KUNNGERÐ NR. 95 FRÁ 23. OKTOBER 2007 UM UMSITING AV LANDSJØRÐ, SUM SEINAST BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 129 FRÁ 26. SEPTEMBER 2011
Kunngerð nr. 95 frá 23.10.2007 '); document.writeln(''); } //-->
- Kapittul 1 Rakstur av festi í partafelag
- Kapittul 2 Krøv til jarðarbrúkskunnleika
- Kapittul 3 Sundurbýti og samanlegging av festum
- Kapittul 4 Undantøk frá bústaðarskylduni
- Kapittul 5 Bygningar við serligum fornfrøðiligum virði
- Kapittul 6 Leiga av landsjørð
- Kapittul 7 Jarðarprísir og innstøðuprísir
- Kapittul 8 Endurgjald fyri mist bit og mist slóttulendi
- Kapittul 9 Leigu- og sakargjøld
Nr. 95 23. oktober 2007 1) Við heimild í § 2, stk. 5, § 4, stk. 1 og 8, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og 4, § 7, stk. 1, § 10, stk. 1 og § 11, stk. 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð verður ásett.
Kapittul 1
Rakstur av festi í partafelag§ 1. Verður raksturin av festi lagdur í partafelag ella smápartafelag, skal festarin eiga allan partapeningin, eins og festarin skal vera stjóri í felagnum.
Kapittul 2
Krøv til jarðarbrúkskunnleika§ 2. Til tess at lúka krøvini til jarðarbrúkskunnleika verður kravt, at viðkomandi persónur hevur í minsta lagi tvey ára royndir frá arbeiði innan landbúnaðin. Harumframt verður kravt, at viðkomandi hevur verið í minsta lagi hálvt ár á landbúnaðarskúla ella tílíkum skúla, sum Búnaðarstovan hevur góðkent.
Stk. 2. Víkjast kann frá kravinum um landbúnaðarskúla eftir stk. 1, um viðkomandi lýkur treytina um tvey ára royndir frá arbeiði innan landbúnaðin.
Stk. 3. Víkjast kann harumframt frá kravinum um landbúnaðarskúla, tá talan er um smá festi, sum t.d. ikki hava mjólkneyt.
Stk. 4. Víkjast kann frá kravinum í stk. 1, tá eingin umsøkjari, ið lýkur krøvini, er til festið, ella um festari brádliga doyr og eftirsitandi hjúnafelagi ikki lýkur krøvini í stk. 1.
Stk. 5. Fyri frávik eftir stk. 2 og stk. 3 er tó galdandi, at viðkomandi skal hava tikið landbúnaðarskeið, sum Búnaðarstovan hevur góðkent. Í serligum føri kann víkjast frá kravinum um landbúnaðarskeið, um viðkomandi hevur drúgvar royndir innan landbúnað.Kapittul 3
Sundurbýti og samanlegging av festum§ 3. Festi kann verða býtt sundur, um sundurbýtið gevur møguleika fyri betri rakstri.
Stk. 2. 1) Festi kann bert verða lagt saman við øðrum festi, sum er í somu markatalsbygd ella við einum í grannalagnum, og bert, um samanleggingin førir til betri rakstur.Kapittul 4
Undantøk frá bústaðarskylduni§ 4. Undantak frá bústaðarskylduni kann verða veitt eftir umsókn, um frástøðan millum bústað festarans og festi er so stutt og/ella at ferðasambandið er so gott, at mett verður, at festarin á nøktandi hátt kann røkja festið.
Stk. 2. 1) Undantak frá bústaðarskylduni kann eisini verða veitt, um umsøkjarin fer av oynni í arbeiðs- ella útbúgvingarørindum, ella orsakað av øðrum persónligum ávum má av oynni í eitt avmarkað tíðarskeið. Búnaðarstovan skal góðkenna orsøkir og tíðarskeið.
Stk. 3. Undantak eftir stk. 2 er treytað av, at umsøkjarin sjálvur er ábyrgdari av festinum og treytað av, at umsøkjarin vísir á persón við neyðugum royndum innan landbúnað, sum skal hava ábyrgdina av festinum, ta tíð, umsøkjarin er burtur.Kapittul 5
Bygningar við serligum fornfrøðiligum virði§ 5. Búnaðarstovan kann sýta festara at keypa bygningar, sum eftir tilmæli frá Føroya Fornminnissavni verða mettir at hava serligt fornfrøðiligt virði.
Kapittul 6
Leiga av landsjørð§ 6. Tá festari leigar lendi út, skal leigusáttmáli gerast, sum ásetur treytir um m.a. áramál, hegnskyldu, brúksendamál og leigugjald. Búnaðarstovan skal góðkenna leigusáttmálan.
