KUNNGERÐ NR. 73 FRĮ 2. JULI 2007 UM BROYTING Í KUNNGERÐ UM PARKERINGSSKIVUR
Kunngerš nr. 73 frį 02.07.2007 '); document.writeln(''); } //-->
Nr. 73 2. juli 2007 § 1
Í kunngerð nr. 52 frá 31. juli 1978 um parkeringsskivur verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 2, verður aftaná "viðfesta skjali" sett: "sbr. tó § 5 a, um parkeringsskivan er sjálvvirkandi".
2) Aftaná § 5 verður sett: "§ 5 a. Sjálvvirkandi parkeringsskiva skal sjálvvirkandi setast til endan á tí korteri, motorurin á akfarinum er steðgaður í.
Stk. 2. Sjálvvirkandi parkeringsskiva skal kunna verða sett við hond, sbr. § 2, stk. 2 og 3.
Stk. 3. Sjálvvirkandi parkerinsgskiva skal inni í akfarinum vísa tíðina, urið hevur verið virkið.
Stk. 4. Tá motorurin er steðgaður, skal vera ógjørligt at broyta stillingina á sjálvvirknari parkeringsskivu, uttan so, at skivan verður sett við hond, sbr. stk. 2, og skivan skal vera vard móti inntrivum, ið gera tað møguligt at broyta stillingina. Stillingin má heldur ikki verða broytt við fjarstýrdari ígongdsetan/steðgan av motorinum ella við fjarstýring á annan hátt.
Stk. 5. Á einari sjálvvirkandi parkeringsskivu skal tað týðiliga kunna síggjast, um parkeringsskivan ikki er læst føst á eini parkeringstíð. Hetta skal verða víst við einum týðiligum blunksignali, ella við, at parkeringsskivan ongantíð vísir (sløktur skíggi).
Stk. 6. Ein sjálvvirkandi parkeringsskiva skal vera gjørd antin í samsvari við § 2, stk. 2 og 3, ella hava talgildan skíggja. Parkeringsskivan skal kunna lesast í sterkum sólarljósi. Á talgildum skíggja skulu tølini vera í minsta lagi 20 mm høg. Talgildur skíggi skal hava tíðarfesting, sum er 24 tímar. Framman fyri tíðarfestingina skal standa "P:", soleiðis at skíggin á sjálvvirkandi parkeringsskivuni t.d. kann vísa "P: 16:30".
Stk. 7. Ein sjálvvirkandi parkeringsskiva skal vera "FS"-merkt og góðkend av danska ferðslustýrinum ella Akstovuni, við støði í royndarfrágreiðing frá viðurkendari royndarstarvsstovu, ið váttar, at krøvini í hesi kunngerð eru lokin. Merkingin skal standa í niðasta vinstra horni á skivuni, og skal kunna lesast týðiliga uttanífrá.
Stk. 8. Um treytirnar í hesi kunngerð, heruppií ásetingin í stk. 4, ikki longur er lokin, kann Akstovan taka aftur eina góðkenning eftir stk. 7.
Stk. 9. Konstruktiv broyting ella inntriv í eina góðkenda sjálvvirkandi parkeringsskivu, sbr. stk. 7, er ikki loyvd. Broyting í íbindingini av einari sjálvvirkandi parkeringsskivu til konstruktiónina hjá bilinum er ikki loyvd."§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 2. juli 2007
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/Arne Poulsen (sign.)