KUNNGERÐ NR. 135 FRÁ 30. SEPTEMBER 2011 UM LØGTINGSVAL 2011

Kunngerð nr. 135 frá 30.09.2011
Nr. 135 30. september 2011

   Við heimild í § 15, stk. 2 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið við seinni broytingum ásetir løgmaður, at val verður til Løgtingið leygardagin 29. oktober 2011.

1. Valevnislistar

Valevnislistar mugu vera formanninum í løgtingsvalnevndini í hendi í seinasta lagi 2 vikur frammanundan valdegnum, tað er leygardagin 15. oktober 2011 kl. 18.00.

Ein valevnislisti má ikki hava fleiri valevni enn tíggju fleiri enn talið av løgtingslimum, ið veljast skulu. Um henda treyt ikki verður hildin, skal listin verða lýstur ógildigur. Valevnini skulu vera lýst við navni, p-tali, starvi og bústaði. Nøvnini verða sett í bókstavarøð. Um valevni ikki ynskir at verða sett við fullum navni á atkvøðuseðilin, skal tað tilskilast, hvussu navnið skal setast á. Eftirnavn ella millumnavn umframt í minsta lagi eitt fornavn ella forbókstavur hjá valevni skal altíð setast á atkvøðuseðilin. Bert millum- og eftirnøvn, sum valevni hevur rætt til at nýta eftir lóggávuni, ella millumnøvn, sum eru fráboðað fólkayvirlitinum, kunnu setast á atkvøðuseðilin. Ístaðin fyri fornavn, kann nýtast kallinavn, sum er eitt avbrigdi av fornavni. Listin skal vera undirskrivaður av valevnunum, góðkendur av einum flokki, sum er fráboðaður sbrt. § 16, stk. 2, ella undirskrivaður av í minsta lagi 400 og í mesta lagi 450 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift. Valevnini og stillararnir kunnu eisini undirskriva á avrit av valevnislistanum. Eisini kunnu valevnini í staðin fyri við undirskrift, vátta sína uppstilling við brævi, fjarriti, telexi o.tl. Listin skal vera latin inn av einum umboði fyri flokkin ella stillara, og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum fyri, at listin er móttikin og nær.

Ongin má stilla upp samstundis til val sum valevni hjá meira enn einum flokki ella stilla upp uttanflokka og samstundis taka undir við einum flokki. Ger nakar ímóti hesum, verður valið, um tað fellur á hann, ógildugt.

Ongin kann vera stillari fyri meira enn einum valevnislista. Hann, ið er stillari fyri fleiri listar, kann ikki roknast sum stillari hjá nøkrum lista.

2. Ógildigur valevnislisti

Um valevnislisti verður lýstur ógildugur, ella um valevni verður strikað av listanum, skal henda avgerð nevndarinnar, sum er endalig, verða skrivað í valbókina, og úrskrift úr henni um hetta skjótast møguligt og í øllum førum fyri valið, verða send tí umboði fyri flokkin ella tí stillara, sum listan hevur latið inn.

Heldur nevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi umboði fyri flokkin ella viðkomandi stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið.

3. Bókstavamerking

Løgmaður gevur hvørjum flokki eina bókstavamerking, sum nýtt verður til valevnislistar floksins. Hvør flokkur eigur um gjørligt at fáa sama bókstav, sum hann áður hevur nýtt til onnur val.

Løgmansskrivstovan, 30. september 2011

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)

løgmaður

/ Marjun Hanusardóttir (sign.)

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd