LØGTINGSLÓG NR. 27 FRÁ 9. SEPTEMBER 1954 UM FUGLAVEIÐU V.M., SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 34 FRÁ 26. MARS 2002.

Lųgtingslóg nr. 27 frį 09.09.1954

1. bólkur.
Um veiðirættindi

   § 1. 1) Á sjónum út at fiskimarkinum undir Føroyum er veiðirætturin við teim avvikum, sum tilskilað eru í hesi lóg opin fyri einum og hvørjum, sum hevur danskan heimarætt.

   § 2. Uppi á landi eigur grundeigarin veiðurættin. Viðvíkjandi veiðurætti er hann, sum situr við embætisjørð ella kongsjørð, javnbjóðis grundeigara.
   Veiðurættin í vøtnum og áum hevur hann ella hava teir, sum eftir galdandi lóggávu hava ræði á vøtnunum.
   Har felag er, og samtykt ella fyrndarrættur ger ikke avvik, hava eigararnir javnbjóðis veiðurætt. Samtykt af nýtslu av veiðurætti í felag kann gerast á grannastevnu. Í tílíkari samtykt kann fyrisetast, at veiða bert kann fara fram í minni mun ella yvirhøvur ikki.
   Allir eigarar hava atkvøðurætt á grannastevni um samtykt un veiðu í felag.
   Einsæris burturlating av veiðurætti kann ber fara fram fyri upp í 10 ár í senn.
   Friðing yvirhøvur ella partvís innangarðs í eini bygd, har fleiri eigarir eru, kann bert fremjast á grannastevni. Atkvøðurætt um samtyktina hevur einhvør eigari innangarðs og kongsbøndur.
   Til gylduga samtykt krevst yvir helmingur av atkvøðugevandi persónum, sum umboða minst helmingin av skattamarkatalinum, sum atkvøðurætt hevur.

   § 3. Har ikke serlig rættarviðurskifti gera avvik, hava eigararnir í tí gamla, matrikuleraða bønum í tí bygd, har bjørgini liggja, fuglaveiðirættin í bjørgum, urðum og tílíkum fuglalandi, herundir rættin til omanfleyg.
   Rættin til at taka hellufugl hevur hvør maður í tí bygd, sum bjørgini eigur, men eingin uttanbíggjamaður.
   Sama rætt sum eigara til fuglaveiðu hevur hann, sum situr við embætisjørð, ella kongsbóndi.

   § 4. Har ikki serlig rættarviðurskifti gera avvik, verður landpartur av fuglaveiðu í bjørgum, urðum og líknandi fuglalandi býttur eftir markatali (§ 3).

   § 5. Samtykt um fuglaveiðu í bjørgum, urðum og tílíkum fuglalandi í felag kann gerast á grannastevni samsvarandi reglunum í grannastevnilógini.

2. bólkur.
Um friðing av veiðulendi v.m.

   § 6. 2) Fuglabjørg, urðar, hólmar ella tílík lendi og æðuvarp kunnu friðast eftir krevjing frá veiðurætthavara ella eigara við somu løgfylgju sum eftir § 14, um friðingarnevndin smb. Ll. nr. 48 frá 9.7.1970, eftir at sýn er hildið, finnur lendið nýtiligt sum fuglaland ella æðuvarp.

   § 7. 2) Hann ið ynskir okkurt av teim í § 6 nevndu lendum friðað, skal senda friðingarnevndini skrivliga krevjing um friðing, innihaldandi gjølla tilskiling av viðkomandi lendi.
   Rætturin skal so av eintingum fyri rokning krevjarans í tað blað, sum løggilt er til upptøku av almnnum kunngerðum í Føroyum, seta kunngerð í 3 ferðir, um at menn á einum nærri tilskilaðum, vanligum tingi, tó ikki fyrr enn 1 mánað aftaná seinastu kunngerð í blaðnum, verða uppnevndir eftir § 6 til at meta um frama friðinginnar. Kunngerðin eigur eisini at setast í ta almennu kunngerðartalvuna smb. Lóg nr. 59 frá 1. apríl 1912, í teim bygdum, sum liggja innanfyri 15 km fjarleika eftir sjónum frá ytsta marki viðkomandi lendis og eisini í øðrum bygdum, har menn hava serliga interessu í veiðu nærindis viðkomandi lendi. Bert kunngerðin í blaðnum er treyt fyri gildi uppnevningarinnar.
   Haraftur setur rætturin fund til eiðfestingar av sýninum og tekur málið til úrskurðar.
   Á tí fyrisetta tinginum skal rætturin siga fra, áðrenn uppnevningin fer fram, hvønn hann ætlar at uppnevna, og at fodra tey møtandi, sum kunna sýna nóg mikla interessu í spurninginum, at seta fram atfinningar sínar móti uppnevningini og viðmerkingar um friðingina ella um mál hennara.
   Annars koma reglurnar í kap. 19 í rættargongulógini um sýn og meting í nýtslu.

   § 8. Teir uppnevndu sýnsmennirnir skulu skila til í sýninum, um tað í krevjingini tilskilaða lendi, alt sum tað er, ella nakað av tí, eigur at friðast, og um markini, um so er, at tey eru ikki tilskilaðu í lógini, harinnanfyri skjóting v.m. eigur at berða forboðin. Sýnið skal fara fram eftir 3 daga fyrivarni til krevjarin ella um fleiri eru, til ein teirra.

   § 9. 3) Stk. 1. (Avtikið)
   Friðingarnevndin sendir sorinskrivaranum útskrift av tí uppsagda úrskurðinum til tinglesingar og sendir eisini krevjaranum og viðkomandi sýslumanni eina útskrift hvør.
   Friðingin kemur í gildi, so skjótt sýslumaðurin eftir lóg nr. 52 um broyting í reglunum um tinghald í Føroyum frá 1. apríl 1896 § 3 á grannastevni hevur friðað viðkomandi lendi.

   § 10. Uppnevning, friðing í rættinum, tinglesing og bókførsla fer fram uttan rættargjald.

   § 11. Í hvørjari sýslu skal sýslumaðurin á hvørjum ári við upplesing á grannastenvu kunngera tey lendi í sýsluni, sum friðaðu eri eftir reglunum í hesum bólki og skila til mark teirra.

   § 12. 2) Tá 10 ár eru liðin frá friðingini, kann einhvør, sum kann sýna serliga interessu í friðing ella veiðu nærindis viðkomandi lendi, krevja spurningin um friðingina inn fyri friðingarnevndina av nýggjum.
   Viðgerð av tílíkum máli fer fram eftir reglunum í §§ 7-10. Um neyðugt skulu teir, sum møttu undir tí upprunaligu friðingini, hava serstaka frásøgn í málinum.
   Um so er, at friðingarúrskurður verður avtikin ella broyttur, skal yvirpolitirætturin stíla fyri tørvandi tinglesing ella avlesing.

   § 13. Tær eftir lóg nr. 52 frá 1. apríl 1896 § 3 um broyting í reglunum um tinghald í Føroyum fyrisettu árligu friðingar ella avtøkur av tílíkum á tingi detta burtur.

   § 14. 4) Undir friðaðum bjørgum má eingin skjóta á sjónum nærri enn 3 fjórðingar úr næsta punkti á landi í tíðini frá 15. marts til 31. august og hálvfjórðing, mett sum omanfyri.
   Undir friðaðari urð má eingin skjóta í sama tíðarskeiði nærri enn hálvfjórðing, mett sum omanfyri.
   Í sama tíðarskeiði má eingin heldur skjóta innanfyri tey mark, sum tilskilaði eru í sýni eftir § 8.
   So leingi Mikineshólmur er friðaður, sum hann er, má eingin skjóta undir honum nærri enn 2 fjórðingar úr hólminum í tíðini frá 25. januar til 25. oktober.
   Eingin má skjóta nærri æðuvarpi enn hálvfjórðing í tíðini frá 1. mai til 31. august.
   Henda regla skal tó ikki forða honum, sum veiðurætt hevur, uppi á landi at skjóta kráku, ravn, likku ella annan fugl, sum kann verða æðuni til skaða.
   Innanfyri tey í hesi grein nevndu mark og tíðarskeið er forboðið at órógva fuglin av átørvandi óljóði frá skipspípum ella øðrum gangi.

   § 15. Fuglaveiða og skjóting yvirhøvur er forboðin á sunnu- og halgidøgum.

3. bólkur
Um forbodnar veiðuhættir

   § 16. 4) Tað er forboðið at fanga fugl uppi á landi við snaru, lokki ella kunstigum ljósi. Hetta kann tó nýtast til tøku av líra. Eisini er tað forboðið at søkja fugl í fuglalandi soleiðis, at búfuglurin kemur undir avoyðing.
   Lundi má bert takast við stong, tó kann landsstýrið undir serligum umstøðum loyva drátt. Tílíkt loyvi kann bert gevast 2. hvørt ár í sama fuglalandi.
   Tað er ikki loyvt at veiða við byrsu, sum hevur meira enn 2 skot.

4. bólkur
Um friðing av villini fugli v.m.

   § 17. 1) 5) Uppi á landi yvirhøvur eisini á vøtnum, á firðum, víkum og sundum og sjónum yvirhøvur út at fiskimarkinum er allur fuglur friðaður móti skjóting og veiðu, sum ikki er tilskilaður í hesi grein (smb. §§ 14 og 16):
   2. stk. 6) Sum skilað til niðanfyri skal verða loyvt at veiða ella skjóta hesar fuglar ella fuglasløg:
a)alt árið: Kráku, ravn, kjógva, skúgv, havhest, súlu og øll másasløg, tó ritu bert á sjónum.
b)1. oktober - 20. januar: Lunda, lomviga og álku.
c)1. oktober - 30. november: Skarv.

   § 18. 1) Tann í frammanfyri standandi grein fyrisetta friðing umfatar eisini pisur, egg og reiður. Tó skal vera veiðurætthavara at taka líra.
   2. stk. Loyvt er at taka lomvigaregg á hvørjum ári til og við 8. juni á ávísum støðum og í ávísum fuglabjørgum eftir nærri kunngerð frá Føroya landsstýri.

   § 19. 7) 6) (Avtikin).

   § 20. 6) (Avtikin).

   § 21. Landsstýrinum skal verða heimilað í vitskapligum ella almennyttigum endamáli at geva tilskilaðum monnum tíðarfresta undantaksloyvi frá reglunum í §§ 17 og 18 smbr. § 19.

5. bólkur
Um sektir og ákæru.

   § 22. 4) 7) Einhvør, sum uttan heimild veiðir fugl í bjørgum, urðum, hólmum ella æðuvarpi, antin við byrsu ella á annan hátt verður sæddur í ella skjýtur inn í friðað lendi, veiðir har hann eftir hesi lóg ella annars eftir grannastevnuviðtøku ikki hevur veiðirættindi ella á tílíkum støðum uttan heimild gongur við byrsu í bø ella haga ella á annans veiðilendi tekur upp tað, sum sært er á egnum veiðilendi, kemur undir sekt. Fyri skjóting undir friðaðum lomvigabjørgum verður sektin minst 4.000 kr. fyri bátsmanningina, og harafturat koma byrsa og fongur undir konfiskatión.
   Undir sekt kemur eisini hann, sum annars brýtur nakra forboðsreglu eftir hesi lóg ella nakra samtykt ella reglu sum gjørd er eftir henni, og harafturat kemur byrsa og fongur undir konfiskatión.

   § 23. Tað verður at skilja sum skerpandi, at ólóglig veiða er útint av fleiri í felag, at hon er útint á sunnu- ella halgidegi, at rænt verður í fuglalandi og at viðkomandi fyrr hevur gjørt seg sekan í veiðumisbroti.
   Um so er, at nakað er veitt ella drigið í ólógligari veiðu, kemur viðkomandi undir eykasekt.

   § 24. 8) Sektir, sum standast av misbroti eftir hesi lóg, fara í ríkiskassan.
   Tann seki skal harafturat endurrinda virði av tí hann hevur veitt á landi, (vøtnum) um so er hann ikki kann lata eigaranum tað í feskum standi.

   § 25. 5) Er veiðumisbrot útint av børnum undir 14 ár við foreldra vitandi ella teim sum eru í foreldra stað, koma tey undir at hava útint misbrot sjálvi.
   Tað sama er eisini galdandi, tá tey frá børnunum taka ímóti fongi av ólógligari veiðu.
   Menn sum loðsar ella kønir menn, sum sigla fremmand skip inn, hava skyldu at siga skiparanum frá galdandi forboðum móti skjóting ella ótørvandi óljóði nærhendis friðaðum bjørgum, urðum, hólmum ella æðuvarpi. Ger hann ikki tað kemur hann sjálvur undir tey misbrot sum útinnt verða, meðan hann er umborð.
   Mál um misbrot eftir hesi lóg, fara fram sum løgreglumál og fremjast, sjálvt um eingin hevur kravt tað.
   Vaktar- og Bjargingartænastan hevur á sjónum eftirlit við, at lógin verður hildin og hevur rætt til uttan rættarúrskurð at fara umborð á bátar og gera neyðugar kanningar.

   § 26. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin, og samstundis fer lóg nr. 101 frá 4. apríl 1928, broytt við lóg nr. 108 frá 15. marts 1939, kunngerð nr. 35 frá 20. marts 1942 og kunngerð nr. 25 frá 24. september 1945 úr gildi.

 


1) Broytt viš Ll. nr. 33 frį 16.04.1986

2) Broytt viš Ll. nr. 48 frį 09.07.1970, § 7

3) Broytt viš Ll. nr. 48 frį 09.07.1970, § 7. Serliga er at višmerkja, at smb. hesi lóg kunnu avgeršir frišingarnevndarinnar skjótast inn fyri yvirfrišingarnevndina eftir teim reglum, henda lóg įsetir.

4) Broytt viš Ll. nr. 44 frį 24.05.1974

5) Broytt viš Ll. nr. 11 frį 24.02.1989

6) Broytt viš Ll. nr. 34 frį 26.03.2002. § 2 ķ hesi lųgtingslóg er soljóšandi: "Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi 1. juni 2002. Samstundis veršur danski teksturin ķ lógini strikašur."

7) Broytt viš Ll. nr. 33 frį 07.06.1972

8) Broytt viš Ll. nr. 186 frį 07.06.1958

 

 

 

Evnisskipaš valmynd Stavrašaš valmynd Tķšarskipaš valmynd