KUNNGERÐ NR. 85 FRÁ 31. AUGUST 2006 UM AVGREIÐSLUGJALD FYRI FISKILOYVI OG VÁTTAN UM AVHENDING AV FISKIDØGUM OG KVOTUM
Kunngerð nr. 85 frá 31.08.2006 '); document.writeln(''); } //-->
Nr. 85 31. august 2006 Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 5 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1. Fyri avgreiðslu av fiskiloyvum og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum tekur Fiskimálaráðið gjald sbrt. §§ 3-5.
§ 2. Gjøldini sambært §§ 3-5 eru galdandi fyri eigarar av fiskifari, ið fáa fiskiloyvi útskrivað til fiskidagar og kvotur.
Stk. 2. Um onnur avtala ikki er gjørd partanna millum, verður gjald fyri váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum sbrt. lógini um vinnuligan fiskiskap at rinda av keypara.§ 3. Fyri at skriva út fiskiloyvi sbrt. lógini um vinnuligan fiskiskap verður at gjalda 500,- kr.
§ 4. Fyri at skriva út váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum sbrt. lógini um vinnuligan fiskiskap verður at gjalda 800,- kr.
§ 5. Fiskiloyvi og váttan um avhending verða skrivað út, tá goldið er, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Gjald fyri fiskiloyvi fyri fiskiárið 1. september 2006 til 31. august 2007 fellur til gjaldingar 1. november 2006.§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2006.
Fiskimálaráðið, 31. august 2006
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)