KUNNGERÐ NR. 81 FRÁ 2. SEPTEMBER 2008 UM BROYTING Í KUNNGERÐ UM SKRÁSETING AV MOTORAKFØRUM O. Ø.

Kunngerð nr. 81 frá 02.09.2008
Nr. 81 2. september 2008

§ 1

   Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunngerð nr. 83 frá 22. oktober 2002, verður gjørd henda broyting:
1)§ 62, stk. 2 verður strikað, og eftir stk. 1 verður sett:

   "Stk. 2. Akstovan gevur eigara (nýtara) av akfari skoðanarboð.
   Stk. 3. Hesi akfør skulu til tíðarvissa skoðan fyrstu ferð eitt ár eftir, at tey eru skrásett fyrstu ferð, og hereftir eina ferð um árið:
1) lastbilar við loyvdari heildarvekt upp á meira enn 3.500 kg,
2) viðfestivognar og leguvognar til bil við loyvdari heildarvekt upp á meira enn 3.500 kg,
3) neyðsendarakfør,
4) motorakfør, sum verða nýtt til:
 a) hýrukoyring, haruppií limosinar,
 b) sjúkraflutning, ella
 c) busskoyring, haruppií rutukoyring, og
5) persónbilar til fleiri enn níggju persónar, førarin íroknaður.

   Stk. 4. Hesi akfør skulu til tíðarvissa skoðan fyrstu ferð 4 ár eftir, at tey eru skrásett fyrstu ferð og hereftir við 2 ára millumbili:
1) persónbilar til í mesta lagi níggju ferðandi, førarin íroknaður.
2) vørubilar, við heildarvekt upp á í mesta lagi 3.500 kg.
3) onnur viðfestiakfør, enn tey í stk. 3, nr. 2 nevndu við loyvdari heildarvekt upp á meira enn 750 kg.

   Stk. 5. Tó kunnu akfør, nevnd í stk. 4 og sum eru 10 ár og eldri frá fyrsta skrásetingardegi, verða boðað til tíðarvissa skoðan eina ferð um árið.
   Stk. 6. Motorsúkklur skulu til tíðarvissa skoðan fyrstu ferð 6 ár eftir, at tær eru skrásettar fyrstu ferð og hereftir við 4 ára millumbili.
   Stk. 7. Akfør skrásett sum ellisakfør skulu til tíðarvissa skoðan fyrstu ferð 40 ár eftir, at tey eru skrásett fyrstu ferð og hereftir við 8 ára millumbili.
   Stk. 8. Onnur akfør enn tey í stk. 3-7 nevndu kunnu verða boðað til tíðarvissa skoðan eftir ítøkiligari meting, sum Akstovan ger."

§ 2

   Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2008.
   Stk. 2. Akfør, sum innan 1. oktober 2008 eru boðað til skoðan eftir teimum reglum, sum hava verið galdandi áðrenn henda kunngerð kom í gildi, skulu verða skoðað eftir higartil galdandi reglum, eisini um skoðanardagurin er eftir 1. oktober 2008.
   Stk. 3. Tá skoðanardagurin skal ásetast fyri akfør, sum innan 1. oktober 2008 eru skrásett í føroysku akfaraskránni, og sum eru skoðað í minsta lagi eina ferð áður, kann Akstovan taka atlit til, nær seinasta skoðan varð framd.

Vinnumálaráðið, 2. september 2008

Bjørt Samuelsen (sign.)

landsstýriskvinna

/Arne Poulsen (sign.)

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd