KUNNGERÐ NR. 74 FRÁ 2. JULI 2007 UM BROYTING Í KUNNGERÐ UM TILGERÐ OG ÚTGERÐ HJÁ AKFØRUM

Kunngerð nr. 74 frá 02.07.2007
Nr. 74 2. juli 2007

§ 1

   Í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 84 frá 23. mai 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1)§ 9, stk. 1, nr. 1, verður orðað soleiðis:
"1) Tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e- merktar, við asymmetriskum ljósi ella, sum eru DOT-merktar, og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 metrar, og tvær, fýra ella seks hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, sum kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar, sum eru settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið, og sum skulu vera íbundnar soleiðis, at í mesta lagi fýra kunnu vera tendraðar samstundis".
2)Í § 9 verður stk. 2 orðað soleiðis:
"Stk. 2. Bilur, sum er yvir 6 m langur, ella sum er góðkendur at vera ein partur av einum bilarað, skal á báðum síðum hava gular lyktir, ið týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda".
3)§ 9, stk. 3 verður orðað soleiðis:
"Stk. 3. Bilur, sum er meira enn 2,10 m breiður, skal hava tvær hvítar frámerkislyktir, ið venda frameftir, og tvær reyðar frámerkislyktir, ið venda aftureftir, sum týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda".
4)Í § 11, stk. 1, verður nr. 4 orðað soleiðis:
"4) Eitt makað tal av hvítum frámerkislyktum, ið venda frameftir, og eitt makað tal av reyðum frámerkislyktum, ið venda aftureftir, um so er, at bilurin er breiðari enn 1,8 m".
5)Í § 11, stk. 1, nr. 7, verður "frámerkislyktir" broytt til: "merkingarlyktir".
6)§ 27, stk. 1, nr. 1, verður orðað soleiðis:
"1) Eina ella tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 m, og eina ella tvær hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 m".
7)Í § 27, stk. 1, verður sum nr. 6 sett:
"6) Gular leiðvísarablunklyktir, sum nevndar í § 17, stk. 1, nr. 4".
8)Í § 28, stk. 1, verður nr. 3 strikað.
Nr. 4 til 6 verða hereftir nr. 3 til 5.

§ 2

   Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Vinnumálaráðið, 2. juli 2007

Jacob Vestergaard (sign.)

landsstýrismaður

/Arne Poulsen (sign.)

 

 

 

Evnisskipað valmynd Stavraðað valmynd Tíðarskipað valmynd