LØGTINGSLÓG NR. 69 FRÁ 28. MAI 1980 UM LÆRARAÚTBÚGVING, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 26 FRÁ 20. APRÍL 2006.

Lřgtingslóg nr. 69 frá 28.05.1980

1. táttur.
Endamál og almennar ásetingar.

   § 1. Útbúgvingin hevur til endamáls at útbúgva lærarar til fólkaskúlan. Útbúgvingin miðar eisini ímóti at leggja støði undir undirvísing innan aðrar skúlaformar.
   2. stk. Útbúgvingin skal geva tann fakliga og námsfrøðiliga kunnleika og ta praktisku skúling, ið er neyðug fyri at kunna leggja til rættis, fremja og meta um undirvísingina og laga hesa eftir skiftandi fortreytum í skúlanum og hjá næmingunum.
   3. stk. Útbúgvingin skal fremja ta persónligu menningina hjá teimum lesandi at arbeiða við evninum við samarbeiði og við medábyrgd fyri útbúgving teirra.
   4. stk. Útbúgvingin skal vekja áhuga fyri námsfrøðiligum menningararbeiði og leggja støði undir fatanina av, hvussu lærarayrkið og virki skúlans í samfelagnum hongur saman.
   5. stk. Útbúgvingin skal venja tey lesandi til at samarbeiða við foreldur, starvsfelagar og onnur, ið hava ábyrgdina av uppaling og útbúgving næminganna.

   § 2. Útbúgvingin fer fram á Føroya Læraraskúla og tekur 4 ár.

   § 3. 1) Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli frá læraraskúlanum gera av, at undirvísing í einum ella fleiri lærugreinum og skeiðum kann fara fram í fullum ella lutvísum samarbeiði við aðrar útbúgvingarstovnar.

   § 4. 1) Landsstýrismaðurin kann gera av, at aðrar útbúgvingar í samarbeiði við læraraútbúgvingina kunnu setast á stovn við læraraskúlan.

2. táttur.
Upptøka á Føroya Lærarskúla.

   § 5. Upptøka á læraraskúlan er treytað av, at umsøkjarin hevur staðið hægri fyrireikingarroynd, studentsroynd ella kann prógva samsvarandi kunnleikatsøði.
   2. stk. Afturat tí í 1. stk. nevndu fakligu útbúgving eigur dentur at verða lagdur á, at umsøkjarin hevur luttikið í verkligum arbeiði.

   § 6. Upptøka á læraraskúlan fer fram við skúlaárs byrjan.
   2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann tó undir serligum umstøðum loyva frávik frá hesi áseting.

   § 7. Avgerð um upptøku verður tikin av rektaranum við læraraskúlan eftir samráðing við lærararáðið.

   § 8. 1) Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli frá læraraskúlanum gera av, at útbúgving, ið fingin er aðrastaðni, kann íroknast læraraútbúgvingini.

3. táttur.
Læraraútbúgvingin.

   § 9. Útbúgvingin skal fyri øll lesandi fevna um:
1.Tær námsfrøðiligu lærugreinirnar: Námsfrøði/undirvísingarlæra, sálarfrøði, praktiskt skúlayrki og námsfrøðilig sergrein.
2.Lærugreinirnar føroyskt við kunnleika til íslendskt og norskt, danskt við kunnleika til svenskt, skriving, rokning, kristnikunnleiki og likamsvenjingar við svimjing.
3.Grundútbúgving í tveimum av lærugreinunum: evning, sangi/tónleiki, smíði og handarbeiði.
4.Samtíðar- og samfelagskunning.
5.Víðari útbúgving í trimum av lærugreinunum í fólkaskúlanum (linjulærugreinir).
6.Ískoytisskeið og felagstímar.

   2. stk. Umframt ta í 1. stk. nevndu útbúgving kunnu tey lesandi velja:
 a)undirvísing sum skeið ella lesiringar,
 b)undirvísing í ljóðføristónleiki.

   3. stk. Tey lesandi velja námsfrøðiliga sergrein og linjulærugreinir innan teir givnu møguleikar.
   4. stk. 1) Landsstýrismaðurin ásetur eftir samráðing við læraraskúlan, hvørjar lærugreinir, ið kunnu vera linjulærugreinir og hvørji skeið, ið eru kravd eftir 1. stk. nr. 6.

   § 10. 1) Eftir reglum, ið Landsstýrismaðurin ásetir eftir samráðing við læraraskúlan, kunnu lesandi vegna serstakar umstøður sleppa undan útbúgving í einari ella fleiri av teimum lærugreinum, sum eru nevndar í § 9, 1. stk.
   2. stk. Frágreiðing um undantøku verður skrivað á fráfaringarprógvið.

