KUNNGERÐ NR. 68 FRĮ 18. JUNI 2008 UM AVREIÐING AV LIVUR OG TREYTIR FYRI TILLUTAN AV EYKA FISKIDØGUM
Kunngerš nr. 68 frį 18.06.2008
Nr. 68 18. juni 2008 Við heimild í § 29, stk. 10 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um avreiðing av livur til virkingar í Føroyum frá fiskiførum í høvuðsbólkunum 2, 3 og 4, sbrt. § 28, og treytir fyri at fáa lut í eyka fiskidøgum í hesum sambandi.
§ 2. Í fiskiárinum 2007/2008 eru, fyri høvuðsbólkarnar 2, 3 og 4, tillutaðir ávikavist 127, 79 og 125 fiskidagar tilsamans millum tey fiskifør, sum avreiða livur.
Stk. 2. Fiskifar í høvuðsbólki 2, partrolarar, kann fáa 6 fiskidagar fyri tey fyrstu 10 tonsini av livur, sum verða avreidd. Fyri hvørji 4 tons, sum síðani verða avreidd, verða 2 eyka fiskidagar tillutaðir.
Stk. 3. Fiskifar í høvuðsbólki 3, línuskip, kann fáa 6 fiskidagar fyri tey fyrstu 5 tonsini av livur, sum verða avreidd. Fyri hvørji 3 tons, sum síðani verða avreidd, verða 2 eyka fiskidagar tillutaðir.
Stk. 4. Fiskifar í høvuðsbólki 4, útróðrarbátar yvir 15 tons, kann fáa 5 fiskidagar fyri tey fyrstu 1,5 tonsini av livur, sum verða avreidd. Fyri hvørt tons, sum síðani verður avreitt, verða 2 eyka fiskidagar tillutaðir.
Stk. 5. Um fiskidagar eftir stk. 1 ikki eru brúktir fyri 1. juni 2008, kunnu teir brúkast samsvarandi § 3.§ 3. Í fiskiárinum 2007/2008 eru, fyri høvuðsbólkarnar 2, 3 og 4, tillutaðir ávikavist 42, 26 og 42 fiskidagar eyka at brúka í sambandi við verkætlanir um gagnnýtslu av livur, ella til serligar avtalur millum virki og fiskifør, ið hava til endamáls at gagnnýta livur.
Stk. 2. Fiski- og tilfeingismálaráðið skal góðkenna møguligar verkætlanir ella avtalur millum virki og skip.
Stk. 3. Eykadagar verða tillutaðir, eftir at Fiski- og tilfeingismálaráðið hevur givið sína góðkenning, og tá ætlaðu nøgdirnar av livur eru avreiddar.
Stk. 4. Um fiskidagar eftir stk. 1 ikki eru brúktir fyri 1. juni 2008, kunnu teir brúkast samsvarandi § 2.§ 4. Fiskidagar sbrt. §§ 2 og 3 verða lagdir afturat fiskiloyvinum hjá viðkomandi fiskifari, tá Fiski- og tilfeingismálaráðið hevur fingið skjalprógv frá keypara fyri, at ásettu nøgdirnar av livur eru avreiddar til virkingar í Føroyum.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. september 2007. Kunngerðin fer úr gildi 31. august 2008.
Fiski- og tilfeingismálaráðið, 18. juni 2008
Tórbjørn Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)