella sjálvdoyr, er ogn hjá landinum.§ 5. 1) Landsstýrinum er heimilað at gera avtalu við fremmand lond um hvalaveiðu á heimasjógvi teirra ella á víðum havi við skipum, sum hava heimstað og eru skrásett í Føroyum.
2. stk. Viðvíkjandi føroyskum skipum í donskum ella grønlendskum heimasjógvi eigur landsstýrið somu treytaðu heimild sum eftir 1. stk. at gera avtalu við ríkisstýrið ella grønlendskar myndugleikar.
3. stk. 1) At skipa fyri veiðuni eftir 1. og 2. stk. er landsstýrinum heimilað við kunngerð at seta reglur um, hvussu veiðan skal fremjast, jbr. § 3.§ 6. Brot móti reglunum í § 1, tá ið talan er um ólógliga veiðu, koma undir bót og herafturat koma øll veiðuamboð so sum kanónir, lóður, línur o.t. og fongur undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.
2. stk. Brot móti forboðnum í § 1 um at fáast við slíkt, ið stendur í samband við veiðu og boðnum eftir § 2 koma undir bót, herafturat kann skip, fongur og allur reiðskapur heftast til rindingar av bót og kostnað.
3. stk. Brot móti kunngerðum landsstýrisins eftir §§ 3 og 5, 3. stk. koma undir bót og herafturat kann allur veiðureiðskapur, so sum kanónir, lóður, línur o.t. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.§ 7. Henda lóg kemur beinanvegin í gildi. Samstundis fer úr gildi lóg frá 29. december 1857 _om grindefangsten på Færøerne", lóg nr. 117 frá 15. mars 1939 _om hvalfangst", kongalig fyriskipan nr. 382 frá 12. juli 1974 _om hvalfangst" og løgtingslóg nr. 31 frá 14. apríl 1977 um bann móti skjóting av grindahvali á landleiðini.
2. stk. Landsstýrið fær heimild til við kunngerð at seta løgtingslóg nr. 8 frá 3. januar 1950 um døglingsbýti úr gildi.
3. stk. Grindareglugerðin nr. 21 frá 17. mai 1955 við seinni broytingum verður verandi í gildi til kunngerð er komin í hennara stað.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13.06.1995.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 02.05.1986.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 20.05.1996.