   § 11. Útbúgvingin eftir § 9, 1. stk., nr. 2 skal í lærugreinunum donskum, skriving og rokning enda við eini roynd við endan á 1. útbúgvingarári. Við støði í hesum royndarúrsliti og eini meting av avvarðandi næmingi í hinum lærugreinunum, sum undirvísingin sambært § 9, 1. stk. hevur fevnt um, her íroknað praktiskt skúlayrki, ger læraraskúlin av, hvørt tann lesandi kann halda fram við útbúgvingini 2. útbúgvingarárið.
   2. stk. Aftaná 1. útbúgvingarárið verður hildið fram við undirvísing í føroyskum, sum endar við roynd, tá ið undirvísingin er lokin.
   3. stk. Við endan á undirvísingini í lærugreinini praktiskt skúlayrki verður ein meting gjørd av støðuni hjá tí lesandi. Til tess at enda ta samlaðu útbúgvingina skal tann lesandi hava tað undirvísingarfimi, sum er neyðugt fyri at røkja undirvísingina í fólkaskúlanum.
   4. stk. Í hinum lærugreinunum verður støðan hjá teimum lesandi staðfest við endaligum royndum, ið verða hildnar, tá ið avvarðandi undirvísing er lokin. Áðrenn royndin verður hildin, gevur lærarin eitt støðumet, sum verður sett í próvtøkuskjalið saman við royndarmeti næmingsins við ta endaligu royndina.
   5. stk. Tó verða ongar royndir í
 a)sangi/tónleiki sambært § 9, 1. stk. nr. 3. Tó verður støðumet givið av læraranum/lærarunum í lærugreinini,
 b)skeiðevnum eftir § 9, 1. stk. nr. 6,
 c)evnum, ið undirvíst verða í eftir § 9, 2. stk.

   6. stk. Øll, ið hava nomið ta undirvísing, sum miðar ímóti lærarapróvtøku, hava atgongd at fara upp til hesa próvtøku.

   § 12. 1) Tær royndir, sum nevndar eru í § 11, eru skrivligar og munnligar. Landsstýrismaðurin kann loyva, at skrivligar royndir verða hildnar í staðin fyri munnligar í ávísum lærugreinum.
   2. stk. 1) Lærararnir við læraraskúlan halda fráfaringarroyndina stuðlaðir av próvdómarum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir í eitt vist áramál. Somuleiðis tilnevnir landsstýrismaðurin formannin fyri próvdómararnar. Lærararnir við læraraskúlan eru yvirhoyrarar, ið seta spurningarnar, men próvdómararnir skulu vanliga góðkenna teir.
   3. stk. 1) Uppgávurnar til tær skrivligu royndirnar setur landsstýrismaðurin eftir samráðing við próvdómaran í lærugreinini eftir reglum, sum landsstýrið ásetur.

   § 13. 1) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um
 a)undirvísingina og lærugreinsvavið,
 b)royndarháttin, royndarkrøvini og støðumetingina,
 c)royndarhaldið,
 d)metingina og dømingina og
 e)prógv fyri loknari próvtøku.

   § 14. 1) Landsstýrismaðurin kann víkja frá reglunum í hesi lóg í tann mun, neyðugt er til tess at fremja royndarvirksemi og námsfrøðiligt menningararbeiði.

4. táttur.
Læraraskúlin.

   § 15. Ein læraraskúlarektari leiðir læraraskúlan, og skal hesin rektari luttaka í undirvísingini í einum vavi, sum landsstýrið hevur ásett.
   2. stk. Læraraskúlarektaranum til hjálpar kann verða settur ein praktikkleiðari at leggja til rættis útbúgvingina hjá teim lesandi í praktikk.

   § 16. 1) 2) Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi rektaran.
   Stk. 2. Rektarin setir og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk skúlans.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um førleikakrøvini hjá leiðslu og lærarum.

   § 16 a. 2) Landsstýrismaðurin kann víkja frá ásetingunum í §§ 15- 18, um útbúgvingarnar verða skipaðar saman við øðrum útbúgvingarstovni.

   § 17. 1) Settir lærarar við læraraskúlan hava eftir gjøllari fyriskipan læraraskúlarektarans skyldu til at lesa tímar á Venjingarskúlanum sum ein part av teirra skylduga tímatali. Tílíkar ásetanir kunnu bert verða gjørdar eftir avtalu við leiðaran á Venjingarskúlanum og landsstýrismannin.
   2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann loyva, at ein læraraskúlalærari á samsvarandi hátt tekur tímar innan aðrar skúlaformar.

   § 18. Limir í læruráði læraraskúlans eru læraraskúlarektarin, lærarar, læraraskúlans tímalærarar íroknaðir, leiðarin á Venjingarskúlanum og praktikkleiðarin. Ráðið velur sjálvt sín formann.
   2. stk. 1) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um virksemið hjá lærararáðnum, smbr. løgtingslóg nr. 58, dagfest 2. oktober 1978, um skúlafyrisiting, 7. kapitul.

   § 19. Tey lesandi við læraraskúlan kunnu velja eitt ráð, ráð teirra lesandi.
   2. stk. 1) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um samansetingina av ráði teirra lesandi og rættindum tess, smb. § 18, 2. stk.

   § 20. Undirvísingin á læraraskúlanum er ókeypis.

   § 21. 1) Landsstýrismaðurin tekur eftir tilráðing frá læraraskúlarektaranum avgerðir um burturvísing. Áðrenn tilráðing verður sett fram, skal málið viðgerast í lærararáðnum.

5. táttur.
Venjingarskúlin.

   § 22. Til læraraskúlan verður knýttur ein venjingarskúli, ið fevnir um ein grundskúla og ein framhaldsskúla.
   2. stk. Skúlin og læraraskúlin samarbeiða um ætlanirnar fyri virksemi skúlans sum venjingarskúli.
   3. stk. Upplæring teirra lesandi í praktikk skal lutvíst vera á hesum venjingarskúla.

   § 23. Sum ískoyti til ta í § 22, 3. stk. nevndu upplæring í praktikk verður givið teimum lesandi møguleika fyri at fáa hesa upplæring í øðrum fólkaskúlum ella góðkendum privatskúlum, við tað at roynt verður at gera tey kunnug við tey ymsu skúlasløgini í landinum.
   2. stk. Henda upplæring verður fingin í lag eftir avtalu millum læraraskúlarektaran og leiðararnar á teimum ymsu skúlunum, soleiðis at tær gjøllari ætlanir fyri skúlanna hjálp viðvíkjandi teirra verkligu útbúgving læraraskúlans verða lagdar eftir samráð millum læraraskúlan og skúlaleiðaran.
   3. stk. Allir almennir og privatir skúlar, ið fáa almennan studning, hava skyldu til at vera tøkir til læraraupplæring teirra lesandi í praktikki í einum vavi, sum landsskúlastjórin ásetir, um so verður, at tvídráttur tekur seg upp.
   4. stk. Hava tey lesandi flutning fyri neyðini til og frá venjingarskúlanum, rindar læraraskúlin hesa útreiðslu.
   5. stk. Tey lesandi fáa vanliga ikki gjald fyri sjálvstøðuga undirvísing í praktikktíðarskeiðinum.

   § 24. Áðrenn leiðarin á tí venjingarskúla, sum er knýttur at læraraskúlanum, verður settur í starv, skal læraraskúlarektarin fáa høvi til at úttala seg.
   2. stk. Tá ið avgerð verður tikin um, hvørjir lærarar skulu starvast við venjingarskúlan, so skal virki skúlans sum venjingarskúli verða havt í huga. Læraraskúlarektarin skal fáa høvi til at úttala seg, áðrenn avgerð verður tikin um starvssetan við skúlan.
   3. stk. Lærarar við venjingarskúlan og við aðrar tílíkar skúlar, ið skulu undirvísa teimum lesandi í praktikk, verða av læraraskúlanum settir til hesa uppgávu eftir samráðing við teir avvarðandi skúlaleiðarar.
   4. stk. 1) Landsstýrismaðurin ásetur støddina á teirri samsýning og/ella tímaniðurskurði, sum leiðarar og lærarar við teir undir 3. stk. nevndu venjingarskúlar skulu hava.

6. táttur.
Víðari útbúgving.

   § 25. Víðari útbúgving av lærarum fólkaskúlans kann fara fram á útbúgvingarstovnum í Føroyum, í Danmark og í øðrum londum.
   2. stk. 1) Reglur um hesa útbúgving ásetur Landsstýrismaðurin.

   § 26. 1) Lærarar í fólkaskúlanum ella við privatu skúlarnar, ið fáa almennan studning, herímillum royndarsettir lærarar, tímalærarar og fastir vikarar, sum fyribils mugu gevast við sínum lærarayrki, og sum mugu halda vikar undir útbúgvingini, kunnu fáa vikarútreiðslurnar afturgoldnar eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.

   § 27. 1) Sambært reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur, kann studningur verða veittur til eftirútbúgving til lærarar, ið ikki eru settir ella av aðrari orsøk ikki hava fingið vikarútreiðslurnar endurgoldnar eftir § 26, og somuleiðis til lærarar, ið hava fingið vikarútreiðslurnar endurgoldnar, men hvørs víðari útbúgving hevur borið serliga stórar útreiðslur við sær.

   § 28. 1) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, í hvørjum vavi luttøka í víðari útbúgving verður at rokna upp í tað skylduga tímatalið hjá einum lærara.

7. táttur.
Gildi v.m.

   § 29. Lógin kemur í gildi 1. mai 1980.
   2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann viðvíkjandi næmingum í 3. og 4. flokki í skúlaárinum 1980/81 og 1981/82 víkja frá reglunum í 3. tátti.
   3. stk. Lóg nr. 36 dagfest 7. februar 1962 um læraraútbúgving í Føroyum fer úr gildi sambært § 5 í rammulóg fyri Føroyar um læraraútbúgving.

 


1) Broytt viđ lřgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 §§ 6 og 18, sum er soljóđandi: "Henda lóg fćr gildi 29. juli 1996, og samstundis verđur allur danski teksturin í lógunum strikađur".

2) Broytt viđ lřgtingslóg nr. 26 frá 20. apríl 2006.

 

 

 

Evnisskipađ valmynd Stavrađađ valmynd Tíđarskipađ valmynd