LØGTINGSLÓG NR. 36 FRÁ 13. MAI 1959 UM ÚTGÁVU AV SKÚLABÓKUM / OM UDGIVELSE AF SKOLEBØGER, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 67 FRÁ 20. MAI 1996.
Løgtingslóg nr. 36 frá 13.05.1959 '); document.writeln(''); } //-->
§ 1.1)2) Landsstýrismaðurin saman við Løgtingsins Skúlabókanevnd skipar fyri og hevur ábyrgdina av útgávu av skúlabókum. Hesa útgávu verður farið undir beinan vegin, í fyrstu syftu fyri barnaskúlan og síðan fyri hinar hægru skúlarnar.
§ 2.2) Um peningurin, sum tøkur er til hetta endamál, er ov lítil, verður landsstýrismanninum heimilað at taka lán at gjalda tað, ið neyðugt er í samband við skúlabókaútgávuna, her uppií samsýning fyri handrit.
§ 3. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 24. oktober 1978.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 §§ 7 og 18.