KUNNGERÐ NR. 158 FRĮ 17. DESEMBER 2009 UM FRÁBOÐAN AV ARBEIÐSSKAÐUM, HERUNDIR VINNUSJÚKUM

Kunngerš nr. 158 frį 17.12.2009
Nr. 158 17. desember 2009

   Við heimild í § 25, stk. 2, í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin) verður ásett:

   § 1. Ein arbeiðsskaði, sum hildin verður tryggjaður sambært hesi lóg, skal fráboðast skjótast gjørligt og í seinasta lagi 9 yrkadagar eftir hendingina. Tann fráboðanarskyldugi, sbr. § 3, skal fráboða arbeiðsskaðan til tað tryggingarfelag, har tryggingin er teknað. Er trygging ikki teknað, sbr. lógarinnar § 5, nr. 4, § 15, stk. 2 og § 17, skal skaðin fráboðast til Vanlukkutryggingarráðið.
   Stk. 2. Um tilburðurin ikki er fráboðaður samsvarandi stk. 1, og skaddi ella sjúki 5 vikur eftir hendingina framvegis ikki er førur fyri í fullan mun at taka upp aftur arbeiðið, skal tilburðurin innan 9 yrkadagar eftir hetta verða fráboðaður samsvarandi reglunum í stk. 1.
   Stk. 3. Fyri vinnusjúkur, sbr. lógarinnar § 10, verður fráboðanarfreistin roknað frá tí degi, tann fráboðanarskyldugi gjørdist varugur við, at sjúkan kann vera treytað av arbeiðinum. Vinnusjúkur skulu fráboðast til Vanlukkutryggingarráðið.
   Stk . 4. Vanlukkutryggingarráðið skal innan 48 tímar hava fráboðan um andlát, ið kunnu vera elvt av arbeiðsskaða, haruppií øll andlát, hend á arbeiðsplássinum. Fráboðanarskyldan er galdandi, hóast tilburðurin, ið kann hava elvt til andlátið, longu frammanundan er ella skal verða fráboðaður ráðnum.
   Stk. 5. Við tryggingarfelag skilst í hesari kunngerð:
1)eitt tryggingarfelag, ið sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi hevur loyvi at tekna arbeiðsskaðatryggingar í Føroyum, ella
2)landið, um tað ikki hevur latið ábyrgdarvandan sambært hesi lóg til eitt tryggingarfelag, sbr. lógarinnar § 15, stk. 2.

   § 2. Er skaðin hendur í útlandinum, og kann fráboðanin av praktiskum orsøkum ikki gerast til tryggingarfelagið, skal fráboðanin gerast mótvegis eitt danskt ella føroyskt konsulát, sum beinanvegin sendir fráboðanina víðari til Vanlukkutryggingarráðið. Fráboðanin skal gerast innan omanfyri nevndu freistir.
   Stk. 2. Er skaðin hendur undir sigling, verður fráboðanarfreistin roknað frá tí, at skipið hevur samband við land.

   § 3. Fráboðanarskyldan hvílir á tryggingarskylduga arbeiðsgevaranum.
   Stk. 2. Er talan um sjálvstøðugt vinnurekandi, ella persón, sum roynir at bjarga mannalívi, sbr. lógarinnar § 5, nr. 4, hevur tryggjaði sjálvur ella hansara avvarðandi fráboðanarskylduna.
   Stk. 3. Boðar tann fráboðanarskyldugi, sbr. lógarinnar § 24, ikki frá møguligum arbeiðsskaða, ella verður tilburðurin fráboðaður ov seint, kann tryggjaði ella avvarðandi hansara innan eitt ár eftir tilburðin kortini seta fram krav um veitingar sambært hesi lóg. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann ráðið síggja burtur frá 1 árs fráboðanarfreistini.

   § 4. Fráboðan skal gerast á oyðiblaði hjá Vanlukkutryggingarráðnum fyri ávikavist vanlukkutilburðir v.m., og vinnusjúkur.

   § 5. Mannagongdin við fráboðan er hendan:
1)Tann fráboðanarskyldugi, sbr. § 3, fyllir út tann partin av oyðiblaðnum, sum er ætlaður til upplýsingar frá viðkomandi.
2)Við fráboðan av vanlukkutilburði, stutttíðar skaðilig árin ella brádliga hendir lyftiskaðar skal oyðiblaðið hareftir sendast til tann fyrst viðgerðandi læknan, um so er at skaddi ynskir fráboðanina viðgjørda við atliti til møguligt endurgjald.
3)Læknin fyllir út tann partin, sum er ætlaður til læknaligar upplýsingar, og sendir sum skjótast oyðiblaðið aftur í afturlatnum brævbjálva til tann fráboðanarskylduga.
4)Læknin skal á brævbjálvanum tilskila, at talan er um eina fráboðan eftir løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða fyri ein nærri tilskilaðan skaddan (persónstal, navn og starv).
5)Tann fráboðanarskyldugi sendir hareftir fráboðanina í afturlatnum brævbjálva til Vanlukkutryggingarráðið, ella til sítt tryggingarfelag, sbr. § 1, stk. 1 og stk. 3.

   § 6. Tryggingarfelagið sendir sum skjótast móttiknu fráboðanina víðari til Vanlukkutryggingarráðið.
   Stk. 2. Vanlukkutryggingarráðið tekur hareftir støðu til, um skaðin hoyrir undir løgtingslógina, og viðgerð annars málið.

   § 7. Er talan um skaðar, sum kunnu haldast einans at kunna grunda krav uppá veitingar eftir lógarinnar § 44 (sjúkuviðgerð, uppvenjing og hjálpitól v.m.), kann tryggingarfelagið, áðrenn málið verður sent Vanlukkutryggingarráðnum, sjálvt gera av at játta og gjalda hesar veitingar.

   § 8. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. januar 2010, og er galdandi fyri arbeiðsskaðar, sum henda henda dag ella seinni.

Vinnumálaráðið, 17. desember 2009

Johan Dahl (sign.)

landsstýrismaður

/Arne Poulsen (sign.)

 

 

 

Evnisskipaš valmynd Stavrašaš valmynd Tķšarskipaš valmynd