LØGTINGSLÓG NR. 59 FRÁ 6. MAI 1982 UM GJALDFREIST OG RENTUSKYLDU LØNJAVNINGARGRUNN SKIPSFISKIMANNA / OM BETALINGSFRIST OG RENTEFORPLIGTELSE

Løgtingslóg nr. 59 frá 06.05.1982

   § 1. Har útróðrarmenn, fiskimenn, bátar ella skip sambært lóg fáa ein part av inntøkuni goldna um Lønjavningargrunn Skipsfiskimanna hevur hesin skyldu at gjalda upphæddina í seinasta lagi leypandi mánað + 30 dagar eftir at seðilin er komin Lønjavningargrunninum í hendi.

    § 2. Er upphæddin ikki goldin til tíðina sambært § 1 í hesi lóg, skal Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna, uttan áheitan, tilskriva upphæddini somu rentu sum galdandi er fyri gjaldkomnan skatt.

    § 3. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1982.

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd