KUNNGERÐ NR. 145 FRĮ 15. DESEMBER 2005 UM AT LEGGJA HEIMILDIR TIL TRYGGINGAREFTIRLITIÐ
Kunngerš nr. 145 frį 15.12.2005 '); document.writeln(''); } //-->
Nr. 145 15. desember 2005 Við heimild í § 169 í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi, sum seinast broyt við løgtingslóg nr. 104 frá 22. desember 1999, verður ásett:
§ 1. Heimildir sambært teimum í stk. 2 nevndu greinum í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, verða hervið fluttar til Tryggingareftirlitið.
Stk. 2. § 1 stk. 2, § 8 stk. 2, § 9 stk. 1 og 3, § 11, § 18 stk. 2 og 4, § 22, § 25 stk. 2 og 3, § 136 stk. 2, § 138 stk. 1 og § 175 stk. 4.§ 2. Avgerðir hjá Tryggingareftirlitinum kunnu ikki leggjast fyri hægri umsitingarligan myndugleika, men kunnu kærast til kærunevnd sbr. § 170 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fara úr gildi:
- kunngerð nr. 7 frá 13. januar 1997 um fæfeingisgrundarlag fyri lívstryggingarvirksemi.
- kunngerð nr. 6 frá 13. januar 1997 um loyvi til lívstryggingarvirksemi hjá tryggingarfeløgum.
- kunngerð nr. 5 frá 13. januar 1997 um fæfeingisgrundarlag fyri skaðatryggingarvirksemi.
- kunngerð nr. 4 frá 13. januar 1997 um loyvi til skaðatryggingarvirksemi.
- kunngerð nr. 2 frá 13. januar 1997 um próvførðslu o.a. viðvíkjandi ognarviðurskiftum í tryggingarfeløgum.
Vinnumálaráðið, 15. desember 2005
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/Arne Poulsen (sign.)