Stk. 2. Um staðfestast kann, at festari ikki er sinnaður at leiga út lendi til fóðurframleiðslu, og um staðfestast kann, at festarin ikki hevur tørv á lendinum til egna fóðurframleiðslu, kann Búnaðarstovan gera sáttmála við umsøkjara um leigu av lendi til fóðurframleiðslu. Leigutreytirnar eru tær somu, sum nevndar eru í stk. 1.Kapittul 7
Jarðarprísir og innstøðuprísir§ 7. Búnaðarstovan kann selja landsjørð fyri ein frammanundan ásettan prís smbrt. fylgiskjali A.
Stk. 2. Prísirnir á landsjørð smbrt. fylgiskjali A verða endurskoðaðir í minsta lagi triðja hvørt ár, og verða reguleraðir eftir prísgongdini á jørð.
Stk. 3. Búnaðarstovan kann í serligum førum víkja frá prísunum smbrt. fylgiskjali A.§ 8. Prísur á innstøðu verður ásettur við støði í mettum marknaðarvirði fyri seyð, neyt og ross.
Kapittul 8
Endurgjald fyri mist bit og mist slóttulendi§ 9. Búnaðarstovan ásetur endurgjald fyri mist bit, og verður hetta latið sum eitt frammanundan ásett gjald smbrt. fylgiskjali A.
§ 10. Búnaðarstovan ásetur endurgjald fyri mist slóttulendi, og verður hetta latið sum eitt frammanundan ásett gjald smbrt. fylgiskjali A.
Stk. 2. Endurgjald verður veitt fyri eitt ár. Er víddin størri enn ein hektarur, verður endurgjald veitt fyri tvey ár.
Stk. 3. Endurgjaldið eftir §§ 9 og 10 verður endurskoðað í minsta lagi triðja hvørt ár.Kapittul 9
Leigu- og sakargjøld§ 11. 1) Fyri sølu av jørð, makaskifti, marknaumskipan, servitutstriking, festaraskifti og sáttmálar verða ásett hesi gjøld:
1) Fyri sølu, makaskifti, marknaumskipan, servitutstriking av grundstykkjum av vanligari stødd kr. 2.000,- 2) Fyri sølu, makaskifti, marknaumskipan, servitutstriking av størri øki 11/2 % av keypsprísinum, tó í minsta lagi kr. 2.000,- 3) Makaskifti kr. 2.000,- 4) Marknaumskipan kr. 900,- 5) Servitutstriking, átekning skeytir kr. 900,- 6) Býarhegn/vetrarfriðing kr. 5.000,- 7) Festaraskifti kr. 3.000,- 8) Leigusáttmálar og ískoytir til leigusáttmálar kr. 1.000,- 9) Leingjan av leigusáttmála hjá sama leigara kr. 500,- 10) Traðarleiga kr. 500,- um árið 11) Leiga av neystagrund kr. 100,- um árið 12) Leiga av lítlum óinngirðaðum lendi til mastrar og antennur kr. 500,- 13) Leiga av størri lendi til størri anlegg, so sum vindmyllur, aling o.a. kr. 3,44 pr. m2 (2008 prístalið), tó ikki minni enn kr. 5.700,- um árið (2008 prístalið) 14) Onnur leiga av lendi í styttri áramál kr. 5.700,-. § 12. Leigugjald verður tikið fyri leigu av lendi til:
1) fóðurframleiðslu, 2) traðir, traðarstykkir og stykkir til urtagarðsbrúk, og 3) grundstykkir til húsabygging, vinnu-, ítróttar- og frítíðarendamál og til almen endamál.
Stk. 2. Leigugjaldið fyri lendi til fóðurframleiðslu, traðir v.m., verður ásett í mun til tað landbúnaðarvirði, sum lendi hevur hjá festaranum. Tó verður ásett eitt minsta leigugjald fyri fermeturin.
Stk. 3. Leigugjald fyri grundstykkir til húsabygging, vinnu-, ítróttar- og frítíðarendamál og almenn endamál verður ásett í mun til søluvirði.Gildiskomureglur
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 2007.
Vinnumálaráðið, 23. oktober 2007
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður/ Arne Poulsen (sign.)
Fylgiskjal A
Prísur fyri almenna jørð:
A
Hagi, ið ikki er gott bit og ikki er dyrkingar-bærurB
Góð hagajørð og hagi, sum kann dyrkastC
Velt lendi og væl dyrkingarbært lendi, sum liggur væl fyriD
Gott lendi
(lendi C), sum liggur serliga væl fyriØki 1 Tórshavn
89[i]
110
137
eftir meting
Øki 2 Onnur miðøki
71
88
110
eftir meting
Øki 3 Størru bygdirnar
58
71
89
eftir meting
Øki 4 Smápláss í miðøki og útjaðari
45
55
69
eftir meting
Øki 5 Útoyggj og lendi millum bygda
22
27
34
Endurgjald fyri mist bit
4,80 kr fyri fermeturin fyri dyrkað lendi
0,70 kr fyri fermeturin fyri hagalendi/ódyrkað lendi
Endurgjald fyri mista fóðurframleiðslu í dyrkaðum lendi
1,80 kr fyri fermeturin
1) Broytt við kunngerð nr. 129 frá 26. september 2011.
2) Krónutal fyri fermeturin.